Hoyvíkingar dumpaðu

Kollfirðinar átóku sær aftur leiklutin sum favoritt-dreparar. Hesa ferð vóru tað hoyvíkingarnir, sum - hóast venjaraskifti - fyri triðju ferðina á rað fóru niður við nakkanum

Hondbóltur

Stóra ítróttasøgan fríggjadagin var, at H71 hevði sagt venjaran úr starvi. Eftir tvey tap á rað í avgerandi dystum, vónaði nevndin, at keðiliga gongdin kundi vendast við sonevndu venjara-effektini. Og so skerst ikki burtur, at við dystum móti KÍF og Neistanum vónaði nevndin helst, at mótstøðan í komandi dystunum var somikið lagalig, at nýggju venjararnir fingu frið at sessast, áðrenn seinasta og týdningarmikla dystin móti StÍF.

Stríðsviljin og Jaspur
Lagaligir var tó ikki orðið, sum á bestan hátt sigur tilgongdina hjá KÍF til dystin sunnudagin. Hóast teir á pappírinum ikki hava nakað sum helst at spæla fyri, so hevur ein ótroyttandi stríðsvilji altíð eyðkent liðið.
Og tann stríðsviljin var alt fyri eitt sjónligur. Við ágangandi verjuspæli megnaðu teir skjótt at steðga álopsspælinum hjá H71, og við einum stórspælandi Jaspur Joensen í málinum høvdu teir eisini ein seinasta skansa, sum tók tað, sum verjan ikki fekk fatur á.
Álopsparturin við lítlum og kvikum monnum var heldur ikki nakað, sum hóvaði H71 serliga væl. Teir høvdu trupult við at halda kviku monnunum aftur, og skjótt struku kollfirðingarnir avstað.
Sum fyrri hálvleikur leið, so tóktist talan veruliga skula gerast um bank. KÍF skoraði eitt mál fyri og annað eftir, og ett skifti var munurin vaksin í átta mál.

Luftin reyk
Hvat Jákup Símun Simonsen og Jakob Jónsson hava sagt sínum monnum í steðginum, er ikki gott at vita. Men allar helst hava teir heilt stóru stavirnir verið tiknir í nýtslu.
Í øllum førum fekk liðið nú veruliga gongd á spælið. Tunga álopsspælið fann nú betri fram til skjúttarnar. Vengurnir vórðu eisini tiknir við í spælið, og brádliga hevði H71 aftur kós móti oddinum. Tað eydnaðist teimum eisini at koma framum 17-16, men hetta var eisini einasta ferðin, at finalusessurin aftur hómaðist.
Tí onkursvegna, so tóktist orkan ikki vera nóg stór. Ella eisini megnaðu teir bara ikki at halda høvdinum kalt.Kollfirðingarnir høvdu í øllum førum ikki hug at gevast, og teir tóku eisini um endan aftur.
Fram til 20-20 fylgdust liðini, men so skrædnaði. Seinastu fimm minuttirnar vunnu kollfirðingar við 6-2, og tá Piti móti dystarenda fekk reytt kort, tóktist niðurtúrurin hjá H71 fullkomin. Fyrsta royndin at venda gongdini miseydnaðist so dyggiliga, og meira enn nakað tykist spurningurin nú vera, hvørt liðið hevur nakran møguleika at reisa seg seinastu tveir dystirnar.

Mugu hava hjálp
Tí hóast møguleikin at røkka finaluni enn er til staðar, so er hetta ikki longur nakað, sum H71 sjálvt kann gera av.
Í fyrsta lagi krevur hetta, at VÍF ella Kyndil í mesta lagi fáa eitt stig seinastu dystirnar. Vestmenningar hava komandi viku heimavøll móti StÍF, meðan Kyndil spælir móti KÍF. Sigrar til tey bæði fremstu liðini vilja tá viðføra, at hesi halda munin á trý stig, áðrenn seinasta dystin í endaspælinum, har stóru rivalarnir spæla móti hvørjum øðrum.
Hartil krevst eisini, at H71 vinnur sítt. Fyrst og fremst móti Neistanum komandi vikuskifti, men - og tað er kanska meira týdningarmikið - móti StÍF á Skála seinasta dystin. Hava hoyvíkingar tá framvegis møguleikan, ,merkir hetta allar helst eisini, at strandingar eisini hava hann, og tá verður talan so um alt annað enn lætta uppgávu hjá H71.

Fakta um dystin
KÍF-H71 26-22 (14-10)
Málskjúttar
KÍF: Gert Hansen 8(2), Damir Oros 6(1), Daniel Rápa 5, Sune Davidsen 5, Ingi V. Johannesen 1, Rógvi Weihe 1
VÍF: Tróndur Vatnhamar 6, Jakob Jónsson 4, Heini Bendtsen 4, Piti Negru 3(1), Niels Viggo Niclassen 3, Halgir Dahl Olesen 1, Bárður Brimvík 1
Brotskøst: KÍF 3, H71 2
Útvísingar: KÍF 8, H71 4
Diskvalifikatiónir: KÍF 2 (báðar fyri 2X3 minuttir), H71 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Kristian Joensen & Dánjal Hansen