lønin als ikki hækkar meiri. Afturfyri skuldi landsstýrið binda seg til at klkka skattir og avgjøld. Men í Sosialinum í gjár segði Bárður Nielsen, at skuldi slíkar samráðingar verða, mátti øll tey umleið [...] skuldu hava fund aftur í næstum, har tey skuldu royna at finna eitt felags útspælt til landsstýrið. Men eftir tí, sum Bárður Nielsen sigur, verður tað neyðugt, at tey fáa øll hini yvir 30 fakfeløgini á almenna [...] almenna og privata arbeiðsmarknaðinum við fyri at ætlanin kann gerast veruleiki Hanga í klønum trái Men nú er tað greitt, at trýpartasamráðingar um kostnaðarstøðið í Føroyum hanga í einum ógvuliga klønum
treytum, sum vórðu praktiseraðar fyri jól. Hetta fegnast formaður hondbóltssambandsins sjálvandi um, men hann fýlist á framferðina hjá tí politiska myndugleikanum á hesum økinum. ? Tað eru ov nógv fólk, ið [...] hálvum ári síðani, at henda støðan fór at taka seg upp og hava roynt at gjørt vart við trupulleikan, men eingin hevur latið við seg koma, sigur Eivind Jacobsen, formaður í HSF, og tá sipar hann bæði til [...] leikara. Veruleikin er tann, at nógv útlendsk ítróttarfólk ongar pengar fáa frá feløgunum fyri at spæla, men bert eitt arbeiði á staðnum, vísir formaðurin á. Eivind Jacobsen ber stóran ótta fyri, at henda regla
grudngeving, at ov lítið arbeiði er á skipasmiðjuni, men hann fær løn í uppsagnartíðini, sum er tríggjar mánar. Og tí kann hann liva við, sigur hann. Men hann metir framvegis ikki, at grundgevingin, at ov [...] Østerø sigur, at tað hevur verið framt sáttmálabrot í fleiri førum frá leiðslunnar síðu. Til dømis eru menn frá skipasmiðjuni bidnir um at fara til arbeiðis aðrastaðni enn á sjálvari skipasmiðjuni. Eitt nú [...] bera kostnaðin av flutningi, umframt at menninir eiga rætt til kost, meðan teir eru útstationeraðir. Men tað hevur leiðslan ikki gjørt, og í meira en einum føri hevur fakfelag teirra, Skála Handverkarafelag
Hvat Jákup Símun Simonsen og Jakob Jónsson hava sagt sínum monnum í steðginum, er ikki gott at vita. Men allar helst hava teir heilt stóru stavirnir verið tiknir í nýtslu. Í øllum førum fekk liðið nú veruliga [...] spælið, og brádliga hevði H71 aftur kós móti oddinum. Tað eydnaðist teimum eisini at koma framum 17-16, men hetta var eisini einasta ferðin, at finalusessurin aftur hómaðist. Tí onkursvegna, so tóktist orkan [...] øllum førum ikki hug at gevast, og teir tóku eisini um endan aftur. Fram til 20-20 fylgdust liðini, men so skrædnaði. Seinastu fimm minuttirnar vunnu kollfirðingar við 6-2, og tá Piti móti dystarenda fekk
standa fyri konsertini, men eg havi uppdagað hesa vikuna, hvussu nógv kann ganga illa og hvussu nógv skal til, áðrenn eitt slíkt tiltak riggar, sigur Angela eitt sindur móð, men í góðum lag. Á Filipsoyggjunum [...] fái eg høvi at siga, at tað er effektivt at vera faddur. Tað er ein føst flyting, ið ikki merkist, men sum munar, sigur Angela. Góð nøvn Angela fegnast um, at góð nøvn hava játtað at taka lut á konsertini [...] okkum, hvør skal so? Tí vit merkja ikki, um vit lata eina lítla upphædd, kanska 100 krónur mánaðrliga, men hinvegin verða kanska fleiri hjálpt á henda hátt. Konsertin í Læraraskúlahøllini byrjar klokkan 21
Føroyum hava vit hinvegin altíð havt sum siðvenju at gjalda hús o.a. niður. Aðrar broytingar á veg Men hóast tað er lutfalsliga nýtt at gera slíkar íløgur hjá sokallaðum vanligum føroyingum, so dylir Bárður [...] insitament til at fáa fólk at gera íløgur. Hann sær hetta uppskotið tó ikki sum ein varandi skipan, men heldur sum eina skipan, ið skuldi verið í gildi í eini trý ár. Bárður Nielsen minnir tó á, at uppskot [...] fólk hava kapitalútreiðslur av íløgum, skulu tey kunna draga rentuútreiðslur frá kapitalvinninginum, men hetta uppskotið er tó ikki líka víttfevnandi sum uppskotið hjá Óla Breckmann. Løgtingið kemur saman
felags ynski Tað er sjálvandi langur teinur millum Hong Kong í Fjareystri og Føroyar í Norðurhøvum. Men tá ein hevur nútíðar hentleikar sum alnet og telefon, er ikki langur vegur. Heldur ikki fyri ein ungan [...] á gøtunum í milliónabýnum Hong Kong. Júst, hvussu hon kom í samband við AFS, verður einki sagt um. Men so skjótt Joanne lærdi henda felagsskapin at kenna, var avgerð hennara greið: Eg vil sleppa avstað [...] kvinnu sum Joanne í heim teirra í eitt ár. Tað vóru tó eisini føroyingar á vøllinum í somu ørindum, men tað visti Joanne sjálvandi einki um júst tá. Í einum heimi á Skála hevði húsfólkið tosað um júst hetta
hevur búð í Kanada í mong ár. Hann hevur fleiri ferðir søkt um at fáa kanadiskan ríkisborgararætt, men svarið hevur verið nei hvørja ferð. Fyri einum hálvum ári síðani gjørdu kanadisku myndugleikarnir [...] leingi fyrireikað ein lógarpakka, sum millum annað skuldi skerja lønina hjá teimum alment løntu, men hesum vildu veljararnir í Kalifornia ikki vita av. Av teimum fýra lógunum, sum vóru í pakkanum, vórðu [...] mullah Omar, at Taliban fer ikki einans at herða mótstøðuna ímóti teimum fremmandu hermonnunum, men at tann afghanski stjórnarherurin skal eisini fáa harðari mótstøðu. Teir báðar seinastu mánaðarnar
HB-miðvøllin. Hesa yvirvág nýttu teir í longum løtum til at halda eitt stórt trýst oman móti HB-hálvuni, men hóast nógv innlegg og fleiri vandastøður, so gjørdist talan ongan tíð um avgerandi málmøguleikan, sum [...] vandastøður. Kalda pøsin Tað var kanska væntandi, at HB-venjari fór at gera okkurt skiftið í steðginum, men fyri fyrst varð álit sýnt monnunum. Steðgurin tóktist tó ikki broyta myndina tað heilt stóra, tí enn [...] Úr 18 metrum og uttan serliga kraft á skotinum, átti Vlada Filipovic helst at vart fyri skotinum, men hann var ov seinur niður, og so var frøi á HB-monnunum. Tór-Ingar í essinum Og satt at siga, so kom
á landsliðnum, og at hann kundi hugsað sær meg sum hjálparvenjara. Tað kom ógvuliga óvart á meg, men eg ivaðist ikki eina løtu, tí ein slíkan møguleika fái eg ongantíð aftur, greiðir John Petersen frá [...] at hava við sær, at skálamaðurin fer at brúka nógvar tímar á donsku landsvegunum í vikuskiftunum, men tað tekur hann bert sum ein part av sínum arbeiði, sigur hann. Servenjing við framrættaðu leikarunum [...] millum høvuðsvenjaran, Jógvan Martin Olsen, og hjálparvenjarin ikki endaliga stungið út í kortið, men John Petersen væntar tó, at hann sjálvur fer at taka sær av venjingum við teimum meiri framrættaðu