Minnismerki um kvinnur deyðar í barsilssong avdúkað

Í dag var minnismerki yvir kvinnur, deyðar í barsilssong, avdúkað í Fuglafirði

 

Hugskotið til standmyndina birtist Allahalgannadag í 2018 sum ein undran um, at vit ikki eisini minnast tær, sum lótu lív, tá tær góvu lív. Við minnismerkinum hava vit nú eitt stað, har vit æra og minnast tær kvinnurnar í Føroyum og um allan heim, sum fingu hesa vanlagnu.

 

Stigtakarnir, sóknarprestur Anne Mette Greve Klemensen, mentanarsamskipari Brynhild Næs Petersen og ljósmóðir Poulina Abrahamsen, hava fingið fíggingina til vega til 5 metur høga listaverkið, sum listakvinnan Guðrið Poulsen hevur latið úr hondum.

 

Minnismerkið er reist í Miðstaðarlundini mitt í Fuglafirði, har børn og vaksin njóta fríløtur alt árið. Hetta er helst fyrsta minnismerki fyri kvinnur deyðar í barsilssong í heiminum. Við hesi staðseting, verður minnið um tær æra mitt í tí lívinum, sum teimum ikki untust at gerast partur.

 

##med2##

 

Stigtakarar saman við listakvinnuni: Poulina Abrahamsen, jarðarmóður, Guðrið Poulsen, listakvinna, Anne Mette Greve Klemensen, prestur og Brynhild Næs Petersen, mentanarsamskipari í Fuglafjarðar kommunu