Tveir skúlalæknar skjótt settir

Gongur sum ætlað, verður aftur skúlalækni í Suðurstrymoy og í Suðuroyar Syðra læknadømi komandi vár.

 

Gongur sum ætlað, verður aftur skúlalækni í Suðurstrymoy og í Suðuroyar Syðra læknadømi komandi vár.

Hetta upplýsti Kristjan Magnussen, landsstýrismaður í tinginum mikudagin.

Tað var Jenis av Rana, sum hevði spurt hann, hvussu verður vorðið við skúlalæknanum í Havn.

Ongin skúlalækni hevur verið í Suðurstreymoy eina tíð, men nú er so útlit at nýggjur skúlalækni verður settur í februar - gongst sum ætlað.

Kristjan Magnussen segði

at seinasta var varð ætlanin at fáa lýsing í Ugeskrift for læger.

Men í juni vendi Praktiserende lægers Organisation, PLO, sær til landsstýrið og boðaði frá, at nýggjur sáttmáli var komin í gildi, men at tey høvdu gloymt at boða landsstýrinum frá hesum. Tí bar ikki til at lýsa eftir nýggjum skúlalækna, fyrrenn sáttmálaviðurskiftini vóru klár.

Kristjan Magnussen sigur, at sáttmálin eigur at tillagast føroyskum viðurskiftum, og umframt hetta eru lønarviðurskiftini eini heilt onnur enn tey, skúlalæknin í dag verður løntur eftir.

Landsstýrið sendi í summar PLO bræv við viðmerkingum til sáttmálan.

Í summar hendi onki av tí feria var, men í heyst er gongd komin á aftur.

Bræv er á veg til landsstýrið frá PLO við tillagingum til sáttmálan. Sáttmálaviðurskiftini skuldi verðið greið á jólum og tí skulu verið greitt at søkt eftir skúlalæklna til Suðurstreymoy, og til Suðuroyar syðra læknadømi.