Jákup Mikkelsen stendur eftir øllum at døma í málinum, tá Herfølge spælir ímóti Vejle í Superliguni sunnudagin. Kappingarneytin hjá Jákupi, Kai Larsen, hevur staðið seg illa seinastu dystirnar, og hann hevur kostað fleiri mál farnu tveir dystirnar.
Eftir dystin móti FC Keypmannahavn seinasta vikuskiftið staðfesti venjarin hjá Herfølge, Ole Mørch, at tað nú bilaði við sjálvsálitinum hjá málverjanum. Og sambært tí, sum Ítróttarsosialurin hevur fingið at vita úr Herfølge, ætlar Ole Mørch at skifta málverjan út og seta føroyska landsliðsmannin millum stengurnar á superligaliðnum hetta vikuskiftið. Jákup byrjaði kappingarárið í ár sum málverji á besta liðnum, men eftir ein skaða, sum hann fekk í Estlandi, hevur Kai Larsen vart málið. Jákup hevur síðani stríðst fyri at vinna plássið aftur, og nú hann er frískur og væl fyri, fær hann helst kjansin aftur.
Tá vit royndu at fáa fatur á Jákupi í gjár, var hann farin til venjingar, men á skrivstovun hjá Herfølge varð sagt, at Jákup skuldi spæla á besta liðnum hetta vikuskiftið.