Barnaróðurin er framtíðin

Í fjør byrjaði Róðrarsamband Føroya at skipa fyri barnaróðri á FM stevnunum. Hetta varð gjørt við tí fyri eyga at venja tey ungu við at sita í báti, áðrenn tey hava aldur til at luttaka í sjálvum FM róðrunum

Eins og á hinum FM stevnunum varð eisini skipað fyri barnaróðri á fjarðastevnu í Vestmanna. Børnini ganga høgt upp í venjingarnar, og tað sást eisini aftur hjá fleiri manningum, sum mugu sigast at vera væl fyri.
Hannis Joensen, formaður í RSF, sigur, at barnaróðurin er komin fyri at verða. Hann heldur so avgjørt, at tað er gott fyri kappróðurin, tí kappingin um tey ungu er hørð í teimum mongu ítróttargreinunum her á landi.
? Tíðirnar eru nógv broyttar, og ung um 17 ára aldur hava mangan ongantíð sitið í báti, tá tey fyri fyrstu ferð luttaka í FM róðri. Tí halda vit, at hetta kann vera ein góður møguleiki at venja seg við at sita í báti og at læra at rógva á ungum árum, sigur Hannis.

Dregur ikki út
Mong eru tey, sum halda, at barnaróðurin dregur FM róðrarnar út. Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar róðrarfelag sæst á kjakinum, at ymsar meiningar eru um, hvørs tað er rætt at hava barnaróðrarnar mitt í FM róðrinum.
Formaðurin í RSF sigur seg ikki skilja, at tað verður skyldað upp á barnaróðurin fyri at draga tíðina út.
? Eg haldi ikki, at hatta er heilt rætt, sigur hann. Hann greiðir víðari frá, at í fjør varð sjálvur høvuðsdómarin nýttur til at starta børnini eisini, og tað var ikki so skilagott.
? Í ár hava vit so ístaðin heitt á feløgini sjálvi um at útvega ein startdómara til børnini, og tað gongur nógv betur, heldur Hannis fyri.
Hann leggur dent á, at tað neyvan er barnaróðurin, sum ger, at klokkan kann líða væl móti seks ella sjey á kvøldi, áðrenn kappróðurin er liðugur.
Samstundis viðgongur hann tó, at tað koma misskiljingar fyri, sum tó gera, at bíðað verður eftir barnaróðrunum.
? Á fjarðastevnuni vóru onkrar misskiljingar, sum komu av, at dómararnir ivaðust í, um teir skulu útseta barnaróðrarnar til aftan á tíggjumannaførini. Hetta komst av streymviðurskiftunum, og tað kann man bara skilja væl. Tí hóast alt mugu FM róðrarnir raðfestast hægri, tá slík viðurskifti gera seg galdandi, sigur formaðurin í RSF.

Seta tíð av
Hannis Joensen sigur, at nú barnaróðrarnir eru komnir, so eigur tíð eisini at verða sett av til teir.
? Sjálvandi taka teir róðrarnir eisini sína tíð, men eg haldi so avgjørt, at tað er rætt at seta tíð av til tað. Og at tað er skeivt at siga, at barnaróðurin ger ónáðir. Hetta er jú framtíðin hjá ítróttini, sum vit tosa um, vísir hann á.
Sambært Hannisi, so hava summi fílst á, at teir startdómararnir, sum feløgini útvega, ikki eru nóg professionellir, men hesum tekur Hannis sær als ikki av.
? Her er talan um fólk, sum hava róð í mong ár, sum feløgini útvega, og eg havi fult álit á, at persónarnir, sum feløgini finna, vita, hvat tey skulu gera, tá bátarnir verða lagdir, sigur Hannis Joensen, formaður í RSF.

Úrslitini frá barnaróðrinum á fjarðastevnu í Vestmanna leygardagin:

Barnaróður, gentur
1Blikur02.42.22
2Ørnin02.47.23
3Havfrúgvin02.48.04
4Sílið02.49.12
5Royndin Fríða02.51.09
6Tekla02.53.04
7Firvaldur02.54.01
8Fípan Fagra02.54.15
9Dúgvan03.05.01


Barnaróður, dreingir
1Sílið02.21.05
2Blikur02.24.00
3Fípan Fagra02.26.20
4Junkarin02.32.10
5Royndin Fríða02.32.23
6Hulda02.37.17