Hvørgin parturin ráð at snáva

Felags fyri FM kandidatarnar er, at teir hesa ferð eiga heimavøll, og at venjararnir hava nógvar skikkaðar at velja ímillum

FM stríðið er tvíkapping millum EB/Streym og ÍF. Tí er einki at siga til, at tað er serligt fokus á hesum báð­um liðunum. Felags fyri tey bæði er, at tey sunnudagin eiga heima­vøll, og at tey mugu roknast sum upp­lagdir favorittar ímóti KÍ og NSÍ.
Felags fyri toppliðini er, at tey nógvu tey seinastu umførini hava verið rættuliga støðug. Burtur­sæð frá 1-1 javnleikinum ímóti júst EB/Streymi so hevur ÍF vunn­ið fulla úrtøku átta ferðir á rað. EB/Streymur er níggju tær sein­astu ferðirnar farið ósigrað av vøll­inum.
EB/Streymur er tvey stig frammanfyri ÍF. Bæði liðini hava vunn­ið fjúrtan ferðir. EB/Streymur hevur tvær ferðir meiri enn ÍF verið partur av javnleikum, og tað eru hesi bæði stigini, sum nú eru mun­urin millum toppliðini. Fugl­firðingar eiga betri málmun enn EB/Streymur, og tað kann fara at vísa seg at vera avgerandi, um teir í Sundalagnum eina ferð í enda­spurt­inum ikki vinna fulla úrtøku, og um ÍF vinnur allar fýra dystirnar, sum eru eftir at spæla.
Í botninum kann tað fara at vísa seg, at FC Suðuroy ikki fer at flyta niður við met fáum stigum, nú tað tvær ferðir hevur eydnast at vinna fulla úrtøku. Um tað verður TB ella B68, sum skal tungu leiðina niður í næstbestu deildina saman við FC Suðuroy, verður neyvan avgjørt fyrr enn á seinasta leikdegi, tá ið TB fær vitjan av júst B68.
Í gjár bar soltna úrtøkan við sær, at B68 segði venjaran úr starvi. Pauli Poulsen og B68 hava ikki vunn­ið sjey tær seinastu ferðirnar, tá ið úrtøkan hevur verið tvey stig. Øssur Hansen, sum er venjari hjá næst­besta liðnum, og sum hevur verið á dómaraseðlinum sum spælari sein­astu ferðirnar, hevði ábyrgdina av venjingini í gjárkvøldið.
Øssur fer ikki at hava ábyrgdina, tá ið besta B68 liðið sunnudagin fer í Gundadal at vitja HB. Tað kemst av, at tað er krav, at venjararnir í bestu deildini hava hægstu útbúgvingina, sum tað ber til at taka í Føroyum, og hesi pappírini hevur Øssur ikki fingið enn. Bill Jacobsen, sum vandi B68 í fjør og í fyrraárið, hevur ikki verið venjari í ár. Tað kann væl vera, at hann saman við Øssuri Hansen fer at vera á beinkinum í Gundadali sunnudagin.

Full ferð í Streymnesi
Tølini siga, at tað ikki so sjáldan hevur verið torført hjá heima­lið­num við Margáir at vinna fulla úr­tøku. Fimm ferðir hevur tað verið javnt. Fyrsta ferðin var longu í fyrsta umfari, tá ið KÍ megnaði 1-1 í Streymnesi.
Allir EB/Streyma spælararnir eru tøkir. Mikukvøldið sótu bæði Pauli G. Hansen og Egil á Bø á beinkinum allar 90 minuttirnar. Teir hava báðir verið skaðaplágaðir, men nú eru teir væl fyri. Báðir høvdu teir ivaleyst pyntað byrjunaruppstillingina í øll­um feløgunum. Ímóti B36 valdi Heðin Askham at skifta yngri spæl­arar inn, tá ið tað var greitt, at sigurin á B36 var á veg norður í Sundalagið.
KÍ stríðist fyri bronsuplássinum og harvið rættinum at luttaka í Europa Cup. Ímóti TB á heimavølli var avrikið ikki serliga sannførandi. Ivan Joensen, sum fleiri ferðir framm­anundan hevði verið sann­førandi sentralur miðvallari, var hesa ferð í høgra borði. Tá ið tað rest­aði eitt korter, sá hann beinleiðis reytt kort, og tí verður hann leik­bannaður næstu ferðirnar.
Allir hinir KÍ spælararnir eru tøkir.

Tað erálvari í ÍF
Mikukvøldið vístu fuglfirðingar, at teir eiga at verða tiknir í ramasta álvara í oddastríðnum. Fyri aðru ferð í ár megnaðu teir at taka seg úr grannauppgerðini í Sarpugerði við trý mála sigri. Tað sigur ikki so lítið.
Sjálvsálitið og eldhugin at vinna lýsti av rasku monnunum. Ikki minst var tað ein fragd at síggja, hvussu stinnur og sannførandi sentrali verju­parturin var. Veteranarnir Jákup Mikkelsen, Bartal Eliasen og Høgni Zachariassen, sum er ein­asti ÍF spælarin, ið hevur verið á lið­num allar minuttirnar higartil í lands­kappingini, settu ikki ein fót skeivan.
Bogi Løkin er langtíðarskaddur, men annars hevur Flemming Christensen allar hinar tøkar und­an NSÍ vitjanini. Eisini vinstra vong­verjan Jan Ó. Ellingsgaard, sum er farin av landinum í út­búgv­ingar­ørindum. Hann ferðast heim í viku­skiftunum at hjálpa sínum bygdar­monnum.
Tíggju stig í fimm teimum sein­astu umførunum hava við sær, at NSÍ er sloppið undan hóttanini av niðurflyting. Fyrr í ár hevur NSÍ lagt rygg til 2-1 tap ímóti ÍF – bæði í Fuglafirði og við Løkin.
Allir teir, sum mikukvøldið vóru við til at vinna 2-0 heimasigur ímóti HB, eru tøkir hjá Kára Reynheim. Hjá Kára og NSÍ er setningurin at vinna sætta plássið. Mikukvøldið lyfti NSÍ seg upp á síðuna á B36, sum orsaka av betri málmuni varð­veitti plássið.

Trúgva upp á tað á Tvøroyri
Tað royndist væl hjá TB miku­kvøldið. 1-1 í Klaksvík bar við sær, at liðið lyfti seg upp um strikuna, tí B68 snávaði í Vági. Vónbrotnu tofta­menninir stóðu og bíðaðu eftir at sleppa umborð á Smyril á Krambatanga, tá ið væl nøgdu TB spælararnir komu í land.
TB avrikið í Klaksvík bar boð um, at teir á Tvøroyri avgjørt ikki hava givið skarvin yvir. Dmitrije Jankovic var fremsti maður. Hann arbeiddi sum ein hestur og var orsøk til støðugt órógv í KÍ verjuni.
Allir teir, sum vóru í Klaksvík mikukvøldið, eru tøkir, tá ið Víkingur kemur suður sunnudagin.
Setningurin hjá Víkinga venjar­anum Jógvani Martin Olsen er at halda sínum til í stríðnum at vinna bronsukrónurnar. Rætturin at spæla í altjóða kappingunum næsta summar varð tryggjaður í steypa­finaluni. Síðani hevur Víkingur tapt bæði ímóti NSÍ og ÍF, og nú fæst at síggja, um teir ljósa­bláu fara at megna at reisa seg ímóti tvøramonnum, sum rættuliga trúgva upp á, at tað skal bera til at varð­veita plássið í Effo deildini.
Allir teir, sum vóru við ímóti ÍF, eru tøkir. Sølvi Vatnhamar kom ikki heim úr Danmark mikukvøldið. Tá ið TB í fyrsta umfari hevði vitjan av Víkingi, fóru gestirnir til hús aftur við 2-0 sigri.

Ikki gingið eftir vild
Undan kappingarbyrjan vóru tað tey, sum roknaðu við, at HB og B68 vóru millum favorittarnar at telvast um heiðursmerkjaplássini. Fýra umfør undan kappingarenda er B68 á niðurflytingarplássi, og miku­kvøldið bar 2-0 tapi í Runavík við sær, at HB misti eitt stig í kapp­ingini um bronsukrónurnar og harvið altjóða luttøku. Tað eru nú seks stig av fimta plássi og fram til bronsuna.
Í fyrsta umfari vann HB stóran heimasigur – 4-0 – á B68. Allir teir, sum mikukvøldið vóru við HB í Runavík, eru tøkir aftur sunnu­dagin.
Hjá B68 bar hættisliga støðan við sær, at Pauli Poulsen hósdagin varð sagdur úr venjarastarvinum á Toftum.
B68 hevur alt kappingarárið verið illa skaðaplágað. Mikukvøldið vóru Ukpai og Jann Ingi Petersen millum teir fyrstu ellivu, og Camara kom á vøllin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Ukpai og Camara hava als ikki spælt í ár, og Jann Ingi hevur ikki spælt so nógv. Sunnudagin verð­ur Jann Ingi Petersen ikki á B68 lið­num. Hann varð vístur av vøll­inum í Vági, og tískil er hann leik­bannaður ímóti HB.
Niklas Joensen, Keita og Kristian Anton Andreassen eru skaddir. Knæskaðin hjá Kristian Anton er so mikið álvarsligur, at hann ikki verður førur fyri at spæla meiri í ár.

Soltið hjá báðum pørtum
Meistararnir í B36 vóru mikukvøldið fyri enn einum vónbroti, tá ið teir løgdu rygg til 4-1 tap í Gundadali ímóti EB/Streymi. Hvørki í álopi ella í verju stemmar tað hjá árs­tals­felagnum, sum í hesum umfarinum hevur mist allar møguleikar at vinna atgongumerkir til altjóða kappingar.
Súni Olsen hevur tvær tær sein­astu ferðirnar verið leik­bann­aður. Nú er hann tøkur aftur. Høgni Eysturoy, sum plagdi at røkja vong­verjaplássið í høgru, hevur verið skaddur í nógvar vikur. Miku­kvøldið var Símun Hansen vong­verji, men bara í 73 minuttir. So varð hann vístur av vøllinum, og tískil er Símun leikbannaður í morgin, tá ið FC Suðuroy kemur í Gundadal. Dánjal Rói Olsen er skaddur, og miku­kvøldið noyddist Lukasz Cieslewicz at taka seg aftur undir upp­hitingini.
FC Suðuroy hevur vunnið seks stig burtur úr trimum teimum sein­astu umførunum. Tað hevur verið tosað um, at FC Suðuroy fór at flyta niður við minsta stigatalinum nakran­tíð, síðani kappingin varð víðkað til 27 umfør. Nú er møguleiki fyri, at FC Suðuroy fer at røkka eins stórari úrtøku – 11 stigum – sum B71 í fjør vann og flutti niður við.
Manningarliga sær tað betri út nú hjá FC Suðuroy, enn tað hevur gjørt fyrr í ár.
Í fyrsta umfari í vár var um reppið, at FC Suðuroy fekk stig við sær úr Gundadali. Ta ferðina vann B36 1-0, og tað var Sekou Tidiane Souare, sum í evstu løtu drønstútaði sigurs­málið. Tidiane fór stutt eftir av aftur landinum.