Eftirløn
Arbeiðsmarknaðurin hevur lítla virðing fyri, hvussu politikarar hava handfarið málið um eftirløn til landsins borgarar.
Tað segåi Gunnleivur Dalsgarð á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum leygardagin.
Har umrøddi hann eisini umstrídda eftirlønarmálið, sum javnan hevur verið uppi í almenna kjakinum seinastu árini, men sum hvørja ferð er dovnað aftur.
Gunnleivur Dalsgarð segði, at almenna eftirlønarskipanin er eitt tað løgnasta politiska mál, sum hevur verið uppi seinastu árini.
? Fyri umleið fimm árum síðani, varð lagt til brots av ambráðum landsstýrisfólki: Nú skuldi borgarin fáa eina eftirlønarskipan, sum veruliga kom at gera tað møguligt, at lívbjarga sær á ellisárum, samstundis sum fólkapensjónin skuldi avtakast.
? Vit hava ikki ráð til ?eldrabylgjuna?, sum hótti fyri framman, soleiðis sum flestu poltikkarar málbera seg um tey fólk, sum hava lagt rygg til sætta sær og sínum og sum umframt hetta hava røkt samfelagsskyldur sínar.
Men síðani er snøgt sagt onki hent. segði hann.
? Gamaní eru landsstýrisfólk farin frá og onnur komin í staðin. Men enn er sama sjabbið: Nú fer okkurt at henda, partarnir á arbeiðsmarknaðinum verða boðsendir fyrsta dagin til at orða ein eftirlønarpolitikk saman við myndugleikunum, o.s.fr.
?Og sjálvur løgmaður, sum annars onki hevur við slík mál at gera, skúgvaði alt til viks og segði at nú verður tað.
? Hann barslaði við einum fundi, har allur arbeiðsmarknaðurin var boðin við, og har hetta mál eisini skuldi eitast at vera á dagskránni.
? Men hetta tiltakið var so út av lagi illa fyrireika, at mest sum allur arbeiðsmarknaðurin vendi tummilin niðureftir.
Gunnleivur Dalsgarð segði, at hvat síðani fer at henda , er ikki kunnugt í løtuni:
Men at vænta, at arbeiðsmarknaðurin fer at leggja seg úti í málið og verða ?jarnbrotið?, tá ið løgmaður ikki fær sína politisku umsiting at virka, kann hann gloyma alt um.
Hann segði, at ongin ivi er um, at politiski myndugleikin hevur ligið sjóvarfallið av sær.
Skal talan verða um at fáa arbeiðsmarkanin at verða við til, at fáa eina loysn á hesum, átti at verið annarleiðis atborið. Flestu fakfeløg hava nú tikið hendan almennt forsømda partin upp sjálvi, - júst tí tey ikki hava álit á politikarunum og eru farin undir sínar egnu skipanir, sum vit vilja hava frið til at menna og útbyggja, soleiðis at vit sjálvi kunnu syrgja fyri, at fáa eina nøktandi skipan.
Sleppa ikki undan
? Men politiski myndugleikin skal tó gera sær greitt, at hann sleppur ikki undan at tryggja, at allir borgarar landsins fáa eina so góða eftirlønar- og tryggingarskipan, at teir væl og virðiliga fáa lívbjarga sær á ellisárum , ella áðrenn um illa vil til.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum segði, at øll hava jú ikki eins góðar skipanir og her er tað, sum í so nógvum øðrum førum, tey, ið eru á ovastu rókunu, og tískuldu havt betsu uppsparingarmøguleikarnar, eisini hava bestu skipanirnar, men tey, við lægru lønunum, framvegis mugu berjast fyri at bøta um sínar skipanir, sum í flestu førum eru vánaligar.
? Og so koma eisini tey, sum als ongar skipanir hava og tey sum ikki eru í lønandi vinnu.
Hann segði at megin reglan má verða, at eftirlønarskipanir er uppgávan hjá tí almenna.
? Í øllum førum eigur hetta at vera reglan í einum vælvirkandi vælferðasamfelagi. At alt fleiri fakfeløg vegna limir sínar seta á stovn ymsar skipanir, sigur meira um vantandi álitið, ið feløgini hava á politikarar okkara.
Virðingin fyri teirra handfaring av hesum málinum er ongin,s egði Gunnleivur Dalsgarð.









