Má tola blóð og deyða

- Eg havi verið úti til ógvusligar ferðsluvanlukkur og funnið deyð fólk í íbúðum, sigur 27 ára gamli David Arge Galán, sum í løtuni lærir til løgreglumann í Keypmannahavn.

Longu sum smádrongur droymdi David Arge Galán um at fáa eitt starv, sum var øðrvísi, krevjandi og spennandi. Í dag ger havnamaðurin dreym sín til veruleika og er farin á politiskúla í Danmark. Útbúgvingin krevur nógv av næmingunum bæði kropsliga og sálarliga, men tað er júst hesar avbjóðingarnar, sum David dámar.


Krevjandi upptøkuroynd

Fyri at sleppa á politiskúla skalt tú til upptøkuroynd, har tú skalt vísa, at tú ert væl fyri kropsliga og sálarliga. Fyri at kunna klára uppøkuroyndina best møguligt valdi David at fara á ein ítróttarháskúla í nakrar mánaðir, áðrenn sjálva upptøkuroyndina. Á háskúlanum valdi hann at ganga á eini serligari linju, sum er ætlað teimum, ið ynskja at fara á politiskúla. Upptøkuroyndin krevur nógv av umsøkjarunum, so eftir drúgva fyrireiking á politilinjuni á háskúlanum og miðvísa venjing kendi David, at nú var hann so klárur til upptøkuroyndina, sum hann kundi blíva:

- Eg vildi vera so væl fyrireikaður sum yvirhøvur gjørligt, so síðstu vikurnar áðrenn upptøkuroyndina brúkti eg eisini nógva tíð um kvøldarnar upp á at lesa donsku bløðini og hyggja eftir tíðindasendingum, fortelir David, sum vísir á, at ein partur av upptøkuroyndini snýr seg um almenna vitan. Harumframt kunnaði hann seg um sjálva upptøkuroyndina, og hvussu hon fer fram, við at lesa inni á heimasíðuni blivpolitibetjent.dk.

Upptøkuroyndin er býtt í fleiri partar, og endaligi parturin er ein samrøða, sum sambært David er tann torførasti parturin:

- Tann endaliga samrøðan var rættiliga nervapirrandi , tí eg visti jú ikki nágreiniliga, hvat eg skuldi práta um, og harafturat er samrøðan ikki nakað, sum ein veruliga kann fyrireika seg til. Men tá má mann bara royna at vísa, hvør mann er og so at siga selja seg sjálvan eftir besta førimuni.




Hørð venjing skal til

Sum part av upptøkuroyndini verður eisini kannað, um umsøkjarin er nóg væl fyri kropsliga. Tískil nýtti David eisini nógvar tímar í venjingarhøli, har hann vandi styrki og konditión:

- Tað er eitt stórt pluss, um tú ert væl fyri kropsliga, tí á skúlanum fer nógv tíð við rørslu, og so at siga øll gera nógv burtur úr ymsum sløgum av venjing, sigur David, sum í løtuni venir umleið fýra og fimm dagar um vikuna. Hvør venjing plagar at liggja um hálvanannan til tveir tímar. Umráðandi er at halda kroppin í góðari venjing, eisini tá tú ert sloppin inn á skúlan, greiðir David frá:

- Vit ganga øll rættiliga høgt upp í at venja regluliga, tí javnan skulu vit til royndir, har kannað verður, hvussu vit eru fyri kropsliga. Afturat styrkivenjing er tað serliga úthaldni, sjálvforsvar og forðabreyt, sum vit venja.

Orsøkin, til at tey, sum ganga á politiskúla, skulu vera væl fyri kropsliga, er ikki einans, at tey skulu orka væl at renna og vera hampiliga sterk. At kroppurin er í góðari venjing hevur eisini nógv at siga fyri psykuna, sum javnan er undir trýsti bæði undir og aftan á lokna útbúgving hjá politistum.



Má tola blóð og deyða

David er júst liðugur við starvsvenjingina, sum í hansara føri vardi hálvtannað ár av útbúgvingini. Samanlagt er øll útbúgvingin trý ár. Sambært David var tað serliga ta tíðina, meðan hann var í praktikk, at hann veruliga upplivdi, hvussu tað er at arbeiða í løgregluni:

- Meðan eg var í starvsvenjing upplivdi eg eitt sindur av hvørjum. Eg var við á túrum, har vit skuldu út til tjóvaríð, ógvusligar eldsbrunar, herverk, narkomál og nógv annað.

Sum løgreglufólk kemur mann út fyri hendingum, sum kunnu verða rættiliga ógvusligar, og tískil lærir David eisini á skúlanum, hvussu hann skal takla ógvusligar hendingar, tá tær koma fyri:

- Vit verða upplærd at vera varug við okkara sálarligu støðu, og eisini hvussu starvsfelagar hava tað, um tey hava verið úti fyri eini ógvusligari hending.

David hevur eisini gjørt sær nógvar tankar um tað, at hetta er eitt arbeiði, sum kann bjóða óhugnaligar og rørandi upplivingar, men hann heldur, at hann er væl fyrireikaður, tá hann kemur í slíkar støður. Á skúlanum verða tey undirvíst á sálarfrøði, har tey viðgera ymisk evni, sum kunnu verða ein hjálp hjá honum, soleiðis at hann eisini sálarliga hevur amboð til at takla tær truplu støðurnar, ið kunnu koma fyri. Bara teir mánaðirnar, hann var í starvsvenjing, slapp hann veruliga at royna seg:

- Eg havi verið úti til ógvusligar ferðsluvanlukkur, har fólk eru komin sera illa til skaða, og so havi eg eisini funnið deyð fólk, sum hava ligið í síni íbúð í langa tíð, greiðir David frá og leggur afturat, at tey altíð hava møguleika at fara til sálarliga debriefing, har tey saman við sálarfrøðingi og einum leiðara práta um ógvusligar hendingar.


Fyrireiking er umráðandi

Um eini nýggju mánaðir er David liðugur við útbúgvingina, og tá kemur hann til Føroyar at arbeiða. David hevur varhugan av, at áhugin fyri løgreglustarvinum og politiskúlanum er stórur millum føroyingar, og til teirra, ið kundu hugsað sær hesa lívsleið, hevur David góð ráð:

- Umframt at kunna seg væl um upptøkuroyndina og venja nógv, so ræður um at seta seg væl inn í samfelagskjakið og fylgja við í avísum og á netinum., greiðir David frá. Hann fylgdi serliga væl við í fjølmiðlasøgunum, sum snúðu seg um kriminal mál og helt vakið eyga við, hvussu løgregluarbeiði fór fram. Hóast hann ikki heldur, at hann lærdi nakað við at lesa hesar søgur, so góvu søgurnar honum eina ábending um, hvat fyrifórst innan politiheimin júst tá.

David sigur seg hava verið væl móttiknan sum føroying á politiskúlanum á Keypmannahavn og sigur, at tað einasta, sum stundum hevur verið trupult sum føroyingur, er danska málið:

- Í byrjanini vóru tað nakrar danskar vendingar, sum eg ikki kendi, og tískil gjørdust onkrar samrøður bæði á skúlanum og úti á patrulju heldur løgnar, flennir David, sum møguliga verður at síggja á patrulju í Føroyum komandi ári.


Myndatekstur:

- Vit verða upplærd at vera varug við okkara sálarligu støðu, og eisini hvussu starvsfelagar hava tað, um tey hava verið úti fyri eini ógvusligari hending, sigur David Arge Galán

Mynd: Ólavur J. Hansen


(Í eina boks fyri seg)


Fakta

Tá ein søkir inn til politist í Føroyum, er mannagongdin tann sama sum í Danmark. Í Føroyum eru tó hesi frávik frá tí, sum er nevnt á donsku heimasíðuni:

• ein skrivlig roynd verður í føroyskum,

• ein svimjiroynd verður, sum einans hevur til endamáls at staðfesta, um umsøkjarin hevur vatnræðslu

• umsóknir skulu sendast til Føroya Landfúta, postboks 3018, 110 Tórshavn, og

• eftir lokna útbúgving í Danmark, skal ein til Føroyar at arbeiða.

Ein kann lata umsókn inn alt árið. Meira kann lesast um útbúgvingina á heimasíðuni www.blivpolitibetjent.dk