higartil hevur gjørt sær við koyring í el-bussinum, eru positivar, og hann heldur eisini, at umstøðurnar í oynni til løðing av battaríunum nú eru góðar. Vit spurdu eisini Jákup Fróða Djurhuus, um tað kanska [...] fyrsti bussurin av slíkum slag í Føroyum ikki júst fer at koyra millum Skopun og Sand? So langt eru vit ikki komin enn, men slíkt er ikki óhugsandi, sigur Jákup Fróði Djurhuus. Brosandi heldur hann fyri, at [...] tú inn aftan fyri bussføraran. At koma inn í el-bussin, minnir um at koma inn í býarbussarnar, sum vit kenna teir í høvuðsstaðnum, sigur hann. Hóast el-bussurin ikki er partur av sáttmálaskeiðnum fyrr enn
eftir longda leiktíð og brotssparkskapping – slerdi rimmar fast, at nú eru tað teir í Sundalagnum og ikki teir í HB, sum eru steypaliðið yvir øllum hinum. – Tað hevur ikki gingið eftir vild í fyrstu [...] meistarliga væl. – Kortini haldi eg, at vit høvdu hampuligt tak á verjupartinum. Andrew av Fløtum er góður bóltspælari, og bæði Símun Samuelsen og Christian R. Mouritsen eru vandamiklir í síðunum, og Kristin [...] leygardag var eg á 1. deildarliðnum ímóti FC Suðuroy. So faktiskt havi eg bara vant eina ferð, áðrenn vit nú fóru í Gundadal, greiðir Egil á Bø frá. HB hevði bóltin meiri enn gestirnir, sum tó vóru vandamiklir
í verandi dagstovni ikki eru nóg góðar. - Vit vilja nú gera vart við okkara ónøgd, sigur tær fýra. Ótolandi viðurskifti Tað eru kortini ikki bert hesar fýra kvinnurnar, sum eru ónøgdar við at barnagarðurin [...] síðani er tikin í nýtslu. Íalt eru 114 onnur fólk í bygdini misnøgd við tvey viðurskifti, tá talan er um umstøðurnar hjá børnunum í dagrøktini: Í fyrra lagi vísa tey á, at tað eru meiri enn átta ár síðani at [...] at arbeiðið uppá nýggja barnagarðin byrjaði, men í seinastuni hevur verið líkt til, at stígur er komin í arbeiðið. Einu tíðina ljóðaði, at hann skuldi verða liðugur í februar mánaði, men tá hetta ikki
at leggja at, og bátarnir eru ikki nakað vit hugsa um, greiðir Niels Pauli Magnusson frá. Ongi boð fingið Bátaeigararnir halda tað eisini vera løgi, at ongi verulig boð eru komin. - Tað stóð okkurt í bløðunum [...] bløðunum, men tað eru ikki øll, sum lesa bløðini, og eg var sjálvur burturstaddur, tá boðini komu fyri umleið einum mánaði síðani. Síðani tá hava vit fingið eitt bræv, men tað er ikki sent til okkum allar [...] eigarunum, sum hevur fingið boð at bera brævið til hinar. So tað er onki løgi í, at vit ikki vita hvørji boðini eru, greiðir bátseigarin frá. Kann vera okkurt við býráðnum Í 2005 komu bygdirnar í økinum
skipið fer nakran veg. - Vit fóru undir at skrúva høvuðsmotorin sundur mánadagin, og væntandi fara einir tveir mans hjá okkum at arbeiða umborð á skipinum í nakrar dagar. Sum skilst, eru nakrir menn, sum fara [...] tað ikki skal brúkast til fiskiskap. Hann vísti á, at tað serliga eru spølini og rørskipanin, sum er kaput, eins og ljósmotorar og gear eru í ringum standi. Reiðarin helt kortini, at sjálvur høvuðsmotorurin [...] Umborð “The stern trawler Sancy is sold to Norway and will be used as a standby vessel…” Hetta funnu vit á eini heimasíðu í vikuni, og hetta er ikki at misskilja. Sancy er farin úr føroyska fiskiskipaflotanum
úr konsertum, líkasum brot úr fótboltsdystum. Tey mugu verða líka áhugað í framsýningini hjá N.N., sum í at N.N. hevur skorað móti tí og tí. Men tað skuldi álvaratos ikki verið ómøguligt. Tað, sum so vildi [...] tíð, men eg ivist ikki eina løtu í, at tað hevði gjørt mun. Við áhuga skapar tú áhuga. Enn eru vit so ikki komin til 1. januar ár 2000, men man hevur væl loyvi at droyma........ [...] ni, eg hugsi um. Taka vit t.d. útvarpið, ja, so er hvønn dag á døgurða ein fastur táttur um ítrótt, sum ofta varir líka leingi, ja, onkuntíð longri enn øll hini tíðindini, ið eru politikkur, katastrofur
samskifta, bæði við tey, sum eru hjástødd, og á netinum, er tað enn meira týðandi, at næmingarnir hava í huga, at tey eiga at samskifta virðiliga. Við hesum í huga er tíðin komin, at virðiligt samskifti eisini [...] skal hava uppskotið til reglur til ummælis. - Vit taka undir við, at tað er ásett, at skúlaleiðarin veitir skúlastýrinum ráð í arbeiðinum at gera reglur. Vit mæla eisini til, at tað verður ásett í kunngerðini [...] sum eru lærararnir í skúlanum, hava bæði fakliga førleikan og kenna umstøðurnar í skúlanum til at geva bestu ráðini, ið hóska til einstaka skúlan. Tað er eisini so, at um lærararnir í skúlanum eru við
so eru bert fýra lið við í kappingini í 1. deild í ár. Hetta er munandi minni enn undanfarin ár, tá eitt nú Tvøroyrar Klubbi, Vágs Billardfelag og Fuglafjarðar Billardfelag hava verið við. Nú eru so bert [...] kaggaliðnum í fjør, og teir kunnu avgjørt koma at taka hini liðini á bóli. Hyggja vit so eftir hinum liðunum, so hava vit Klaksvíkar Billardfelag, sum hevur vunnið fleiri meistaraheiti á rað. Tað manglar [...] Men taka vit so Havnar Klubba, so er verandi føroyameistarin, Henrik Petersen við á liðnum, og hann kann fáa stóran týdning fyri, hvussu kappingin fer at laga seg. Hinir báðir á ?Klubbaliðnum? eru Niels Nielsen
barnaróðurin er komin fyri at verða. Hann heldur so avgjørt, at tað er gott fyri kappróðurin, tí kappingin um tey ungu er hørð í teimum mongu ítróttargreinunum her á landi. ? Tíðirnar eru nógv broyttar, [...] luttaka í FM róðri. Tí halda vit, at hetta kann vera ein góður møguleiki at venja seg við at sita í báti og at læra at rógva á ungum árum, sigur Hannis. Dregur ikki út Mong eru tey, sum halda, at barnaróðurin [...] Hetta er jú framtíðin hjá ítróttini, sum vit tosa um, vísir hann á. Sambært Hannisi, so hava summi fílst á, at teir startdómararnir, sum feløgini útvega, ikki eru nóg professionellir, men hesum tekur Hannis
verið á háskúla í Danmark. Nú er onkur komin aftur, og tann eini gittarleikarin er skiftur út. Seinastu mánaðarnar hevur bólkurin arbeitt hart í venjingarhølinum, og eru sera væl fyri. Nýggi gittarleikarin [...] nógv, greiður Eyðun frá. Vit hava nógva forritan við og brúka eisini elektriskar trummur og nógv keyboards. Tað, at fáa ein nýggjan lim í bólkin, avbjóðar restina okkum nógv. Vit hava peppað øll tey gomlu [...] gomlu løgini upp, og hava eisini skrivað okkurt nýtt lag. Eg haldi, at vit eru betur enn nakrantíð áður Karl Anton er ferðaleiðari Karl Anton Klein, ið umsitur ovararu hædd av Margarinfabrikkini, er ferðaleiðari