Fakfelagsformaðurin uppsagdur

Formaðurin i Skála Handverkarafelag er uppsagdur á Skipasmiðjuni á Skála við teirri grundgeving, at ov lítið arbeiði er. Uppsagdi formaðurin sigur, at talan er um hevndaratgerð fyri hansara fakliga virksemi

Formaðurin í Skála Handverkarafelag er sagdur úr starvi á Skipasmiðjuni á Skála. Almenna grundgevingin frá leiðsluni er, at ov lítið arbeiði er á skipasmiðjuni. Sjálvur heldur maðurin, at hansara fakliga virksemi nú hevur kostað honum starvið.
Formaðurin í Skála Handverkarafelag, Harald Østerø, ivast ikki í, at tað eru fakfelagsviðurskifti, sum hava gjørt, at hann er koyrdur til hús av skipasmiðjuni.
Hann hevur fleiri ferðir sum formaður í Handverkarafelagnum verið eftir skipasmiðjuleiðsluni fyri ikki at halda allar avtalur, sum gjørdar eru í sáttmálasamráðingum. Eisini vísir hann til eitt sakarmál, sum Føroya Handverkarafelag, vegna Skála Handverkarafelag, hevur lagt móti skipasmiðjuni fyri ein lim, sum eisini varð uppsagdur. Skipasmiðjan tapti sakina og hevur kært til landsrættin.
?Alt hetta samanlagt meti eg vera minst líka stóra grund til uppsøgnina sum tað, at einki arbeiði er á skipasmiðjuni, sigur Harald Østerø.

Sáttmálabrot
Harald Østerø sigur, at tað hevur verið framt sáttmálabrot í fleiri førum frá leiðslunnar síðu.
Til dømis eru menn frá skipasmiðjuni bidnir um at fara til arbeiðis aðrastaðni enn á sjálvari skipasmiðjuni. Eitt nú umborð á skip, sum hava ligið í Fuglafirði.
Fyri slíkt arbeiði er greitt tilskilað, at skipasmiðjan skal bera kostnaðin av flutningi, umframt at menninir eiga rætt til kost, meðan teir eru útstationeraðir.
Men tað hevur leiðslan ikki gjørt, og í meira en einum føri hevur fakfelag teirra, Skála Handverkarafelag, sum hevur verið umboðað av formanninum, verið eftir leiðsluni og hartað hana fyri hetta.
Eisini varð ein maður burturvístur av skipasmiðjuni, uttan at hann fekk møguleika fyri løn ella arbeiði í uppsagnartíðini. Tað er eisini sáttmálabrot sambært formanninum í Skála Handverkarafelag. Og tað heldur Føroya Rættur eisini.
Skála Handverkarafelag sendi málið til meginfelag sítt, Føroya Handverkarafelag, sum stevndi skipasmiðjuni og fekk viðhald í Føroya Rætti. Skipasmiðjan hevur kært málið til landsrættin, sum enn ikki hevur tikið støðu. Tískil hevur burturvísti maðurin heldur einki oyra fingið av tí, hann og felag hansara meta hann hava rætt til.

Semja
Málið um uppsagda handverkaraformannin á Skála hevur verið viðgjørt á fundi millum Føroya Handverkarafelag og eigararnar av skipasmiðjuni, framtaksfelagið Notio, týskvøldið og mikunáttina.
Harald Østerø, formaður í Skála Handverkarafelag, sigur, at har varð gjørd ein avtala, sum hann kann góðtaka.
Hann er sagdur úr starvi við teirri grudngeving, at ov lítið arbeiði er á skipasmiðjuni, men hann fær løn í uppsagnartíðini, sum er tríggjar mánar. Og tí kann hann liva við, sigur hann.
Men hann metir framvegis ikki, at grundgevingin, at ov lítið arbeiði er, er tann rætta. Hon er eftir hansara meting einans tann, at hann hevur verið ov aktivur í fakfelagsarbeiði sínum.
Formaðurin í Føroya Handverkarafelag, Poul Øregaard, sigur at tað varð gjørt greitt á fundinum við skipasmiðjuleiðsluna, at felagið fór at seta tiltøk í verk, um ikki ein avtala fekst, sum var eftir sáttmálanum.

Onga viðmerking
Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála, vil ikki gera viðmerkingar til málið.
Hann sigur bert, at nú er avtala gjørd, og at talvan er viskað, og nú verður hugt frameftir.
Tá hildið verður upp fyri honum, at grundgevingin um manglandi arbeiði ikki verður hildin at halda, tí stórarbeiði beint nú skal gerast við Krúnborg, sum í skrivandi løtu er á veg inn í dokkina á Skála at skifta gronina út, sigur Gunnar Mohr, at tað sleppa ikki allir menninir á Skála fram at Krúnborg.
Hann vil heldur ikki gera viðmerkingar til málið um útstationeringarnar, sum skipasmiðjan ikki vildi gjalda fyri.
Tá hann verður spurdur, um tað er rætt, at hann í kaffisteðginum hjá arbeiðsfólkinum hevur verið í kaffistovuni og menninar teir við, at um teir ikki gevast nú og makka rætt, verður alt arbeiðið á Skála flutt til Havnar, er svarið tað sama:
»Absolutt onga viðmerking«.