Í dag, 17. desember klokkan 16, koma jólamenninir til Sands.
- Eftir drúgvan jólamannafund uppi undir Skorunum hava jólamenninir gjørt av at koma til Sands í dag.
Á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu verður sagt, at jólamenninir hesaferð koma við bili gjøgnum Sandoyartunnilin.
- Teir hava við spenningi fylgt við arbeiðnum, og nú tað er koyrandi, fara teir sum fyrstu jólamenninir í heiminum at royndarkoyra tunnilin.
Lagt verður aftrat, at jólamenninir, sum altíð vitja á Sandi undan jólum og vanliga plaga at koma við skipi, eru framburðsjólamenn.
- Góðu børn og vit øll. Jólamenninir koma á Ljósafløtt í dag klokkan 16, og vónandi verða tað mong, sum taka ímóti á Ljósafløtti.
Í Sands kommunu verður lagt aftrat, at jólamenninir heilsa og siga, at teir eru sera spentir eftir at møta bæði børnum og vaksnum.











