varð gjørd í 1988 tóku ymsu kommunurnar í Sundalagnum seg saman um at gera eina felags umhvørvisnevnd. Tað er í hesi nevnd, at Jógvan Mørkøre er formaður. ? Vit hava tikið hesa nýggju lóg í fullum álvara [...] egnu fólk geva honum skeiva informatión, sigur Jógvan Mørkøre. Í Sosialinum í gjár segði Finnbogi Arge annars, at hann hevði spurt seg fyri í umsitingini, og har varð sagt, at onki aliloyvi var útskrivað [...] ivist heldur onga løtu í, at tað í longdini er ein fyrimunur at vita, at alt gongur rætt fyri seg her hjá okkum. Fyritøkurnar kunnu føla seg tryggar. Her vera ikki loyvi givin út í tað bláa, sigur Jógvan
Føroyar fyrr í ár. Eyðvitað er, at hetta kortini ikki merkir, at vit ikki skulu gera broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, tí tað skulu vit gera. Men landsstýrissamgongan eigur bara at hava í huga, at [...] árini, greiða skal fáast á pensjónsskipanunum, eldrarøkin liggur í órøkt og nýggjur kommunubygnaður skal setast í verk. Stórmál hvørt í sær? Tí skal farast fram hóvliga og við skili. [...] sins til júst hetta mál - heldur vildi samstarvað við Javnaðarflokkin. Men hjá Javnaðarflokkinum nyttar einki at gráta yvir spiltu mjólkini - og tað nýtist honum heldur ikki. Tað verður júst Javnaðarflokkurin
KÍ heilt aftur í brotsteigin í vónini at fáa eitt skjótt mál, sum kundi geva eitt sindur av friði yvir spælið. Men í sovorðnum støðum er vandin fyri mótálopum altíð stórur, og tað var júst eitt mótálop, [...] málið í dystinum upp á brotsspark, men sum nú ikki fær verið við í seinasta dystinum móti HB komandi sunnudag. Fyrri hálvleikur hevði annars verið rættiliga javnur við tilboðum til báðar partar. Í seinna [...] árstalsfelagið hevði endurvunnið FM-heitið frá 1996. B36 hevur bert mist tvey stig í landskappingini í ár. Tað var móti HB í einum 3-3 javnleiki. Rómurin var stórur millum spælararnar og viðhaldsfólkini, sum
Festivalur í Trongisvági Oddvá Nattestad letur sera væl at áhugaleikinum og umstøðunum hjá honum í dag. ? Eg haldi, at áhugaleikurin nú kemur í eina »renesansu«, sigur hon, og leggur afturat, at í juli næsta [...] okkurt fjarskotið land. Tiltøk fyri børn í vetur Í vetur fer MÁFf at hava tiltøk fyri børn í aldrinum 9-11 og 12-13. Hetta verður gjøgnum frítíðarundirvísingina í Havn, og verður tað Hedvig Vesterlund úr [...] spurningurin hevur verið viðgjørdur í Bygdarhúsinum á Strondum í vikuskiftinum, tá 90 áhugaleikarar úr øllum landinum hittust á stevnu. Við á stevnuni var eisini formaðurin í alheims áhugaleikararfelagnum,
mistaka seg. Og hvat er so virðið í vitanini? Tí er sannleikin tann, at meginpartin av lívi okkara liva vit í trúgv, í áliti á persónar og viðurskifti, sum vit møta í lívi okkara, og sum er ein týdningarmikil [...] so fundamentalur, so avgerandi, at í somu løtu trúgvin gerst vitan, heldur hon uppat at vera trúgv, og í somu løtu vitan gerst trúgv, heldur hon uppat at vera vitan. Í Hebrearabrævinum verður trúgv lýst [...] trúgv. Trúgvin hevur altíð sín uppruna í onkrum øðrum. Trúgv hevur altíð sína orsøk í einum ella øðrum vitnisburði, og hon kemur ongantíð av trúgv. Men tað var júst tað, ið Rudolf Bultmann gjørdi, tá ið
skuldi vunnið, so var tað helst í lagi, at tað varð útiliðið. Størsti dramatikkurin í dystinum kom í yvirtíðini í seinna hálvleiki. EB/Streymur-venjarin Sverri Jacobsen hevði júst sett Alfred Poulsen inn. NSÍ [...] leysur í høgru síðu av brotsteiginum, og hann smekkaði í málið. Annars er sera lítið at siga um dystin. Hvørki av liðunum fekk nakað serligt spæl í gongd. Einasti veruligi møguleiki hjá NSÍ kom í seinna [...] EB/Streymur vann botndystin móti NSÍ í Runavík leygardagin, men fyri báðar partar kundi sigast, at hetta var kanska tann ringasti dysturin, teir hava spælt. Sundalagsmenn vunnu 1-0 við einum máli, sum
so gott. Í fjør var nógv tosað um stóru økingina í byggivinnuni. Hyggja vit eftir innflutningstølunum fyri í ár, so síggja vit, at tað enn er framgongd í byggivinnuni. Fyrstu seks mánaðirnar í fjør innfluttu [...] kortum. Tey flestu okkara vita eisini, at virksemi í landinum er økt tí arbeiðsloysi er fallið rættiliga nógv í øllum økjum í landinum. At tað gongur betri í Føroyum sæst sjálvandi eisini á innflutningstølunum [...] 710 mió. krónur. Higartil í ár hava vit innflutt fyri 368 mió. krónur ella 33 mió. krónur meir enn vit gjørdu í fjør. Um vit nú taka okkum tann frekleika at brúka sama býtið, sum í fjør, so fer innflutningurin
Áhugafelagið »12. Maður« varð stovnað í mai 1997, og hevur sostatt virkað í umleið 1 1/2 ár. Ein stovnandi aðalfundur varð hildin, har fimm nevndarlimir vóru valdir. Niðurstøðan var, at felagið skuldi [...] Norðoyum, Suðuroy, Vágum og Eysturoy í nevndina. Eg ringdi sjálvur til fleiri fólk at umboða teirra økið, men tað vísti seg at vera ein stórur trupulleiki at fáa fólk at koma í nevndina. Men tað eydnaðist so [...] Svangaskarð. Til dystin móti Malta høvdu vit bussar í Leirvík, Fuglafirði, Vestmanna og Tórshavn. Tað gekk rímuliga væl, og vit høvdu eini 200 fólk í okkara bussum. Síðan tann dystin hava umboðini úr Fuglafirði
Hetta ættarliðið var nakað serligt. Tann drúgva tíðin í noyddari útlegd í nazismunnar skugga hevði sett føðilandið í eitt nýtt og øðrvísi ljós og gjørt hesi ungu meðvitandi um samleika og tjóðskap. Tiltikið [...] Kamban, ið hósdagin 10. september fyllir 85, var í tí vónríka skara, ið kom heim eftir krígslok, í august 1945, við fyrsta ferðamannaskipinum, »Aarhus« hjá DFDS. Í bók síni um Janus tekur Gunnar Hoydal soleiðis [...] og fyrireikari. Í 1948 varð Alment føroyskt Listasavn sett á stovn, sama árið skipaði listafelagið fyri teirri fyrstu Ólavsøkuframsýningini. Í eitt mannaminni vóru størri framsýningar í Føroyum og uttanlands-
arbeiðið, sum verður gjørt í Mjølni hevur stóran týdning fyri trivnaðin í Klaksvík. Hetta hevur býráðið í Klaksvík eisini sæð og tá Mjølnir gjørdist meistari seinast - tað var í júst farna kappingarárið - gjørdi [...] serliga gamal í garði í Føroyum. Tað var einaferð í 60 árunum at menn tóku seg saman at fara at spæla flogbólt ella volleybólt, sum tað tá kallaðist. Tað var skjótt at gongd kom á, men ikki fyrr enn í sjeytiárunum [...] meistaraheitið Mitt í áttati-árunum vóru teir búgvnir at flyta upp í vaksnamannadeildirnar og síðan tá hava teir verið grundarsteinurin undir tí, sum í dag er 1. lið hjá Mjølni í meistaradeildini hjá