hósdagin fara vit at taka avgerð um, hvat meiri skal henda í málinum, men tað er heilt greitt, at vit kunnu ikki lata sovorðið fara aftur við borðinum uttan nakað. Men hvat fara tit at gera við hetta? ? Sum [...] sendur av vøllinum. Seinna gula kortið fekk landsliðsmaðurin fyri at brúka seg, og avleiðingin av hesum kortinum var, at leikbannið, sum eftir fyrra gula kortið (tað triðja í steypakappingini í ár) hevði
fyri, at tað eisini komandi ár verður kappast um løgmanssteypið. Klaksvíkingar eru teir einastu, sum kunnu syrgja fyri, at HB ikki vinnur steypakappingina í ár. Vinnur HB, so hava teir vunnið løgmanssteypið [...] finaluni í steypakappingini hava bæði HB og KÍ vunnið sær pláss úti í Europa. Tað hava teir, um annað av hesum liðunum stendur við FM steypinum og harvið rættinum at taka lut í Europa Cup, tá landskappingin verður
verða liðugt. Politiskur spurningur Langsiktaða trupulleikin á Almannastovuni er ikki loystur við hesum. Her mugu politikararnir taka samanum, fyri at fáa arbeiðsviðurskiftini í rættlag. Hann vísir á, at [...] arbeitt til fánýtis. Tilboðini í samfelagnum eru ikki so nógv, at endamálið við ætlanunum í lógini kunnu nøktast. Eitt nú er ongin íbúðarpolitikkur, einki skipað arbeiðið fyri teimum, sum ikki eru tøk á [...] hent áður, tað hendi aftur herfyri, og fer at henda aftur seinni, um vit ikki taka avleiðingarnar av hesum, sigur Jóan H. S. Samuelsen. Afturvendandi trupulleiki Almannastjórin heldur, at hendingarnar herfyri
meti eg ikki sum nakað sjálvstýri. -Heldur tú Føroyar kunnu klára seg búskaparliga einsamallar við tí fiskivinnu vit hava í dag? -Tað meti eg tær kunnu. Tað skal bara gerast upp á tann rætta mátan og innan [...] skúla og mentan og almanna- og heilsuverk og hvussu fer at eydnast at smíðja eina fíggjarlóg undir hesum fortreytum - um somu tíð sum skjøtil verður settur á ætlanina at minka og í síðsta enda avtaka blokkin [...] verður tað, sum verður avgerandi. Fari við opnum sinni Meira hevur løgmaður ikki at siga til tað á hesum sinni. Nú eru tað samráðingarnar við danir, sum hava fyrsta prioritet. -Eg fari til samráðingar við
hvítusunnudag. Hetta er ikki fyrsta ferðin, vit hava havt eina sovorna løtu. Vit hava skipað fyri hesum tríggjar ferðir áður. Síðsta ferðin var í 1983. Vit halda, at tað hevur verið ov langt ímillum hesar [...] ikki til staðar, og í vikuni hava vit verið á gátt hjá teimum og sett merki í bringuna á teimum. Á hesum vitjanum havi eg aftur fingið staðfest tað, sum eg eisini helt meg síggja hvítusunnudag, at tað var [...] Tað er einki at ivast í, at størsta framstigið av øllum hevur verið, at uppsølurnar eru komnar. Vit kunnu kanska ikki rokna við, at tað fer at vera so nógvur fiskur og so góður prísur, sum tað hevur verið
sum ein nýggj íbúð við góðum plássi, so bólkar aðrastaðni úr landinum kunnu koma her og gista, um tað verður neyðugt. Bólkarnir kunnu tá við góðum huga seta sær vikuskifti av til at koma her. Nógv hugskot [...] Orð: Dánial Hoydal myndir: Jan Müller Tað er nakað heilt nýtt, at klaksvíkingar kunnu taka ljóð upp, uttan at skula allan vegin til Havnar ella Runavíkar ella upp aftur longur. Steintór Rasmussen og aðrir [...] tað rætt. Tað er eisini av hesi orsøk, at vit ikki hava gjørt so nógv burturúr at lýsa og boða frá hesum enn. Vit vilja fyrst royndarkoyra tað og vita, um kanska okkurt manglar og kann gerast betri. Dýrt
egnaðar til innskiping. Keiøkið og havnalagið eru eisini góð og kunnu taka ímóti fiski harafturat hava vit eisini virkini. Oljuna kunnu vit eisini taka ímóti, um tað verður neyðugt, og so ikki at gloyma [...] viðkomandi stovnar um eitt felags mál, og síðan kunnu vit fara út og marknaðarføra okkum og vísa á, hvat vit hava at bjóða. Tá vit sjálv eru klár, kunnu skipini koma. Vit eru ikki heilt komin hartil enn [...] sá týdningin í at standa saman um at menna tað tilfeingi vit hava og samskipa arbeiði. Tað var í hesum anda, at mítt arbeiði varð sett upp. Og yvirhøvur haldi eg, at klaksvíkingar eru ernir av at vera
í sínum rætti essi, og spældu og sungu frálika væl løg bæði hjá Hank Williams og Everly Brothers. Hesum komu teir heilt væl frá, soleiðis at bæði sangur og tónleikur fyltu væl og kendust sum ein væl samansjóðað [...] eingin annar møguleiki er. Charlie er so frægur meistari, at hann kann spæla saman við øllum, men øll kunnu ikki spæla til hansara. Her var svenski bólkurin ta fyrru ferðini nógv betur, og heildin virkaði betur [...] allur hesin frálíki tónleikurin skal drukna í levint og gangi frá fullum fólki og fløskuroki. Við hesum missir ferstivalurin nakað av tí »snøgga« sum countrytónleikur nú einaferð er.
fyri tí, sum skal henda. Møguleikarnir eru góðir, sigur Høgni. Tað ber til Spurdur, nær føroyingar kunnu vænta sjálvstýri, sigur landsstýrismaðurin, at tað verður ikki fyrr enn fakliga arbeiðið er gjørt [...] prógva, at um vilji er til staðar, ber væl til at Føroyar gerast sjálvbjargnar. Týðandi partur í hesum arbeiði verður at kunna vanliga føroyingin um úrslit av arbeiðnum og ætlanir á sjálvstýrisleiðini [...] landsstýrið vera ein týðandi tátt í fyrireikingararbeiðnum. Greiðari viðurskifti Spurdur um Føroyar í hesum valskeiðnum verða ein suverenur statur, sigur Høgni Hoydal, at tað bert velst um politiska viljan
at fáa gott samstarv við nýggja landsstýrið í framtíðini. Anfinn Kallsberg sigur, at innihaldið í hesum brævinum er alment. Hann heldur ikki nakað løgið vera í, at umboð fyri bretsku stjórnina á henda hátt [...] stjórn innan stutta tíð. Vit hava felags búskaparlig áhugamál. Eg vóni, at tygum í løgmansstarvinum kunnu birta upp undir eina nýggja byrjan í marknasamráðingunum. Vit eru til reiðar at finna eina skjóta [...] rættvísa avtalu, ið er til gangs fyri báðar partar, sum millum brøðratjóðir. Stóra ynski mítt er, at vit kunnu samstarva. Við øllum góðynskum í tíni løgmanstíð Robin Cook) Kallsberg, Nyrup og Blair í Keypmannahavn