Verður umsitin í stríð við andan í lógini

Lógin um vinnuligan fiskiskap:

 

Viðmerkingar til landsstýrismannin í fiskivinnumálum og fyrispurningar.

Fiskimálastýrið og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tosa nógv um at minka um veiðitrýstið. Hesir somu, sum tala um minking av veiðitrýstinum, ganga nú á odda at innflyta norskar línubátar inn í útróðrarflotan á sama hátt, sum byrjað varð við Froyanesi í sínari tíð.

Tað, sum eg vil hava at vita frá Jørgeni Niclasen, er, um hann ætlar at gera allan útróðrarflotan til línuskip. Skip, sum hava ligið og gnagað gummi í fleiri Harrans ár, kunnu nú umdoypast til norskar innfluttar frystilínubátar. Mær er sagt, at teir, sum keypa hesar bátar, fáa studning úr norska statskassanum, til at uppkeypa fiskiloyvir í Føroyum.

Spurningurin er bara: Er tað neyðugt í heila tikið at áseta fiskidagar, um hetta skilið heldur fram? Og eg kundi hugsað mær at spurt: Hvar er felagið Línuskip í hesum leiki, nú teir verða etnir upp innanífrá?

Tað eru heilt aðrar reglur galdandi um stødd og veiðitrýst, tá ið útrórarmenn skulu skifta sínar bátar út, men tá ið tað er at uppkeypa norskar frystilínubátar, er einki óført. Eg havi skilt, at bátar upp á fleiri hundrað tons eru á veg inn í flotan fyri útróðrarbátar, sum hava verið lítið og einki brúktir seinastu árini. Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita frá Jørgeni Niclasen og Fiskimálastýrinum, hvar heimildirnar í lógini liggja? Er tað rætt at leggja fleiri enn tvey loyvir saman?

Prosentbýtið í lógini er ikki burturtikið enn. Heini O. Heinesen og Tjóðveldisflokkurin fara ongantíð at ganga við til, at hetta prosentbýtið verður burturtikið. Tí er tað eisini ein spurningur fyri Meginfelag Útróðrarmanna, at teirra bólkur nú verður uppetin av hesum somu skipum, sum við studningi eru tikin úr norska flotanum fyri at regulera teirra veiðitrýst. Hesin studningur skal nú brúkast til at økja veiðitrýstið á føroyska landgrunninum.

Høvdu hesi skip komið inn í flotan fyri okkara gomlu línubátar, so var logikkur í hesum, men tað, sum nú hendir, er, at vit fáa fleiri línuskip, enn gott er. Sum er, hava vit ivaleyst av línuskipum á føroyagrunninum. Og teir, sum eru her frammanundan, koma so at fáa skerdar møguleikar.

Skulu vit í framtíðini hava ein havgangandi útróðarflota, er neyðugt, at hesir leggja saman í sínum egna bólki. Tað kann ongantíð verða rætt, at fiskiloyvir verða flutt úr útróðrarflotanum til stór línuskip, sum kunnu royna í so gott sum í øllum veðri, 24 tímar um samdøgnið, meðan útróðrarbátar bert eru nakrar fáaar tímar úti, tá ið viðrar.

Um hetta heldur fram, er eingin grund fyri í heila tikið at tosa um avmarkingar í veiðitrýstinum, tí tað er eingin partur í flotanum, sum er so nógv avmarkaður av veðri og vindi sum útróðarflotin.

Spurningurin er eisini, hvussu roknistykkið sær út hjá hesum skipum. Tað, sum eg havi hoyrt um norska línubátin, sum komin er frammanundan, er, at hann hevur havt stórt hall. So, búskaparligta er einki, sum talar fyri hesum - uttan at hjálpa norðmonnum og teirra strámonnum í Føroyum burtur úr teirra trupulleikum. Úrslitið verður bert, at tað verður einki línuskip, sum fær tað at bera til, samstundis sum havgangandi útróðurin verður avtikin við vælsignilsi frá Fiskimálastýrinum.

Tað nyttar so lítið at hava eina lóg um vinnuligan fiskiskap, tá ið hon verður umsitin beinleiðis í stríð við andan í lógini.