Í hesum døgum er val til umboðsráð hjá Betri Trygging. 20 menn standa á vallistanum hesaferð, 10 teirra úr høvuðsstaðnum, fýra úr Eysturoy, tríggir úr Suðuroy, tveir úr Vágum og ein úr Klaksvík.
Tað er longu greitt, at fleiri broytingar vera í umboðsráðnum, tí heili seks av sitandi limunum stilla ikki upp hesa ferð. Teirra millum eru Ingeborg Godtfred, Annika Waag og Árni Jacobsen, sum øll trý hava myndað nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri-samtakið, í mong ár.
Hinir tríggir, sum ikki stilla upp eru Magni Arge, Jóhannus Danielsen og Jákup Olaf á Lakjuni.
Tey seks, sum ikki stillað upp aftur hesa ferð fingu tilsamans 2.377 atvkøður av teimum 8.177, sum vóru latnar. Tað svarar til 29 prosent. Ingeborg Godtfred fekk einsamøll heili 940 av teimum.
Áhugin fyri umboðsráðnum er kanska minni enn áður, tí hesaferð eru einans 20 valevni á listanum. Til valið í 2016 vóru 26 valevni og í 2014 vóru 34 valevni. Umboðsráðsval er annað hvørt ár. Í ár skulu 17 umboð veljast at sita í fýra ár.
Tryggingartakarar í Betri fáa valseðil sendan heim til sín í postinum.
Hesi stilla upp.
Arni D. Brattaberg, Geilin 99, 900 Vágur
Birgir Nielsen, Skotarók 15, 100 Tórshavn
Dánjal Petur Nielsen, Stoffalág 156, 100 Tórshavn
Dávur R. Petersen, Hjallavegur 38, 656 Saltnes
Hallur Thomsen, Undir Kongavarða 110, 160 Argir
Hanus Toftheyggj, Kovalág 6, 100 Tórshavn
Harald Joensen, Leitisgøta 23, 160 Argir
Høgni í Stórustovu, Tórsbyrgi 19, 100 Tórshavn
Jákup Egholm Hansen, Steigarbrekka 20, 360 Sandav.
Jens Sigurð Simonsen, Stígargøta 8, 825 Froðba
John Kruse, Traðarvegur 20, 380 Sørvágur
Karl Birgir Isaksen, Hamarssniðið 24, 700 Klaksvík
Karl Leonsson, Norðurstíggjur 6, 160 Argir
Marni Abrahamsen, Traðartún 10, 160 Argir
Mortan Simonsen, Rosságøta 5C, 160 Argir
Niels Olaf Eyvindsson, Heiðavegur 14, 860 Sandvík
Súni í Hjøllum, Hjallavegur 16, 650 Toftir
Torben Nielsen, Heimistovuvegur 4, 625 Glyvrar
Tórhallur Thomsen, Torbjarnargøta 9, 512 Norðragøta
Uni Danielsen, Skraddaragøta 18, 188 Hoyvík
Í nevndini í Ognarfelagið Tryggingartakaranna, sum umboðsráðið velur, sita í dag Birgir Nielsen, formaður, Teitur Poulsen, Arni D. Brattaberg, Annika Waag, Karl Birgir Isaksen og Gunn Danielsen.










