hava sjúklingarnir tað heldur ikki. Tað smittar. Hann sigur, at tað er ómetaliga strævið at arbeiða undir so hørðum trýsti. Tað er skjótt at føla seg útbrendan, sigur hann. Tey á landssjúkrahúsinum hava [...] Tað er einki nýtt, at støðan á landssjúkrahúsinum er vónleys. Tað hevur hon verið í nógv ár, tí samstundis sum Landssjúkrahúsið hevur fingið minni og minni pengar at arbeitt við, hevur tað fingið alsamt [...] bíða við at bøta um støðuna, tess tyngri verður tað, loysa málið. Kanska hava vit ikki gjørt politakurum tað nóg greitt, hvussu støðan er, hóast tað er nevnt í ymsum sambandi, leggur hann afturat.
í tinginum mikudagin. Tað var Jenis av Rana, sum hevði spurt hann, hvussu verður vorðið við skúlalæknanum í Havn. Ongin skúlalækni hevur verið í Suðurstreymoy eina tíð, men nú er so útlit at nýggjur skúlalækni [...] bræv við viðmerkingum til sáttmálan. Í summar hendi onki av tí feria var, men í heyst er gongd komin á aftur. Bræv er á veg til landsstýrið frá PLO við tillagingum til sáttmálan. Sáttmálaviðurskiftini skuldi
ikki trupulleikan. Fyri tað fyrsta ber illa til at siga nær farmur skal við, tí tað avhongur av nógvum ymiskum viðurskiftum og fyri tað næsta verður bíðitíðin so long, at vandi er fyri, at stór virði fara [...] nøkta tann tørv, sum er á leiðini. Og líkt er í øllum førðum til, at ólag kemur á ferðaætlanina, tí verður so nógv ferðsla, sum roknast kann við, er stutti steðgurin, sum flestu túrarnar er avsettur til at [...] Ferðslan um Leirvíksfjørð er økt so nógv seinastu árini, at Ternan er vorðin ov lítil til at nøkta tørvin, og vandi er fyri sonnum ruðuleika, tá hon kemur aftur í sigling um einar tvær vikur. Rúna Sivertsen
kappingin um plássini er hørð, er Julian ikki stúrin. Eg trúgvi uppá meg sjálvan, og eg ætli mær at taka plássið frá onkrum av spælarunum, sum eru á liðnum, sigur hann avgjørdur. Hjá B36 er tað ein stórur missur [...] tøl í sáttmálanum eru almannagjørd, men tað er greitt, at Julian skal liva av at spæla fótbólt. Sjálvur ætlar Julian at gera vart við seg í norska felagnum. Málið er ikki nátt nú hann hevur fingið sáttmála [...] greitt, at fótbóltsframtíðin hjá landsliðsspælaranum hevur ligið í norska felagnum, og nú er staðfest at so er. Hósdagin skrivaði Julian Johnsson undir ein 3-ára sáttmála við Kongsvinger, og fyrst í komandi
Eftir dystin móti FC Keypmannahavn seinasta vikuskiftið staðfesti venjarin hjá Herfølge, Ole Mørch, at tað nú bilaði við sjálvsálitinum hjá málverjanum. Og sambært tí, sum Ítróttarsosialurin hevur fingið at [...] Estlandi, hevur Kai Larsen vart málið. Jákup hevur síðani stríðst fyri at vinna plássið aftur, og nú hann er frískur og væl fyri, fær hann helst kjansin aftur. Tá vit royndu at fáa fatur á Jákupi í gjár, var
hjá Neistanum eftir einum korteri. Seinasti mansdysturin verður í Havn millum Neistan og KÍF, og tað er ein dystur, sum skal gera av, hvør skal verða aftast í deildini eftir hetta vikuskiftið. KÍF hevur [...] Sunnudagin verður tað, sum vanliga var stóri dysturin í hondbóltskappingini hjá monnum, spældur í Vestmanna. Í fjør hevði Kyndil ongan kjans móti VÍF, men nú fáa teir aftur ein kjans at koppa gula mei [...] eingin ivi um sigurin, og teir vunnu við seks málum. Kyndil vann í fyrsta umfari á StÍF í útivølli, og tað tóktist verða so gott úrslit, at vónir vóru fyri einum ári við Kyndli í oddinum, men seinasta vikuskiftið
Føroyska kirkjan er donsk, fáa vit ofta at vita. Men tað eru tvey høvuðsting innan kirkjuna, sum fólk kanska ikki dagliga hugsa um, sigur Uni Næs. Tað eru bygningurin, og tað er arbeiðið. Og so er lætt at sláa [...] ar, sum tað lokala kirkjuliðið sjálvt eigur. Tað er, sum sagt, kirkjuliðið, sum eigur og rekur kirkjuna. Har kirkjuskattur er, verður raksturin rikin við honum, og har eingin kirkjuskattur er, má peningurin [...] sum gjørt verður aðrastaðni. Tað eru møguleikar fyri øðrum guðstænastum enn teirri vanligu hámessuni, sigur Uni Næs. Tað er ikki rætt av kirkjuni altíð at siga, at tað er so ringt og trupult at koma í
Hvat er verðin? Tað er tað lítla, sum er beint uttan um teg, og sum tú sjálvur kanst nerta við og tosa við. Og so er tað tað stóra inni í heysinum, orðini og myndirnar, sum floyma inn yvir teg uttanífrá [...] andlitini, ið koma á rútin. Sum tað skilst á bløðunum, er tað útsjóndin og medferðin hjá upplesarunum og sjónvarpsvertunum, ið er tað avgerandi fyri fjøldina av franskmonnum. Er tað hasin ella handan, sum verður [...] framsíðirnar her. Tá er ørskapurin øðrvísi týðandi. Tí har eru vit í parti. Tíðindi, tá ið saman um kemur, er tað, sum hevur áhuga hjá lesarum, lurtarum og síggjarum. Tað er ein vøra, og tað man vera vónleyst
oljuklæði ikki er heilt tað sama, sum millum klædningar og slips uppi á »Glade Hjørne«. Tað nyttar einki at koma til mín nú, skalt tú hava klædning, hvíta skjúrtu og slips. Her er tað sjómaðurin og [...] hevur latið klædnahandilin aftur, er ein býarmynd horvin. Sum Jákup sigur, so er tað vorðið tyngri at reka eina klædnahandil í dag, tí nú eru so nógv, ið kappast. Meðan tað í 1966 bert vóru fýra mannfólk [...] Hóast hann ikki er meira enn 50 ára gamal, so er hann av teimum handilsmonnunum í býnum, sum hava virkað longst í vinnuni - í hvussu so er hevur hann verið partur av handilslívinum í Havn í 35 ár. Vit
møguleiki er, at hon er gift onkrar aðrar staðir, og ein annar møguleiki er, at hon, sum fleiri ungar gentur tá í tíðini, er farin til Danmarkar. Og so er tað sjálvandi tann møguleikin, at hon er deyð. Tað [...] árum aftur í tíðina, kann skyldskapurin tykjast vera útvatnaður, um tað ber til at siga soleiðis, men tað er áhugavert at staðfesta, at tað eru tey somu nøvnini, sum ganga aftur. Systkini hjá Jósupi Anna Sofía [...] Jósup var altíð formaður. Tað verður sagt um hann, at hann hevði sera gott skil á veðri og streymi, og tað lá væl fyri hjá honum at fáa fisk. Hann var stórur og sterkur, og tað er tiltikið, at hann hevði