samskifta, bæði við tey, sum eru hjástødd, og á netinum, er tað enn meira týðandi, at næmingarnir hava í huga, at tey eiga at samskifta virðiliga. Við hesum í huga er tíðin komin, at virðiligt samskifti eisini [...] skal hava uppskotið til reglur til ummælis. - Vit taka undir við, at tað er ásett, at skúlaleiðarin veitir skúlastýrinum ráð í arbeiðinum at gera reglur. Vit mæla eisini til, at tað verður ásett í kunngerðini [...] sum eru lærararnir í skúlanum, hava bæði fakliga førleikan og kenna umstøðurnar í skúlanum til at geva bestu ráðini, ið hóska til einstaka skúlan. Tað er eisini so, at um lærararnir í skúlanum eru við
so eru bert fýra lið við í kappingini í 1. deild í ár. Hetta er munandi minni enn undanfarin ár, tá eitt nú Tvøroyrar Klubbi, Vágs Billardfelag og Fuglafjarðar Billardfelag hava verið við. Nú eru so bert [...] kaggaliðnum í fjør, og teir kunnu avgjørt koma at taka hini liðini á bóli. Hyggja vit so eftir hinum liðunum, so hava vit Klaksvíkar Billardfelag, sum hevur vunnið fleiri meistaraheiti á rað. Tað manglar [...] Men taka vit so Havnar Klubba, so er verandi føroyameistarin, Henrik Petersen við á liðnum, og hann kann fáa stóran týdning fyri, hvussu kappingin fer at laga seg. Hinir báðir á ?Klubbaliðnum? eru Niels Nielsen
barnaróðurin er komin fyri at verða. Hann heldur so avgjørt, at tað er gott fyri kappróðurin, tí kappingin um tey ungu er hørð í teimum mongu ítróttargreinunum her á landi. ? Tíðirnar eru nógv broyttar, [...] luttaka í FM róðri. Tí halda vit, at hetta kann vera ein góður møguleiki at venja seg við at sita í báti og at læra at rógva á ungum árum, sigur Hannis. Dregur ikki út Mong eru tey, sum halda, at barnaróðurin [...] Hetta er jú framtíðin hjá ítróttini, sum vit tosa um, vísir hann á. Sambært Hannisi, so hava summi fílst á, at teir startdómararnir, sum feløgini útvega, ikki eru nóg professionellir, men hesum tekur Hannis
verið á háskúla í Danmark. Nú er onkur komin aftur, og tann eini gittarleikarin er skiftur út. Seinastu mánaðarnar hevur bólkurin arbeitt hart í venjingarhølinum, og eru sera væl fyri. Nýggi gittarleikarin [...] nógv, greiður Eyðun frá. Vit hava nógva forritan við og brúka eisini elektriskar trummur og nógv keyboards. Tað, at fáa ein nýggjan lim í bólkin, avbjóðar restina okkum nógv. Vit hava peppað øll tey gomlu [...] gomlu løgini upp, og hava eisini skrivað okkurt nýtt lag. Eg haldi, at vit eru betur enn nakrantíð áður Karl Anton er ferðaleiðari Karl Anton Klein, ið umsitur ovararu hædd av Margarinfabrikkini, er ferðaleiðari
- júst tí tey ikki hava álit á politikarunum og eru farin undir sínar egnu skipanir, sum vit vilja hava frið til at menna og útbyggja, soleiðis at vit sjálvi kunnu syrgja fyri, at fáa eina nøktandi skipan [...] samfelagsskyldur sínar. Men síðani er snøgt sagt onki hent. segði hann. ? Gamaní eru landsstýrisfólk farin frá og onnur komin í staðin. Men enn er sama sjabbið: Nú fer okkurt at henda, partarnir á arbeið [...] berjast fyri at bøta um sínar skipanir, sum í flestu førum eru vánaligar. ? Og so koma eisini tey, sum als ongar skipanir hava og tey sum ikki eru í lønandi vinnu. Hann segði at megin reglan má verða, at
at vit helst royna at fáa leikarar, sum ikki eru eldri enn eini 15-16 ár, tí tá hava vit størst møguleika at menna teir. Er talan hinvegin um evnaríkan leikara, sum er eini 18-19 ár, so hava vit sjálvandi [...] millum teir bestu í heiminum. Hópur av stórleikarum eru klaktir undir mongu venjingunum, og aloftast hevur tað verið soleiðis, at hesir spælarar eru komnir blaðungir til felagið. Tí kann tað eisini undra [...] Áhugin fyri føroyskum fótbóltsleikarunum er vorðin alsamt størri seinnu árini. Onkrir ungir leikarar eru longu farnir av landinum, og tíðum ljóðar eisini, hvussu nógv eygu fylgja við avrikunum hjá einstøkum
hendir, er, at vit fáa fleiri línuskip, enn gott er. Sum er, hava vit ivaleyst av línuskipum á føroyagrunninum. Og teir, sum eru her frammanundan, koma so at fáa skerdar møguleikar. Skulu vit í framtíðini [...] hugsað mær at spurt: Hvar er felagið Línuskip í hesum leiki, nú teir verða etnir upp innanífrá? Tað eru heilt aðrar reglur galdandi um stødd og veiðitrýst, tá ið útrórarmenn skulu skifta sínar bátar út, [...] uppkeypa norskar frystilínubátar, er einki óført. Eg havi skilt, at bátar upp á fleiri hundrað tons eru á veg inn í flotan fyri útróðrarbátar, sum hava verið lítið og einki brúktir seinastu árini. Tað kundi
Hinir limirnir eru Jørgen Niclasen og Jóannis Niclasen úr Miðvági. ##med2## Í Tindhólmi eru 48 áseyðir, sum plaga at geva umleið 55 lomb um árið. - Í mínum ungu døgum vóru 60 áseyðir, og vit fingu bert 50 [...] hin sami. Í dag eru allir eigararnir arvingar hjá hesum trimum. Jørgen sigur, at nógv er selt gjøgnum árini, men hóast tað ikki er nakað krav, er alt selt innan familjurnar, og í dag eru 20 eigarar. Tindhólmur [...] 50 lomb. Vit hava skorið niður og fáa nú fleiri lomb. Um summarið hava vit eisini 18 veðrar har úti. Fyrr var vanligt at hava neyt og kálvar har úti. Men seinastu 50 árini hava eingir kálvar verið í Tindhólmi
seinni í mánaðinum. - Vit eru sera takksom fyri tann stuðul, vit fáa – ikki minst frá vinnulívinum og eisini frá sjálvbodnum eldsálum - sum vilja hjálpa okkum at menna okkara virksemi. Vit hava sera gott samstarv [...] sjósavnið húsast í gamla Íshúsinum á Argjum, har karmarnir eru trongir og avmarkaðir í mun til tær ambitiónir, sum eru í dag og sum ynskiligar eru í framtíðini. Tað er einki at taka seg aftur í, at Bjørki [...] hyggja gjøgnum ein stóran rút og síggja spennandi fiskar í einum nýggjum og stórum hyli. Úti í túninum eru nakrar bingjur sveisaðar saman, og millum bingjurnar er ein hylur, sum er 6 ferðir 6 metrar í vídd
stóra dagin. Nógv fólk eru í sving og nógvar eru uppgávurnar. Omanfyri 100 sjálvboðin hjálparfólk, sum øll hava hvør sína uppgávu, bæði á sjálvum degnum og mánaðarnar frammanundan, eru til arbeiðis. Runnið [...] heimin savnast tey um marathonrenningina, og tað gera vit sjálvandi eisini í Havn. Hetta er 23. árið á rað, at runnið verður við Tórshavn Marathon, og øll eru boðin við. Renningin verður skotin í gongd í Vágsbotni [...] sæst á heimasíðuni torshavnmarathon.com og á Facebook síðuni Tórshavn Marathon. Vit gleða okkum til stóra rennidagin, og tit eru vælkomin við út á gøturnar.