Borgarstjórasessurin hjá Skorheim í vanda

Býráðið kann tvinga Jógvan Skorheim av velja millum borgarstjórasessin og tingsessin.

Óvist er hvørs Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, í kvøld fær stuðul frá meirilutanum í býráðnum at røkja bæði borgarstjórasessin og tingsessin. Um hann ikki fær loyvi, so má hann velja um hann verður løgtingsmaður ella borgarstjóri.


Meirilutin í býráðnum hevur enn ikki tikið støðu til, um tey eru sinna at geva honum loyvi at røkja báðar sessir. Sama býráð hevur annars fyrr givið borgarstjóranum loyvi at røkja báðar sessir, men nú tykist tónin at vera ein annar.


Steinbjørn Jacobsen er ein teirra, ið áður hevur atkvøtt fyri, at borgarstjórin kann røkja báðar sessir, men kann atkvøða øðrvísi í dag.


Í samrøðu við Norðlýsið 3. september segði hann, at hann ivaðist í, um hann fór at atkvøða fyri at loyva borgarstjóranum at røkja báðar sessirnar.


- Seinast tað var aktuelt valdu vit at loyva borgarstjóranum í eitt stutt tíðarskeið at verða tinglimur, men síðani er eldraøkið eisini lagt út til kommunurnar at umsita og sjálvur havi eg alla tíðina hildið tað verða sera óheppið at borgarstjórin í so stórari kommunu sum Klaksvík samstundis er tingmaður, segði Steinbjørn O. Jacobsen við Norðlýsið.


Tá in.fo tosaði við Steinbjørn O. Jacobsen fyrr í dag, vildi hann ikki siga hvat hann fór at atkvøða.


In.fo hevur eisini tosað við aðrar keldur í samgongumeirilutanum, ið upplýsa, at tað í løtuni verður samráðst um Jógvan Skorheim fær loyvi at røkja báðar sessirnar.
Eyðstein Poulsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, ið situr í andstøðu, sigur at hansara flokkur atkvøður móti.


- Vit atkvøddu móti hesum seinast, tá hetta málið var fyri, og tað gera vit aftur nú. Um tað bara skal vera lítið sindur av skil í, so má man hava ein fulltíðar borgarstjóra.
Tað heldur andstøðan eisini, um man spyr tey ein og ein, men fyri at halda upp á valdið, so atkvøddu tey øðrvísi seinast.


Um Fólkaflokkurin ikki atkvøður fyri at geva borgarstjóranum loyvi, so krevst bara ein atkvøða frá samgonguni til at nokta Skorheim møguleikan at røkja báðar sessir.


Løgfrøðingar, ið in.fo hevur tosað við, upplýsa, at um býráðið ikki gevur borgarstjóranum neyðuga frávikið, so má hann velja millum løgtingssessin og borgarstjórasessin.