Tvær ferðir so nógv kynslig brotsverk

Vit mugu fáa eina miðstøð á Landssjúkrahúsinum fyri neyðtøku-offur, halda fýra felagsskapir

Nú mugu vit fáa gongd á arbeiðið at gera eina serliga miðstøð á Landssjúkrahúsinum fyri tey ið hava verið fyri neyðtøku, ella øðrum kynsligum brotsverkum.

Soleiðis ljóðar áheitanin frá fýra felagsskapum í Føroyum, Amnesty International, Kvinnuhúsinum, Kvinnufelagnum í Havn og Kvinnufelagssamskipan Føroya.

Tey vísa á, at hagtølini frá løgregluni eru týðilig prógv um, at hetta er neyðugt at gera, tí talið á kynsligum brotsverkum, sum verða meldað, er nógv vaksið.

Hesi seinastu árini hevur løgreglan fingið 21-25 fráboðanir um árið um neyðtøku og onnur kynslig brotsverk, men í 2018 eksploderaði talið, tí fekk løgreglan 53 fráboðanir.

– Afturat hesum eru tað so øll tey, sum ikki síggja seg før fyri at seg seg í samband við løgregluna. Sum er, hava tey ongan at venda sær til, siga teir fýra felagsskapirnir.

Í eini slíkari miðstøð kunnu offur fyri kynslig brotsverk fara beinleiðis, uttan um kommunulækna, ella annan lækna og har eru serkøn starvsfólk at taka sær av teimum. Tey veita ta neyðugu hjálpina, men sum eisini tryggja tey teknisku sporini, sum eru og goyma tey í eitt ávíst tíðarskeið undir so tryggum umstøðum, at tey kunnu brúkast sum prógv í rættinum.

Tað gevur offrinum eina ávísa umhugsunartíð, kanska eitt hálvt ár, ella eitt ár, at taka støðu til um tilburðurin skal meldast ella ikki.

Gera tey av at melda seinni, eru teknisku prógvini sostatt til skjals og kunnu brúkast í rættinum.

Men vil offrið melda beinanvegin, verða boð send eftir løgregluni, sum so ger tær neyðugu kanningarnar og samrøðurnar á staðnum.

– Í dag er tað soleiðis, at ofta verða offur oftaflutt ímillum ymsar stovur, og løgreglufólk fylgja tá við.

– Hetta er óetiskt, og tí fer ein serliga innrættað stova eisini at gera sítt til, at løgreglufólk ikki verða so sjónlig millum onnur heilsustarvsfólk og sjúklingar.

Tað eru nøkur ár síðani, at hesin spurningurin tók seg upp, men tá bar tað ikki á mál, tí tað manglaði ein serlækni í kvinnusjúkum.

Nú er hann komin og tí heita felagsskapirnir á landsstýrismannin í Heilsumálum, og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum um at fáa gongd á hetta arbeiðið aftur.

Ein meting sigur, at tað fer at kosta einar 320.000 krónur at skipa eina slíka deild og tað fer at kosta einar 1,250.000 krónur um árið at reka hana.