Óvist er hvørs Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, í kvøld fær stuðul frá meirilutanum í býráðnum at røkja bæði borgarstjórasessin og tingsessin. Um hann ikki fær loyvi, so má hann velja um hann [...] borgarstjórin kann røkja báðar sessir, men kann atkvøða øðrvísi í dag. Í samrøðu við Norðlýsið 3. september segði hann, at hann ivaðist í, um hann fór at atkvøða fyri at loyva borgarstjóranum at røkja báðar [...] aðrar keldur í samgongumeirilutanum, ið upplýsa, at tað í løtuni verður samráðst um Jógvan Skorheim fær loyvi at røkja báðar sessirnar. Eyðstein Poulsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, ið situr í andstøðu
býráðslimir, sum ivast í hesum, tí teir hveppa seg við at gera fleiri greflig sár í kommununa og tí halda teir, at í roynd og veru er tað ein stór avgerð at taka, hvar eitt grótbrot skal vera. Í hesum sambandi [...] Í býráðnum í Klaksvík verður nú arbeitt við at finna eitt pláss, har tað ber til at gera eitt nýtt grótbrot. Grótvirkið á Strond er nú niðurlagt, og maskinur og útgerð eru flutt niðan á ídnaðarøkið við [...] við málinum. Í hesum sambandi skal ein kostnaðarmeting fyri at leggja grótbrotið í Torvadali, umframt at umhvørvisárinini skulu kannast. og tá ið tað er liðugt, skal tað so aftur samtykkjast í býráðnum.
Nøkur partafeløg vóru í farnu viku afturkallað úr Føroya Skiftirætti, meðan onnur feløg hava skift eigarar. Okkurt nýtt felag var eisini at síggja í vinnuskránni hjá BL.FO Skrásetingar-nr. P/F 1965 P/F [...] : Kr. 80.000,00 við skuldarumskifti til kurs 500. Nevnd: Innkomin í nevndina: Johan Andrias Reyðberg, Bumshamarsvegur 20, 700 Klaksvík (nevndarformaður) Ásmund Reyðberg, undir Bjørgum 1, 400 Oyrabakki [...] P/F Kjøtbúðin, 110 Tórshavn Viðtøkur broyttar: 13.10.2014 Nevnd: Innkomin í nevndina: Gunnar Davið Mohr, Blákollugøta 3, 100 Tórshavn (nevndarlimur) Johan Petur Sumberg Michelsen, Millum Gilja 72, 188 Hoyvík
– Eg gevist nú í politikki. Hesum havi eg boðað frá, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, sum hevur umboðað Tjóðveldi í Klaksvíkar býráð í 24 ár. Hann hevur sitið í átta ár sum borgarstjóri, átta ár sum vara [...] valdur í Klaksvíkar býráð í 1996. Tá var Tjóðveldi í samgongu við Fólkaflokkinum. Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum var borgarstjóri, og Steinbjørn O. Jacobsen varaborgarstjóri. Eftir valið í 2000 skipaðu [...] Steinbjørni O. Jacobsen sum varaborgarstjóra. Men í 2016 slapp Tjóðveldi ikki við í somu samgongu. Tá gjørdist Sjálvstýrisflokkurin størsti flokkur í Klaksvík og kundi skipa samgongu saman við Javnaðarflokkinum
Tað er fagnaður í stóru HB leguni, og tað er stórt vónbrot í KÍ leguni í Klaksvík. Í evstu løtu eydnaðist tað Ari Mohr Olsen at skora, og tað bar við sær 1-0 til HB. Fyrra hálvfinalan endaði 1-1, og harvið [...] KÍ málverjan, sum var á veg fram úr málinum. HB vann tvær ferðir í landskappingini í fjør, og í báðum dystunum skoraði Ari Mohr Olsen, og í kvøld skoraði hann avgerandi málið. -Kenslan at renna út móti HB [...] HB áskoðarunum var framúr, og nú er tað mest sum vorðið vani at skora í Klaksvík. Vit fegnast um finaluplássið, og í ár ætla vit okkum at vinna løgmanssteypið, sigur Ari Mohr Olsen. -Vit eru sera vónbrotnir
børn byrja sína skúlagongd í Klaksvík í august. Á Skúlanum á Fløtum byrja 73 børn í fyrsta flokki. Nakrir skúlar fáa ongan næming í fyrsta flokk í summar, teir eru skúlarnir í Fámjin, Kunoy, Haraldssund [...] d, Húsar/Syðradal og Skálavík-. Tað eru í høvuðsheitum børn fødd í 2012, sum nú fara í skúla eftir summarferiuna. Tað vóru 607 børn fødd í Føroyum í 2012, men nú sjey ár seinni eru næstan 100 børn fleiri [...] børn í 1. flokki í skúlunum kring landið. Tað vísir ein samanteljing hjá Undirvísingarmálaráðnum. Mánadagin 19. august fara 7.010 næmingar í skúla tilsamans, og av teimum fara sostatt 703 børn í skúla
Háskúlin til norðuri hjá Jóan Petur í Stongum í Klaksvík. Har var hann í eitt ár og flutti so til í Føgrulíð. Í 1909 flutti hann til Havnar, har hann er enn í dag. [...] og Heini Gaard bóru fram røður. ##med2## Annika Waag kom í røðuni nógv inn á tilknýtið, langabbi hennara, Símun í Vági, hevði við háskúlan. Símun í Vági var vinnulívsmaður og stovnaði Føroya Bjór. Hann stuðlaði [...] meðan skúlin var á Borðoynni. Hann sat eisini í stýrinum fyri háskúlan, men tá ið hann flutti til Havnar, segði hann seg frá í øði. – Heini Gaard eftirgav í síni røðu langabba sín, Rasmus Rasmussen, fyri
valið í 2016 vóru 26 valevni og í 2014 vóru 34 valevni. Umboðsráðsval er annað hvørt ár. Í ár skulu 17 umboð veljast at sita í fýra ár. Tryggingartakarar í Betri fáa valseðil sendan heim til sín í postinum [...] 9, 512 Norðragøta Uni Danielsen, Skraddaragøta 18, 188 Hoyvík Í nevndini í Ognarfelagið Tryggingartakaranna, sum umboðsráðið velur, sita í dag Birgir Nielsen, formaður, Teitur Poulsen, Arni D. Brattaberg [...] Í hesum døgum er val til umboðsráð hjá Betri Trygging. 20 menn standa á vallistanum hesaferð, 10 teirra úr høvuðsstaðnum, fýra úr Eysturoy, tríggir úr Suðuroy, tveir úr Vágum og ein úr Klaksvík. Tað er
Fótbóltsfepurin er so høgur í Klaksvík, sum hann ikki hevur verið í seytjan ár. Í 1999 eydnaðist tað KÍ at vinna greipuna – FM og steypakappingina. Fyri einum mánað síðani eydnaðist tað fyri fyrstu ferð [...] er KÍ í Klaksvík, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. Gestur B. Dam er tøkur aftur eftir leikbann, meðan tað er ivasamt, um Alex Mellemgaard verður førur fyri at spæla. Hann hevur trupulleikar í lærkrikanum [...] gongdina fyrr í summar, tá ið fleiri lyklaspælarar orsaka av skaðum ikki vóru við, hevur B36 aftur mest sum fulla skrúvu, og tað er kapping um plássini. -Vit trívast væl, tá ið avbjóðingin er stór, og í løtuni
veruleiki. Í øllum førum hevur Klaksvikar Býráð gjørt av at lata uppskotið verða grundarlag í einum víðari kjaki um nýggja miðbýin í Klaksvík. - Býráðið heldur í øllum førum grundhugsjónina í ætlanini vera [...] kommunan í løtuni er í einum aldudali, so ein slík ætlan má gerast í fleiri byggistigum, alt eftir, hvussu ráðini eru, sigur Dávur Winther. Hann fegnast tó um, at tað finnast kreativar kreftir í býnum, sum [...] íkast til framtíðarumhvørvið í Klaksvík. - Við slíkum kreftum og tí positiva uppbakningi ætlanin hevur millum fólk, ivist eg ikki í, at gróðrabotnurin til at byggja eina framtíð í býnum er sera góður, sigur