Fótbóltur
Áhugin fyri føroyskum fótbóltsleikarunum er vorðin alsamt størri seinnu árini. Onkrir ungir leikarar eru longu farnir av landinum, og tíðum ljóðar eisini, hvussu nógv eygu fylgja við avrikunum hjá einstøkum leikarum.
Aloftast síggja hesu eygu fyrst leikaran, tá hesin umboða Føroyar og onkrum av yngru landsliðunum, og millum annað undir U-16 kappingini, sum varð hildin í fjør, vóru hópur av sonenvdum talentspeidarum at síggja í Gundadali.
Vendi aftur
Ein teirra, sum vitjaði í fjør, var John Steen Olsen, sum hevur til uppgávu at finna fótbóltsleikarar til væl umtókta fótbóltsakademiið hjá hollendska stórfelagnum, Ajax. Ein fótbóltsskúli, sum hevur klekt somikið navnframar leikarar sum Edgard Davics, Johan Cruyff Patrick Kluivert, Frank Rijkaard og de Boer tvíburðarar, bert fyri at nevna nakrar.
Hósdagin var John so aftur at síggja í Føroyum. Hesa ferð sum áskoðari til seinnu hálvfinaluni millum tey bæði havnarliðini, HB og B36, og hóast hann ikki var komin at hyggja at nøkrum einstøkum leikara, so duldi hann ikki eftir dystin, at hann enn eina ferð var bilsin um tað, sum hann hevði sæð.
- Sum sagt, so var eg her í fjør, og tá var eg avgjørt bilsin um, hvussu høgt støðið hjá føroysku leikarunum var. Eg havi síðani havt nakað av sambandi við Jákup í Stórustovu, og hann helt, at tað kundi verið eitt gott hugskot, um eg eisini sá onkran dyst í bestu deildini.
- Tað er sostatt orsøkin til vitjananina hesaferð, og aftur nú má eg siga, at eg eri bilsin um støðið. Leikferðin í dystinum í dag var sera høg, og á báðum liðum var talan um fleiri tekniskt góðar leikarar, sum kunnu mennast heilt nógv við røttu venjingini.
Spurdur, um tað var nakar einstakur leikari, sum hann hevði bitið merki í hendan dagin, var svarið eitt sindur dragandi, at har vóru fleiri ungir og spennandi leikarar á báðum liðum.
Sum nevnt, so telist fótbóltsskúlin hjá Ajax millum teir bestu í heiminum. Hópur av stórleikarum eru klaktir undir mongu venjingunum, og aloftast hevur tað verið soleiðis, at hesir spælarar eru komnir blaðungir til felagið. Tí kann tað eisini undra eitt sindur, at John sæst hyggja eftir einum dysti í 1. deild, tí aloftast er talan um leikarar, sum ikki hava aldur til vaksnamannafótbólt.
- Jú, tað er rætt, at vit helst royna at fáa leikarar, sum ikki eru eldri enn eini 15-16 ár, tí tá hava vit størst møguleika at menna teir. Er talan hinvegin um evnaríkan leikara, sum er eini 18-19 ár, so hava vit sjálvandi eisini áhuga í hesum.
Skilir ikki danir
Eftir at hava tosað eitt sindur aftur og fram um ta menning, sum hevur verið í føroyskum fótbólti, fellur prátið aftur inn á leikarar, sum eru farnir, ella fara út um landoddarnar at royna seg. John heldur fyri, at talan í Føroyum er um lutfalsliga nógvar evnaríkar leikarar, men kortini er eitt, sum hann ikki rættiliga dugir at skilja.
- Eg fati ikki, at donsk feløg ikki sýna Føroyum størri áhuga. Her er hópur av evnaríkum ungum leikarum, og at Todi stendur seg somikið væl í Danmark, átti bara at veri góð reklama í so máta. Tí vildi tað verið náttúrligt, um danir í størri mun hugdu hendan vegin, men av onkrari óskiljandi orsøk er hetta so ikki gjørt enn, heldur John Steen Olsen, og sum talentskóti hjá Ajax, átti hann at vita, hvat hann tosar um.