- Oyjøssu Kristi navn, hetta er mestsum ovmikið. Eg eri heilt rørd, og hetta haldi eg slett ikki, at eg havi fotjent, var fyrtsa viðmerkingin á rungandi suðuroyarmáli frá Onnu Kirstin Thomsen, sum fekk ársins Planet herðaklapp.
Hon helt eisini, at tað var heilt ótrúligt at verða bólkað við øllum teimum evnaríku tónleikarunum, sum eru í Føroyum.
- Eg eri ótrúliga stolt av okkara unga, evnaríka fólki. Fleiri av teimum hava eisini verið her suðuri og spælt, og tey eru øll líka fitt at hava við at gera, sjálvt um tey eru ymisk.
- Tað er fantastiskt fyri eina gamla hønu sum meg at vera saman við ungdóminum. Eg elski tað. Og eg eri djúpt beærað fyri hendan heiðurin. Eg eri himmalglað fyri hetta, segði Anna Kirstin umvegis telefonina.