sum var á dekkinum var væl og virðiliga surrað. Á lastalúkurnar vóru lagdar tríggjar presendingar, hvør oman á aðra at tryggja, at menninir skuldu vera turrir í lastini. Tvær lúkur vóru at ganga upp [...] tað ikki at standa á. So tók hann og vavdi endan um vinstra arm, gjørdi eitt lítið stikk á og helt so við høgru hond. Til endan stóð á. Tá skjeyt Hans Pauli upp úr sjónum. So djúpt lá skipið tá, at einki [...] Onkrir av føroyingunum vóru kokkar fyri føroyingarnar umborð á túrinum. Menninir vóru allir fegnir og gleddu seg til at sleppa at royna fongríka grønlendska havið, so at teir kundu forvinna til lívsins uppihald
Doyparan. Og semja tykist vera um, at tað, at hann var í oyðimørkini, man merkja, at hann varð sendur í klostur at læra seg siðir og lógir. Sera nærliggjandi er at hugsa, at hann júst hevur verið her í es [...] gera klárt at taka nøkur tøk. Tað, sum mest umráðandi er her, er at syrgja fyri ikki at fáa vatn í eyguni. Tí tað svíður illa og kann vera beinleiðis skaðiligt, fáa vit at vita. Sagt verður, at saltinnihaldið [...] proppur og rekur veruliga við lotinum, so neyðugt er rættiliga at andøva fyri ikki at reka út á vatnið. Her gongur sjón fyri søgn. Tað ber væl til at liggja og lesa her á vatninum. Tað er bara hatta har við
ikki minni. Eftir stuttari løtu hevði Carl risastóran møguleika, eftir at Ronnie í fyrstu atløgu stútaði á tvørstongina, men ístaðin fyri at skjóta fyrstu ferð, royndi Carl at temja bóltin, og so fekk verjuleikari [...] Løtu seinni vóru aftur boð eftir HB-málverjanum. Jan Guttesen vann bóltin á miðjuni, og spældi síðani Bjarna púra leysan. Hevði Bjarni hugt upp, hevði hann kanska sæð, at hann og Jan vóru tveir einiir [...] , men ístaðin fyri at rulla upp á tvørs, royndi hann at lobba bóltin, men Bárður fekk kortini fatur á. Stutt eftr hetta fekk B36 hornaspark, og so kundi enn einaferð staðfestast, at HB verjan hevur alstórar
uppá, at tað ikki kann ganga heilt galið. Men er tað so, at tú hyggur eftir álmanakkanum hjá øðrum, ella roynir tú bert at fáa tað so gott, sum tú kanst og síðani vóna, at tað er her, ið fólk koma? - Um [...] skalt leggja álmanakkan eftir tí, hvat onnur gera, so kanst tú líka so gott gevast. Men sjálvandi hyggur tú eisini eftir, hvat onnur gera. Eg royni at leggja tiltøkini soleiðis, at húsið hevur eina breiða [...] n aftur bankaði á dyrnar. Hetta árið hevði hann sókt inn á Rymisk Musikkonservatorium í Århus og var so mikið heppin – ella dugnaligur – at sleppa inn. Frammanundan hevði hann verið á tónleikaháskúla í
hava søkt um at sleppa inn á ein slíkan felags bústað. Sum er, standa tey á bíðilista, - men um tey vóru komin til hesa støðutakanina nakað fyrri, so vóru tey kanska komin inn nú. - Men so hinvegin, sært [...] nemt í dag. Vit fingu ein mikroovn á jólum 2004. Tað er so sera einfalt: Tað er bara at smekka frikadellurnar inn har, so eru tær klárar at seta á borðið fáar minuttir seinni. Í dag mátti hann kortini njóta [...] Hetta var so avgjørt nakað sum hevði ávirkan á hansara ætlanir. Hann var um at missa mótið um at fáa húsini upp eftir tíðarætlanini, sum hann sjálvur hevði sett upp. Broytti meining - Eg minnist, at eg ein
Tað gekk illa fyrst á túrinum. So var farið norður eftir. Tá fekst ein rimmarseta, og túrurin varð bjargaður. Árið eftir fekst at kalla ikki ein sild. Tað vóru fleiri sum ikki kundu trúgva, at sildin veruliga [...] verdur. Eg helt, at hetta fóru vit at klára sjálvir. Eg riggaði so róðrið til. Tað vóru tveir lummar á mesaninum. So koyrdi vit talju gjøgnum lummarnar har, síðan um gelendarin og so stýrdu vit við rattinum [...] fyri at seta gørnini aftur. Men at seta kravdi tó ikki so nógva manning. Eg orðnaði at byrja at seta á ymiskum dýpum 27 og 17 favnar. Tá var størri møguleiki at fáa í. Dýpið var regulerað við stroppum. Tá
búsettist seinni í Danmark. Mia var so lítil, og vit vóru so stórir. So tað bar ikki til hjá henni at seta okkum eftir. Men eg haldi kortini ikki, at vit vóru so óskikkiligir, og vit høvdu kortini [...] teimum dámdu at koma á Sund. Tað var ótrúliga gott at vera barn á Sundi. Her var vítt um at spæla frá fjøru til fjals, og sum greitt frá var lætt at fara á flot. Eitt árs skúlagongd Og so gingu vit ikki [...] hevur greitt frá, at hann sum hálvvaksin plagdi at vera á Sundi og ferðast. Tá plagdi hann at seta línu eftir skrubbum. Hann valdi tær størstu burtur úr, og so fór hann til Havnar at selja, og keyparin
fyri at kanna, um møguleikar vóru hjá okkara skipum at koma niður hagar at keypa feska sild at salta í tunnur, sum so skuldu førast heim til Føroyar. Jú, allir vóru sera fyrikomandi og váttaðu, at hetta [...] Hesi hevði Hans hug at vitja aftur. Eingin í Mallaig visti av, at Hans kom, so tað var spennandi, um hann fór at koma til læstar dyr. Ferðalagið hevði fingið at vita, hvar húsini vóru, so tey fylgdu spent [...] »Mallaig-ævintýrinum«, so leingi tað vardi. Tað helt uppat, tá ið kappingin um sildina gjørdist so stór, at prísirnir blivu so høgir, at hetta ikki longur loysti seg. Eitt sum eisini kom at spæla inn var kappingin
upptøkuroyndina. Á háskúlanum valdi hann at ganga á eini serligari linju, sum er ætlað teimum, ið ynskja at fara á politiskúla. Upptøkuroyndin krevur nógv av umsøkjarunum, so eftir drúgva fyrireiking á politilinjuni [...] nd Fyri at sleppa á politiskúla skalt tú til upptøkuroynd, har tú skalt vísa, at tú ert væl fyri kropsliga og sálarliga. Fyri at kunna klára uppøkuroyndina best møguligt valdi David at fara á ein ítró [...] til at tey, sum ganga á politiskúla, skulu vera væl fyri kropsliga, er ikki einans, at tey skulu orka væl at renna og vera hampiliga sterk. At kroppurin er í góðari venjing hevur eisini nógv at siga fyri
vera, at hann saman við Øssuri Hansen fer at vera á beinkinum í Gundadali sunnudagin. Full ferð í Streymnesi Tølini siga, at tað ikki so sjáldan hevur verið torført hjá heimaliðnum við Margáir at vinna [...] Askham at skifta yngri spælarar inn, tá ið tað var greitt, at sigurin á B36 var á veg norður í Sundalagið. KÍ stríðist fyri bronsuplássinum og harvið rættinum at luttaka í Europa Cup. Ímóti TB á heimavølli [...] Ikki gingið eftir vild Undan kappingarbyrjan vóru tað tey, sum roknaðu við, at HB og B68 vóru millum favorittarnar at telvast um heiðursmerkjaplássini. Fýra umfør undan kappingarenda er B68 á niðurflyti