hvussu nógv fólk tola av einum og ørðum. Men sjálvur helt hann, at fekk hann menningartarnaðar grannar, hevði hann ikki sæð øðrvísi uppá tað, enn hann hevði gjørt uppá aðrar grannar. Eg haldi, at tey hava [...] bera tey á lógvunum. Jacob Vestergaard sigur, at um hann fekk ein menningartarnaðan granna, hevði hann ikki mett hann øðrvísi enn ein annan granna. Hann vísti eisini á, at tað ræður um at varðveita so nógv [...] við Dánjali. Ásbjørn Berg segði, at hann gjørdi ikki mun á fólki og flutti nakar menningartarnaður í hansara grannalag, skuldu tey vera hjartaliga vælkomin. Men hann helt at tað bar væl til at venda sp
Hesin sami politikari hevur nú boðað frá, at hann (fyribils) hevur tikið seg úr aftur politikki, og spurningurin er tí, um hann hevur rokkið sínum máli. Ja, spurningurin kann orðast stutt og greitt: hava [...] nú Poul Nyrup, sum í hvussu er ongan lut eigur í føroysku kreppuni. Føroyska kreppan, ið tann mun hon er skapt av dønum, var løgd til rættis av eini borgarligari danskari stjórn, sum fekk treytaleysan
valfundi í Norðurlandahúsinum, verður aftur í ár. Hesaferð er fundurin týskvøldið 28. apríl kl. 20.30, og hann verður sendur beinleiðis í SvF og Útvarpinum. Upprunaliga ætlaðu Útvarpið og SvF at leggja sendingia [...] Møguleiki at leggja upp til kjak _ Vit halda, at henda broytingin bert ger sendingina meira áhugaverda. Hon gevur flokkunum møguleikar at taka samanum í valstríðnum og at leggja upp til kjak millum flokkarnar [...] ikki at koma til orðanna aftur, ger ikki innihaldið so livandi. Umframt tað, so fær politikarin, um hann fær viðmerking frá øðrum politikara aftaná, ikki høvi at svara aftur. Við at bjóða flokkunum at
a. at hann ikki vil ofra ríkisfelagsskapin. ? Ríkisfelagsskapurin hevur stóran týdning. Heimastýrislógin hevur verið góður karmur um tær broytingar, sum hava verið gjørdar í Føroyum, segði hann. Eisini [...] sskapinum. Petur Ellefsen úr Sambandsflokkurin segði, at hann heldur heimastýrislógina verða í lagið. ? Men, segði hann, sjálvandi skulu broytingar gerast um krøv koma um tað. Petur Ellefsen nevndi tó [...] í ríkisfelagsskapinum. Men hvussu er við menniskjaligum kreppum, spurdi hon. ? Hetta ger Javnaðarflokkurin nakað við, segði hon, og nevndi m. a. eldrapolitikk sum eitt dømi. Búskaparliga framgongd Føroyingar
Vági, sum hann fegnaðist um Hann skuldi svara tí triðja spurninginum, sum vit prentað yvirav. Hann hevði ikki verið so leingi í kommunalpolitikki, at hann kundi siga, hví støðan var blivin, sum hon var. Men [...] seg saman, ivaðist hann ikki í, at nógv mál kundu loysast. Ikki antin ella... Páll Vang á Tvøroyri skuldi svara spurningi 5 um, hvar hann helt, at menningartarnað eiga at búgva. Hann helt ikki, at tað var [...] vit hava sett upp yvirav. Hann segði, at í Sumbiar Kommunu eru ongir møguleikar. ? Tað er bara í Vági at serligir bústaðarmøguleikar eru til menningartarnað. Annars vísti hann á, at Almannastovan umsitur
fram í hesum døgum. Tá hann fekk áheitan um at stilla upp, tók hann av, tí hann hevur áhuga fyri politikki, og hevur fylgt við, hvat teir ymsu flokkarnir siga og gera, frá hann var smádrongur. Ungu sj [...] Line, har hann selur pakkaferðir og ferðaseðlar sjóvegis. Arbeiddi í vøruhúsi í Bretlandi Jákup Sverri hevur eisini arbeitt í einum vøruhúsi. í Bretlandi. Hann fekk eitt lynskeið í design, sum hann tekur til [...] valstríðið er komið í hæddina. Hann hevur, eins og øll hini valevnini í Føroyum, gjørt sær sínar hugsanir um mangt og hvat,sum krevur ábøtur í føroyska samfelagnum, og sum hann kundi hugsað sær at gjørt nakað
n vil av øllum kreftum arbeiða fyri at útróðurin fær tað aftur, ið hann hevur mist. ? at inntøkutrygdin kemur upp aftur á tað, ið hon var. ? at bátar undir 15 t fáa tann fimta mannin aftur. ? at bátar
øðrum økjum er hetta til fyrimunar fyri tilveruni í Suðuroy. Tað hevur týdning fyri okkara ungdóm, at hann er sum longst á heimligum øki. Eisini ítróttarliga ger tað, at Suðuroy hevur betri møguleikar at gera [...] ungu, og eisini ein tryggleiki fyri foreldrini. Javnaðarflokkurin setir tilveru okkara ungu høgt. Hon verður sett í fyrstu røð, tí tað er ein væl útbúgvin ungdómur, sum skal føra samfelagið víðari. Ungdómurin
annar fær«. Hetta er fólkaflokspolitikkur. So einfalt kunnu vit lýsa politikkin hjá fólkaflokkinum. Hann byggir á einstaklinga loysnir og hatar samhaldsfastar loysnir. Vit skulu hugsa um okkum sjálvi og [...] hvør øðrum við. Men hetta er ein óføroyskur politikkur. Í eygunum á okkum rætthugsandi føroyingum er hann andstyggiligur. Tá føroyingar drupu grind, varð grindin skift millum øll, uttan mun til, um tey vóru [...] lønini í hesa skipan. Á ellisárum fáa øll somu eftirløn úr Samhaldsfasta. Hetta er ein føroysk skipan. Hon minnir heilt ótrúliga nógv um okkara aldargomlu skipan við grindaskiftinum. Her koma vit hvør øðrum
hugsað um, at barnastovnar verða bygdir eftir tørvi, so mamman ekkaleys kann lata barnið frá sær, meðan hon og maðurin arbeiða og royna at fáa endarnar at røkka saman. Eisini eigur at verða virkað fyri, at mamma [...] sum ynskir at vera heima ella ikki hevur møguleikan at fara út at arbeiða, kann fáa somu hjálp, sum hon ið arbeiðir úti. Skúlin Blindur er bókleysur maður. Vit eru ikki eftirbátar, tá tað snyr seg um útbúgving [...] seta okkum høg mál og miðvíst stevna fram á sjalvstýrisleið. Taka vit undir við Mikkjal á Ryggi, tá hann syngur ? Tey, sum Guds vilja gera og elska fólk og land, ta signing við sær bera, sum sløkkir hatskan