Steinbjørn O. Jacobsen gevst – Rógvi stillar upp í staðin

Fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, verður ikki á listanum hjá Tjóðveldi til býráðsvalið hesaferð. Men tað verður sonurin

– Eg gevist nú í politikki. Hesum havi eg boðað frá, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, sum hevur umboðað Tjóðveldi í Klaksvíkar býráð í 24 ár. Hann hevur sitið í átta ár sum borgarstjóri, átta ár sum varaborgarstjóri og átta ár í andstøðu.

– Eftir so nógv ár, so leggi eg frá mær við góðari samvitsku, nú eg skjótt verði 72 ár. Tað er nógv komið á skaftið í mínari tíð, sum eg fegnist um, og nógvir varðar eru settir, sigur Steinbjørn O. Jocobsen.

Hann varð fyrstu ferð valdur í Klaksvíkar býráð í 1996. Tá var Tjóðveldi í samgongu við Fólkaflokkinum. Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum var borgarstjóri, og Steinbjørn O. Jacobsen varaborgarstjóri.

Eftir valið í 2000 skipaðu Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin samgongu við Steinbjørni O. Jacobsen sum borgarstjóra. Eftir valið í 2004 helt Steinbjørn O. Jacobsen fram sum borgarstjóri, men nú saman við Fólkaflokkinum.

Eftir valið í 2008 fór Tjóðveldi í andstøðu. Tá skipaðu Fólkaflokkurin samgongu saman við Sjálvstýrisflokkinum. Gunvá við Keldu úr Fólkaflokkinum var borgarstjóri, og Jógvan Skorheim úr Sjálvstýrisflokkinum gjørdist varaborgarstjóri.

Eftir valið í 2012 varð aftur nýggj samgonga skipað, hesaferð millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin – nú gjørdist Jógvan Skorheim úr Sjálvstýrisflokkinum borgarstjóri, og aftur vóru boð eftir Steinbjørni O. Jacobsen sum varaborgarstjóra.

Men í 2016 slapp Tjóðveldi ikki við í somu samgongu. Tá gjørdist Sjálvstýrisflokkurin størsti flokkur í Klaksvík og kundi skipa samgongu saman við Javnaðarflokkinum og harvið hava meiriluta uttan Tjóðveldi, sum bara fekk ein býráðslim valdan.

Og nú Steinbjørn O. Jacobsen gevst sum borgarstjóri, stillar sonurin, Rógvi Jacobsen upp fyri Tjóðveldi. Rógvi er kendur úr fótbóltinum, sum tann stóri og sterki áleyparin úr Klaksvík og ikki minst á landsliðnum, har hann enn er toppskjútti við 10 málum, tó at tað eru 11 ár síðani, hann gavst.

Rógvi Jacobsen spældi sín fyrsta landsdyst í 1999 og fram til 2009 spældi hann 53 landsdystir, har hann altso skoraði 10 mál. Ikki minst minnast vit, tá hann skoraði ímóti heimsmeistarunum, Italia í 2007, bæði á Tórsvølli og í útidystinum í Modena í Italia.

Umframt teir 53 landsdystirnar við manslandsliðnum hevur hann spælt á U17 og U19 landsliðunum.

Rógvi Jacobsen er timburmaður, og hann eigur fyritøkuna Sp/F Garpar saman við Jan Joensen.