Stovna felag at sigla við feskum fiski

Føroyskir fiskaútflytarar eru ikki nøgdir við tænastuna hjá Faroe Ship. Teir halda, at tað merkist, at aðrir enn føroyingar eiga og reka felagið, og teir sakna sálina, sum skal dríva verkið til frama fyri føroyskan fiskaútflutning

Útflutningur

 

Nú Faroe Ship síðst í hesum mánaðinum gevst at sigla úr Føroyum til Scrabster mánadag og fríggjadag, verður hetta eitt stórt afturstig fyri føroyskar fiskaútflytarar – og eisini fyri føroyskar fiskimenn, sum av hesi orsøk kunnu vænta at fáa minni fyri fiskin.

Avgerðin hjá Faroe Ship hevur ført til, at eitt felag nú er undir stovnan og hevur útvegað sær skip til fiskaflutning úr Føroyum til Scrabster.

Frá álítandi keldum veit Sosialurin, at felagið kanska verður stovnað longu í dag ella í morgin.

Teir, sum standa aftanfyri felagið, eru serliga útflytarar av feskum fiski, bæði laksi og øðrum fiskasløgum.

Leingi hevur verið greitt, at fiskaútflytarar ikki eru nøgdir við tænastuna hjá Faroe Ship og tað, at felagið nú gevst við siglingini úr Føroyum til Scrabster, hevur fingið feløg, sum arbeiða við feskum fiski, at taka neyðuga stigið at byggja sær eina rutu upp sjálvir.

Ein av stigtakarunum sigur við Sosialin, at teir ikki vilja út alment við ætlanini, fyrr enn øll viðurskifti eru komin upp á pláss.

- Men allar kanningar eru lidnar, og vit eru so gott sum til reiðar at stovna felagið, sum kemur at taka sær av hesum flutningi.

Skip er eisini útvegað til flutningin.

 

Verri tænasta

Í staðin fyri at sigla til Scrabster tvær ferðir um vikuna, fer Faroe Ship eftir 30. juni einaferð um vikuna at sigla til Immingham, sum liggur á leiðini við Grimsby, ið er nógv syðri á bretska meginlandinum.

Fiskaútflytarar síggja tað, sum ein stóran trupulleika, at teinurin niður til Immingham er nógv longri enn til Scrabster – og ikki minst, at talan bert verður um eina fráferð úr Føroyum um vikuna.

Fiskurin kann gerast ov gamal, tá hann kemur út til keypararnar, og vandin er, at váðin hjá fiskaseljarunum soleiðis verður ov stórur.

Hetta kemur at merkja, at fleiri skip, sum kundu hugsað sær at selt veiðina – ella ein part av henni – til keyparar, sum senda fiskin feskan av landinum, noyðast inn í senn, og tað kann aftur merkja, at avreiðingarprísurin ikki verður optimalur.

Fiskaseljarar hava ikki verið nøgdir við tænastuna hjá Faroe Ship gjøgnum veturin, tí tað hevur mangan staðið á hjá felagnum at hildið rutuna úr Føroyum til Scrabster.

Teir halda, at tað merkist, at tað nú eru aðrir enn føroyingar, sum eiga Faroe Ship, og teir sakna eisini sálina, sum skal dríva verkið til frama fyri føroyskan fiskaútflutning.