Borgarstjórarnir í Suðuroy berjast av øllum alvi fyri at ætlaði eftirskúlin í Suðuroy verður til veruleika.
Og nú fara teir at kanna eftir um ikki hóskandi høli eru í oynni at húsa skúlanum í.
Higartil hevur verið tosað um at byggja ein eftirskúla í Hvalba, men sannlíkindini fyri tí minka alsamt.
Og nú hava borgarstjórarnir í Suðuroy ásannað, at skal tað eydnast fáa ein eftirskúla í Suðuroy, verða teir helst noyddir at sleppa kravinum um at hann skal vera í Hvalba.
Annars hava teir higartil hildið fast um, at skúlin skuldi vera í Hvalba. Hinvegin hevur landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, boðað púra greitt frá, at tað er ov dýrt.
Hon heldur, at skal eftirskúlin í Suðuroy hava nakran møguleika, verður neyðugt at finna eina bíligari loysn og at finna innivist fyri skúlanum í onkrum høli, sum eru í oynni frammanundan.
Tí heldur hon, at ein hóskandi bygningur skal finnast onkustaðni í oynni og so skal næmingaheim byggjast í tilknýti til tann bygningin.
Sjálv heldur hon, at skúlin í Sumba er sera væl hóskandi til eftirskúla.
Borgarstjórar standa saman
Støðan, sum eftirskúlin er komin í, fekk allar sjey borgarstjórarnar í Suðuroy at hittast um vikuskiftið at viðgera málið.
Úrslitið av fundinum er, at teir hava sent landsstýriskvinnuni í mentamálum eina felags niðurstøðu, har teir framvegis halda, at besta loysnin er at byggja eftirskúlan í Hvalba.
Hinvegin staðfesta teir, at landsstýriskvinnan tekur ikki undir við at byggja ætlaða skúlan í Hvalba.
Hinvegin siga borgarstjórarnir í Suðuroy, at tað ógvuliga umráðandi fyri teir at staðfesta, at teir standa saman um eftirskúlan, sama hvar í oynni hann verður.
Fyri ikki at missa eftirskúlan av oynni, eru allir borgarstjórarnir í Suðuroy samdir um, at nú fara teir hvør í sínum lagi at kanna eftir um teir finna onkur høli, sum kunnu hugsast at vera hóskandi til at húsa einum eftirskúla.
- Vit halda, at hetta er eitt ógvuliga álvarsligt mál og at farast skal skynsamt fram fyri at finna best hugsandi loysnina, siga teir sjey borgarstjórarnir í fráboðan til landsstýriskvinnuna í mentamálum.
Teir eru eisini samdir um, at tá ið tær sjey kommunurnar hava havt høvi til at bjóða seg fram, verða teir ymsu møguleikarnir lagdir fyri eftirskúlanevndina, sum so skal meta um, antin nøkur av hølunum, sum eru til taks, eru hóskandi til ein eftirskúla, tí tað verður hon, sum eigur endaligu avgerðina.