hava fingið fíggingina til vega til 5 metur høga listaverkið, sum listakvinnan Guðrið Poulsen hevur latið úr hondum. Minnismerkið er reist í Miðstaðarlundini mitt í Fuglafirði, har børn og vaksin njóta fríløtur [...] Hugskotið til standmyndina birtist Allahalgannadag í 2018 sum ein undran um, at vit ikki eisini minnast tær, sum lótu lív, tá tær góvu lív. Við minnismerkinum hava vit nú eitt stað, har vit æra og minnast
Í dag, 17. desember klokkan 16, koma jólamenninir til Sands. - Eftir drúgvan jólamannafund uppi undir Skorunum hava jólamenninir gjørt av at koma til Sands í dag. Á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu [...] altíð vitja á Sandi undan jólum og vanliga plaga at koma við skipi, eru framburðsjólamenn. - Góðu børn og vit øll. Jólamenninir koma á Ljósafløtt í dag klokkan 16, og vónandi verða tað mong, sum taka ímóti
mannarættindabrot í sínum ágangi á palestinska fólkið í Gasa. “Ísrael hevur dripið næstan 8.000 palestinsk børn hesar seinastu tveir mánaðirnar. Tað er meir enn samlaða talið av børnum í Tórshavnar kommunu! Se [...] hetta snýr seg eisini um at vera á røttu síðuni av søguni. Vit ynskja ikki at vera tigandi áskoðarar til eitt fólkadráp,” siga fyriskipararnir. Fyrr í vikuni atkvøddi eitt stórt fleirtal av ST limalondunum [...] avlýst, so eru jólabønirnar í Bethlehem ikki avlýstar. Tað er í hesum andanum, at fyriskipararnir bjóða til kyndlagongu í miðbýnum hendan triðja sunnudagin í advent - í bøn fyri og í vón um eina varandi vápnahvíld
sett í verk. – ALt fyri eitt hava vit lært nakað av hesi hending, og tann vitanin er farin víðari til allar IDF hermenn á vígvøllinum, verður sagt sambært tíðindastovuni AFP. Í boðunum stendur víðari, [...] fyribils vápnahvíld, sum vardi eina viku, lat Hamas í november fleiri enn 100 gíslar leysar, kvinnur, børn og útlendingar. Tað hendi, aftur fyri at Ísrael lat leysar fleiri enn 240 kvinnur og tannáringar,
og til lagið varð liðugt og givið út um hálvan desember í fjør. Góðir tónleikarar gjørdu sítt til, at hetta bar til. Eitt sjónbandalag varð í skundi sett saman. Nú er nýtt sjónbandalag gjørt til sangin [...] Børn í Vágs skúla hava áður givið út undir navninum Blandað Drops, og tí fekk útgávan við jólalagnum Stjørnan Lýsti heitið Blandað Jóladrops. Skjótt varð borið at frá hugskotinum at spæla lagið inn, ið [...] sangin, har børn í Vágs skúla síggjast syngja og hugna sær. Lagið er tókt á youtube og sæst og hoyrist her: ##med2##
veikastu børn av landinum. Nú kunnu hesir pengar brúkast til at menna barnaverndarøkið í Føroyum, heldur enn at verða sendir av landinum. Tað merkir, at 4.195.000 kr. nú í staðin verða brúktir til at menna [...] stórur bati at fara frá 5 børnum í Danmark í 2021 til eitt barn í 2024. Vónandi kemur viðkomandi eisini heim skjótt Tað er ikki ókeypis at senda børn av landinum. Landsstýrismaðurin í barnamálum hevur
gjørt illustratiónir til bókina og sett hana upp. Sí myndirnar. Til útgávutiltakið hósdagin ber til at keypa bókina og illustratiónir úr bókini sum plakatir í A3 stødd. Øll eru vælkomin til eina løtu við jólaligum [...] iga hjálp til tey, ið vaksa upp við einum rúsbundnum foreldri. Súsanna O. Skaale, ið starvast í Títt Rúm, hevur skrivað eina bók við heitinum: “ Familjufløkjur. Tá ið foreldur sleppa og børn lofta”. Bókin
høvuðsheitum frysti- og haldførar matvørur. Klædnahjálpin letur klæði, frá innast til uttast, til børn og ung upp til átjan ára aldur. 17. desember fer Mat- og klædnahjálpini í jólafrí, og tí er seinasta
jólagávurnar keyptar? - Familjan er ikki stór, so eg skal bara keypa jólagávur til sjey fólk. Gávurnar, sum skuldu sendast heim til Føroya, komu í fyrstu røð. Rúna Heðinsdóttir sigur, at hinar jólagávurnar [...] Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma? - Heima hjá mær er ikki nógv jólastress, nú børnini eru vaksin, og eg eingi ommubørn havi fingið enn. Tað sigur Rúna Heðinsdóttir [...] Heðinsdóttir, sum er ættað úr Leirvík og býr í Randers. Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr? - Eg plagi at pynta 1. sunnudag í advent - við jólaperum og jólastjørnum í næstan øllum vindeygum. Hon
senda ein góðan tanka til øll tey, sum ikki hava tað so gott sum vit, og vit eiga at minnast til at vera takksom. Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til? - Eg eri næstan liðug [...] sigur Eyðbjørg í Dali. Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum? - Vanliga plagi eg at pynta í góðari tíð. Men, í ár fara vit heim til Føroya at halda jól. Vit kunnu leggja [...] ommubørnunum. - Tey fáa somu søgu, sum eg fekk frá mínum foreldrum, og sum eg havi borið víðari til míni børn og ommubørn. Hon vísir á, at ommubørnini eru øll vaksin uttan lítli William, sum kom nógv seinni