- Nú kunnu vit fara heim til Føroya og vita, at okkara hús ikki eru tað keðiliga myrka húsið í gøtuni, sigur Eyðbjørg í Dali, sum býr í Danmark, men hevur summarhús á Sandi, har tey verða á jólum.

Jólagávur eiga ikki at vera eitt krav

- Eg haldi, at vit hesa ársins tíð eiga at hugsa um øll tey, sum ikki hava tað so gott sum vit, og vit eiga at minnast til at vera takksom, sigur Eyðbjørg í Dali.

 

- Nú kunnu vit fara heim til Føroya og vita, at okkara hús ikki eru tað keðiliga myrka húsið í gøtuni, sigur Eyðbjørg í Dali, sum býr í Danmark, men hevur summarhús á Sandi, har tey verða á jólum.

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma?

- Eg fyrireiki oftast jólini í góðari tíð, tí eg elski at fáa stundir at njóta desember mánað við tí hugna, sum er rundanum meg.

Tað sigur Eyðbjørg í Dali. 

Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum? 

- Vanliga plagi eg at pynta í góðari tíð. Men, í ár fara vit heim til Føroya at halda jól. 

Vit kunnu leggja aftrat, at Eyðbjørg og maðurin, sum búgva í Danmark, hava summarhús á Sandi.

- Sjálvandi eru vit eisini spent at sleppa at koyra suður til Sands, og vónandi fái eg eisini stundir at pynta á Sandi.  

Nú tey eru í Danmark, hevur Eyðbjørg pyntað.

- Sjálvt um vit fara heim at halda jól, kundi eg ikki bara mær, nú jólini nærkast. 

Plaga tit at hava jólatræ – úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað?

- Eg havi verið á loftinum eftir jólapynti og í skúrinum eftir jólatrænum, sum er gjørt úr onkrum jarni og er ætlað til at hava uttandura. Innandura hava vit jólatræ úr plasti, og eg sakni slett ikki granntræið.

Eyðbjørg fekk tað hugskot at seta jólatræið, sum er ætlað at standa uttandura, inn í drívhúsið, sum tey hava í Danmark, og nú stendur træið, pyntað við perum, og lýsir so vakurt fyri grannum og fólki, sum ganga framvið hjá teimum. 

- Eg havi eisini hongt jólakúlur á nakrar naknar greinar, og eg havi sett nissur ymsastaðni. Væl riggar, og nú kunnu vit róliga fara heim til Føroya og vita, at okkara hús ikki eru tað keðiliga myrka húsið í gøtuni.  

 

##med2##

Eyðbjørg í Dali sigur, at henni dámar best at pynta saman við ommubørnunum. 

- Tey fáa somu søgu, sum eg fekk frá mínum foreldrum, og sum eg havi borið víðari til míni børn og ommubørn. 

Hon vísir á, at ommubørnini eru øll vaksin uttan lítli William, sum kom nógv seinni enn hini ommubørnini.  

- Eg haldi, at vit ikki minst hesa ársins tíð eiga at hugsa um og senda ein góðan tanka til øll tey, sum ikki hava tað so gott sum vit, og vit eiga at minnast til at vera takksom.   

Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til?

- Eg eri næstan liðug við jólagávurnar. Okkurt er bundið, okkurt er seymað, og restin er keypt.

 

Hon heldur, at gávurnar eru hugnaligar, men tær eiga ikki at verða eitt krav.

 

- Ein gáva er ein gáva, og mær dámar slett ikki, tá fólk spyrja meg, hvat eg ynski mær. Eg haldi, tað er nógv stuttligari at fáa eina gávu av reinum hjarta, sigur Eyðbjørg í Dali.

 

- Nú kunnu vit fara heim til Føroya og vita, at okkara hús ikki eru tað keðiliga myrka húsið í gøtuni, sigur Eyðbjørg í Dali, sum býr í Danmark, men hevur summarhús á Sandi, har tey verða á jólum.