og fyrrverandi valevni Sambandsfloksins. Tað kann helst tykjast ørkymlandi, at tingmanningin hjá Sambandsflokkinum broytir hugsan í málinum um Jørgen Niclasen frá degi til dags. Í farnu viku heitti ein samd [...] Sambandsflokkurin tosar við fleiri tungum. Í síðstu viku vildi ein samd tingmanning hava Jørgen Niclasen frá, í gjár søgdu tey, at síðsta orðið ikki var sagt, og nú stuðla tey fult og heilt løgmanni. Hetta skaðar [...] støðu, sum løgmaður hevur tikið. Í dag hevur Sambandsflokkurin so havt fund á Gamla Apoteki, og nú er støðan ein onnur. Allir sum ein vísa teir til formannin, og hann sigur, at nú hevur flokkurin valt
tá, men júst tá lá KÍ á "rygginum", sum hann tekur til. Hann sigur, at hetta er ein longri søga, men stutta útgávan er, at tað var eitt samlað vinnulív og ein politiskur stuðul til at fara undir hetta arbeiðið [...] at tað eydnaðist at fáa stóran stuðul til KÍ-verkætlanina. - Vit hava verið í Evropa á hvørjum ári, og so seint sum í fjør vunnu vit Bodø/Glimt á heimavølli, men taptu við einum máli samanlagt. Tað var [...] hetta er dreingirnir hjá Magne Hoseth! Men, eg eri eyðmjúkur um at hava verið við í hesi verkætlan, og søgan skal ikki viklast á annan hátt enn tað. Eg skal ikki taka mær heiðurin av nøkrum. Hetta er teirra
greiðir frá, at hann stúrdi fyri, at tað ikki fór ganga so væl, tí tað var fjøra, men tað vísti seg ikki at bila. - Eg stúrdi fyri hesum, tí tað var fari at fjara, men vit valdu ikki at bíða. Tað gekk eisini [...] eri grindaformaður, og hetta er eitt tað frægasta drápið, ið eg havi verið við til. Hetta gekk óalmindiliga væl. Eini 150 hval eru dripnir. Tað sigur Gutti Guttesen, ið er grindaformaður í Bø. Hann var
hátíðarhaldið í tunlinum í dag, so tað ætli eg mær avgjørt. Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum? - Hetta er størsta frambrot á føroyska [...] tættari at hvørjum øðrum, ger okkum sterk, bæði vinnuliga, búskaparliga, handilsliga og ikki minst menniskjansliga. Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið? - Ja, tað fari eg [...] eg heilt vist. Um eg fari eftir gomlu farleiðini, verður tað bert tí, eg vil njóta føroysku náttúruna, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
yvirskot í gerandisdegnum, er hann lætnaður nógv. - Upp á trý ár eri eg lætnaður 26 kilo, og tað er útilokandi orsaka av venjing, tí eg eti stórt sæð tað sama sum fyrr, greiðir David frá. 11 harðir tímar Øll [...] sum oftast tvær ferðir um dagin, greiðir David frá. Fyri at orka alla venjingina er hann tilvitaður um tað, hann etur. - Eg eti vanligan sunnan mat. Tað er einki, sum eg ikki sleppi at eta ella nakað tílíkt [...] Svimjingin gekk júst, sum hon skuldi. Í tí greinini eri eg sterkastur, og tað er ivaleyst tí, at eg framvegis minnist teknikkin frá tí tíðini, eg sum barn svam fyri Havnar Svimjifelag, sigur David. Somuleiðis
støðuni á eldraøkinum. - Tað er soleiðis í dag, at tað ikki eru nokk starvsfólk á økinum, og tað ger, at tey eldru fáa ikki nokk røkt. Fleiri av hesum fólkunum eru so illa fyri, at tey megna næsta einki [...] langt burturi frá búfólkunum. Vónandi verður tað broytt til tað betri. - Harnæst ynskja vit, at okkurt verður gjørt við normeringarnar, soleiðis at tær verða lagdar í eina fasta legu. Tað skal tryggja, [...] - Vanligur logikkur sigur, at hetta gongur als ikki. Tað er greiði boðskapurin frá forkvinnuni í Tign, Rúni Sivertsen, nú sjóneyka hevur verið sett á eldraøkið seinastu vikuna. Í kvøld skipar Tign fyri
kvøld á, at hann er landsynningur í ættini, tað er fitt av vindi, og tað rullar illa um fjørðin. - At seta Sildberan inn um Skopunarfjørð kunnu tit á SSL ikki bjóða sandoyingum. Nógv fólk er setst aftur, tí [...] einaferð tekniskt brek, og ivasamt er, um hann siglir aftur í bræði. Tað sigur ein argur og hvassorðaður borgarstjóri í Sands kommunu í kvøld, Brandur Sandoy, nú tað er greitt, at strandfaraskipið, sum røkir [...] kvøld við Sildberanum, og tað verður ikki frægari í morgin. Borgarstjórin spyr, hví Strandfaraskip Landsins knappliga eru gingin frá skipanini, sum hevur verið brúkt, har Ternan er sett inn, tá trupulleikar
líka fitt at hava við at gera, sjálvt um tey eru ymisk. - Tað er fantastiskt fyri eina gamla hønu sum meg at vera saman við ungdóminum. Eg elski tað. Og eg eri djúpt beærað fyri hendan heiðurin. Eg eri himmalglað [...] - Oyjøssu Kristi navn, hetta er mestsum ovmikið. Eg eri heilt rørd, og hetta haldi eg slett ikki, at eg havi fotjent, var fyrtsa viðmerkingin á rungandi suðuroyarmáli frá Onnu Kirstin Thomsen, sum fekk [...] fekk ársins Planet herðaklapp. Hon helt eisini, at tað var heilt ótrúligt at verða bólkað við øllum teimum evnaríku tónleikarunum, sum eru í Føroyum. - Eg eri ótrúliga stolt av okkara unga, evnaríka fólki
ára gamli sonur mín upp og skrykti stykkið úr kontaktini, tí nú vildi hann bara ikki hoyra meira. Tað er einki stuttligt at hava stevnt fyri hesa ærumeiðing, men eg noyddist, segði Jørgen Niclasen í vi [...] ærumeiðandi fyri landsstýrismannin. Hvussu ofta Dagur & Vika viðgjørdi umrødda tollmálið í tíðarskeiðnum frá 19. desember 2013 til 14. februar 2014, endurtók advokaturin hjá landsstýrismanninum á rættarfundinum [...] menniskju. At vera viðgjørdur aftur og aftur á ein slíkan hátt í einum so sterkum miðli, sum sjónvarpið er, hevur gingið ógvuliga hart út yvir meg. Jørgen vísti á, at onkuntíð varð lítið sagt við døgurðaborðið
kunnu vit koma hvørjum øðrum við. Slagorðið fyri mentanarvikuna er ”Livandi mentan, har vit koma hvørjum øðrum við...”. Hon segði, at fólk í Fuglafirði skulu koma hvørjum øðrum við, tí tað er ein stór styrki [...] og læra okkum at hyggja rundan um okkum, so síggja vit eina heilt nýggja verð, sum er at finna í fjøruni. Tað er tað, vit hava gjørt her. Vit troyta okkara potentiali, og vit bjóða øðrum við, segði Brynhild [...] u. - Eg tori ikki at siga, at hetta tiltak verður á hvørjum ári, og hvussu umfatandi tað verður eina aðru ferð. Brynhild Næs Petersen segði, at tað hevur víst seg so nógvastaðni í bygdini, at hetta hevur