Í endanum av sínari framløgu á rættarfundinum í gjár, vísti advokaturin hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, fleiri brot úr Degi & Viku, sum hann metti at vera ósonn og ærumeiðandi fyri landsstýrismannin.
Hvussu ofta Dagur & Vika viðgjørdi umrødda tollmálið í tíðarskeiðnum frá 19. desember 2013 til 14. februar 2014, endurtók advokaturin hjá landsstýrismanninum á rættarfundinum í gjár við at vísa brot - send ymiskar dagar - úr ikki færri enn 18 sendingum.
Í einum steðgi, sum var, segði Jørgen Niclasen, at talan var um tilsamans 22 brot úr ymiskum Dagur & Viku-sendingum og øðrum sendingum í sjónvarpinum, sum advokatur hansara hevði valt at vísa fram í rættinum.
Tá Jørgen Niclasen seinnapartin í gjár slapp at seta seg í vitnisstólin, og advokatur hansara á rættarfundinum fekk høvi at seta honum spurningar, endaði advokaturin spurnarrøðina við at spyrja landsstýrismannin, hvussu hann hevði upplivað alla hesa fjølmiðlaumtalu um hetta mál.
- Hetta hevur verið ræðuliga óbehagiligt. Eg eri politkari, men vit eru eisini øll menniskju. At vera viðgjørdur aftur og aftur á ein slíkan hátt í einum so sterkum miðli, sum sjónvarpið er, hevur gingið ógvuliga hart út yvir meg.
Jørgen vísti á, at onkuntíð varð lítið sagt við døgurðaborðið heima við hús, tá innsløgini vóru á skíggjanum, tí ágangurin tók ongan enda, men helt fram dag eftir dag.
- Tann eina dagin leyp 12 ára gamli sonur mín upp og skrykti stykkið úr kontaktini, tí nú vildi hann bara ikki hoyra meira. Tað er einki stuttligt at hava stevnt fyri hesa ærumeiðing, men eg noyddist, segði Jørgen Niclasen í vitnisavhoyringini í gjár.