- Vanligur logikkur sigur, at hetta gongur als ikki.
Tað er greiði boðskapurin frá forkvinnuni í Tign, Rúni Sivertsen, nú sjóneyka hevur verið sett á eldraøkið seinastu vikuna.
Í kvøld skipar Tign fyri stórum fundi í auluni í Læraraskúlanum, har eldraøkið er evnið. Borgarstjórar og landsstýrisfólkini í almannaráðnum og heilsumálaráðnum luttaka á fundinum við stuttum uppleggum og aftaná verður pallborðsfundur.
Forkvinnan í Tign er skuffað av støðuni á eldraøkinum.
- Tað er soleiðis í dag, at tað ikki eru nokk starvsfólk á økinum, og tað ger, at tey eldru fáa ikki nokk røkt. Fleiri av hesum fólkunum eru so illa fyri, at tey megna næsta einki sjálvi. Tey hava tørv á hjálp fyri at reisa seg, fara á wc og enntá at eta.
Felagið vónar við fundinum at broyta serliga tvey viðurskiftir, ið millum annað Miðlahúsið hevur víst á seinastu dagarnar, nevniliga skipanina við fjarleiðslu og normeringar.
- Við fundinum vóna vit at varpa ljós á fjarleiðsluna, ið vit ikki meta virka. Leiðslan verður ov langt burturi frá búfólkunum. Vónandi verður tað broytt til tað betri.
- Harnæst ynskja vit, at okkurt verður gjørt við normeringarnar, soleiðis at tær verða lagdar í eina fasta legu. Tað skal tryggja, at kommunurnar ikki fara eftir røktini, tá neyðugt er at spara á økinum.

- Hetta gongur als ikki





