Nýggja landsstýrið er bert fáar vikur gamalt. Og løgmaður hevur bert roynt seg í nýggja álitisstarvinum í stutta tíð. Hóast komandi samráðingar við danir hava tikið nógv av tíðini, so hava landsstýrisfólk longu alment sagt frá, hvat tey ætla sær á sínum málsøkjum í komandi ári.
Hægri játtanir
Hvussu sær nýggi løgmaður uppá, at hansara starvsfelagar í landsstýrinum longu nú tosa um hægri játtanir til bæði skúla og mentan og almanna- og heilsuverk og hvussu fer at eydnast at smíðja eina fíggjarlóg undir hesum fortreytum - um somu tíð sum skjøtil verður settur á ætlanina at minka og í síðsta enda avtaka blokkin úr Danmark!
-Eg trúgvi ikki tað er nakað óvanligt í tí, at landsstýrismenn á teimum ávísu økjunum ynskja sær nógvar pengar. Men avtalaður er eisini ein fíggjarpolitikkur, sum skal ganga upp í eina samlaða eind, soleiðis at tingini hóska saman. Tað verður tað, sum verður avgerandi.
Fari við opnum sinni
Meira hevur løgmaður ikki at siga til tað á hesum sinni. Nú eru tað samráðingarnar við danir, sum hava fyrsta prioritet.
-Eg fari til samráðingar við opnum sinni fyri at finna eina skilagóða loysn fyri Føroyar og fyri føroyingar. Eg vóni, at man eisini frá danskari síðu sær, at tað er bæði rætt og rímuligt sigur løgmaður, sum - hóast ríkisrættarligu málini ikki júst standa skránni hesaferð - kortini ikki heldur tað fer at verða nakar trupulleiki at fáa danir at ganga við til at geva føroyingum størri sjálvstýri. Kanningin í Jyllandsposten, har tveir av trimum dønum ganga inn fyri at geva føroyingum størri sjálvstýri, borgar eisini fyri tí heldur løgmaður.
Fólkaflokkurin mest ítøkiligu uppskotini
Síðani samgongan varð skipað herfyri hava verið gitingar um, at hóast fólkaflokkurin hevur gjørt avtalu við tjóðveldisflokkin um suverenan stat ol., so er fólkaflokkurin í veruleikanum als ikki sinnaður at fara eins langt á loysingarleið sum tjóðveldisflokkurin. Hvørja viðmerking hevur Anfinn Kallsberg, løgmaður til hetta?
-Eg vil siga beint tvørturímóti. Tað er kanska fólkaflokkurin, sum hevur havt tey mest ítøkiligu uppskotini, tá tað kemur til einar búskaparligar sjálvstøðugar Føroyar. Og einar sjálvstøðugar Føroyar uttan ein sjálvstøðugan búskap meti eg ikki sum nakað sjálvstýri.
-Heldur tú Føroyar kunnu klára seg búskaparliga einsamallar við tí fiskivinnu vit hava í dag?
-Tað meti eg tær kunnu. Tað skal bara gerast upp á tann rætta mátan og innan fyri tann rætta tíðarkarmin. Tað er ikki nakað, tú ger frá einum degi til annan. Heldur hevur tað nakað við meira langsiktaðar tillagingar at gera.
Anfinn Kallsberg heldur sjálvur, at vit hava eina so mikið fjøltáttaða fiskivinnu, at tað ber til at gerast meira óheft og sjálvbjargin. Hinvegin hevði tað verið betri, um vit høvdu ein búskap, sum bygdi á fleiri bein og vónandi koma tey í framtíðini sigur hann.
Við hesum sipar hann m.a. til alivinnuna og eina komandi oljuvinnu.
Vóni vit finna olju
-Danskur serfrøðingur hevur sagt, at einasti møguleiki hjá føroyingar fyri at fáa loysing er fyrst at finna olju!
-Tí eri eg ikki samdur í, men tað kann væl vera, at tað hevði gingið eitt sindur skjótari. Hinvegin haldi eg, at eitt stórt útsving í búskapinum, sum oljan kann geva, um hon fer at renna, er eisini ómetaliga vandamikið, tí tá skal lítið til at koppa búskapinum. Ein skal tí vera sera varin í tí samanhanginum eisini.
Annars sær Anfinn Kallsberg sum løgmaður fegin, at vit finna olju við Føroyar.
-Sær tú so eisini fegin, at vit fáa eina útbjóðing í hesum árinum?
-Um tað er tað besta fyri Føroyar, ja, men ikki fyri einhvønn prís.
Markið
Løgmaður, sum nýliga hevur kunnað seg við marknatrætuna við bretar dylur ikki fyri, at ein semja um markið hevur rættiliga nógv at siga fyri eina komandi føroyska útbjóðing.
Herfyri hevði hann m.a. fund við formannin í føroysku samráðingarnevndini, Árna Olafsson. Hvørja niðurstøðu gjørdi hann sær á hesum fundinum?
-Eg havi ikki gjørt hana enn, men eg havi í hvussu er fingið ein nógv betur kunnleika til alt málið.
Herfyri bað táverandi løgmaður danska forsætisráðharran um at fáa í lag fund við Tony Blair um marknamálið. Hvørja støðu hevur Anfinn Kallsberg til tann spurningin?
-Eg vil fyrst sleppa at gera eina niðurstøðu út frá tí, sum eg havi hoyrt eitt nú Árna Olafsson siga frá.
Uppá fyrispurning um hetta málið verður tikið upp undir samráðingunum í Danmark í næstu viku sigur Anfinn Kallsberg, at tað verður ikki gjørt í tí samanhanginum, sum lagt er upp til. Men tað kann lætt henda, at vit í onkrum øðrum samanhangi fara at koma inn á henda spurningin. Men tað verður so ikki við eini endaligari niðurstøðu frá føroyskari síðu.
-Fyrrverandi løgmaður segði herfyri, at tað verður ein vanlukka, um landsstýrið ikki letur danska forsætisráðharran fara víðari við málinum?
-Eg fái ikki svarað uppá tað, tí tað eru ymsar meiningar um hatta, og eg veit heldur ikki, hvat júst liggur í hesi áheitanini til danska forsætisráðharran. Tá tú skal koyra eitt slíkt mál uppá politiskt stig, so má tað eisini liggja eitt føroyskt útspæl um, hvat tað politiska úrslitið skal vera.
Anfinn Kallsberg hevur ikki havt høvi til at tosa hvørki við fyrrv. løgmann ella forsætisráðharran um hetta. Tað má hann tí fyrst finna fram til.
-Hóast løgmaður ikki ætlar sær í bløðini við uppskoti til eina loysn á málinum, so heldur hann, at bæði vit og bretar hava felags áhuga í at avklára hesi viðurskifti skjótast gjørligt.