góðum lag hesa løtuna. Hann var eisini umborð í Klakki og hugdi at ”lugarinum”, sum hann var óføra hugtikin av. Vágsmenninir høvdu lokað framskutin á báti teirra inni (gjørt hvalabak), so tað bar til at [...] Henry, strongdi nógv á at fara við í staðin fyri sonin, men hesin helt avgjørdur, at hann átti at fara, meðan pápin heldur skuldi stinga fliður í fjøruni dagin eftir, meðan teir vóru á útróðri. Endin var [...] var eystaneftir, men hann kom av vestri, áðrenn teir vóru lidnir at draga. ”Grettir” var aftur í Klaksvik út á seinnapartin. Tá komu Frits Olsen, ið var svágur Henry, og Ovi Sólheyg á støð og søgdu frá,
Græd ikke, jeg slipper til Gud. Trøst Moder, Gud trøste hende”, bad han, og han bad sit Fadervor med klar Forstand. Gode Kone, nu har han det godt, det er ikke at tænke noget andet. Gud lade os alle samles [...] vælsignaði Poli. Hann gloyma vit ikki, og hjartað má svíða, tá vit hugsa um tann stóra missin, vit mistu við honum. Hann sum var uggari okkara og vónin, men minnini hava vit eftir hann, og Gud skal hava [...] og tann heilsan, hann var mentur at senda okkum heim. Hóast hansara sváru likamsneyð var hann mentur at siga eitt troystandi orð til syrgjandi faðir og móður sína, og ta kraft fekk hann omanifrá, frá Gudi
50´unum, tá ið hann fekk heilabløðing, og høgra lið varð lammað, so hann hevði hjálp fyri neyðini, og mamma passaði hann. Seinastu árini, pápi livdi, var hann ússaligur. Mamma var um hann. Hon royndi øll [...] Harrans hond og hevði ofta Guds orð á munni. Henni dámdi serstakliga væl ein danskan sang, sum hon ynskti, at vit skuldu syngja til jarðarferðina, og varð hann tá sungin á føroyskum. Fyrsta ørindi ljóðar so: [...] so húsini hjá ommu og abba í Gøtu vórðu seld. Nú er bara yngsta systirin, Judith, sum býr á Strondum, eftir á lívi. Mamma og Judith sóust ikki so ofta, men tær høvdu javnan drúgvar samrøður í telefonini
arbeiddi hann á Handils og frystivirkinum í Fuglafirði, og gavst hann at arbeiða, stutt áðrenn hann bleiv áttati ár. Síggi hann fyri mær, tá hann greiddi okkum frá, at teir høvdu havt vitjan á fiskavirkinum [...] spákandi Norðuri á Bakka, við ørmunum aftur um bak, einari ball í munninum og keppi á høvdinum. Ja hetta er ein av myndunum, eg havi av abba mínum á hansara heystardøgum. Uttan iva á veg niðan á fótbóltsvøllin [...] býr á Skála. Abbi sigldi nógv ár sum motorpassari, og tá ið hann gavst at sigla, hevði hann siglt væl yvir 40 ár. Øll krígsárini sigldi hann, og mangar eru søgurnar frá honum um hesa ótryggu tíð á sjónum
Eyðun, Eydnu og Ragnar. Í 1965 1. januar fekk hann arbeiði sum portørur á Landssjúkrahúsinum, har var hann til hann doðyi 29.05.1993, hann var nógv avhildin. Hann gav eitt blað út í 5 ár sum kallaðist Vaktarin [...] í Klaksvík og Hans Andreast f. 03.09.1940 føddur á Eiði. Pápi var formaður í Glottanum eina tíð og fekk í lag at stovna begravilsiskassan á Eiði, so fólk kundu fáa hjálp í slíkum føri. Á fyrsta flaggdagshaldi [...] Fuglafirði. Tá Dia beiggi mín var 14 ár, fór hann til skips við Føroyinginum, hann var eisini við Imanuel og Venus. So legðist hann upp á land og fór at koyra hýruvogn, hann giftist við Britt, tey fingu 4 børn
barnaárum og tínum langa lívi á sjónum. Tá vit undraðust á, hví tú nærum onki hár hevði á høvdinum, segði tú okkum, at tú átti fýra døtur og ein dagin, tá tú stóðst á brúnni á Albert Victor, og tú fekst boðini [...] Góði abbi. Hóast vit vistu, hvønn veg tað bar, vóru boðini tung at fáa um, at tú vart farin foldum frá. Eftir einum langum og virknum lívi á sjógvi og á landi fór heilsan hjá tær at bila tað seinasta árið [...] tú sangst ofta fyri okkum. Eftir samfullum 56 árum á sjónum, legðist tú uppi á landi, og vit minnast væl ta fyrstu tíðina, hvussu tær ofta longdist á sjógvin. Tú fórst tó skjótt í gongd við at finna tær
Minnist ta ferðina, vit báðir fóru á Vatnsnes at fiska síl. Túrurin endaði tó á einum bilverkstaði í Vági, hagar bilurin varð sleipaður, eftir at hol fór á botnkarið á veg niðan á Vatnsnes. Onki síl, men eitt [...] við í fylgi. Á túri okkara á Vágfelli, seinast eg var heima, hugtókst tú meg vid tí samarbeiði, sum tú og hundurin høvdu. Eftir tínum boðum rak hundurin seyðin, júst so sum tú hevði vant hann at gera. Upplæring [...] og tol, sum tær var ognað í ríkiligt mát. Á ferð tíni í stórbýnum fyri tíð síðani stakst tú inn á gólvið. Hugnaligt var at práta um gamlar dagar. Títt góða lag og blíða lyndi hevði tú við tær, har tú vart
seg, tá ið hann stóð og egndi. Hann dugdi at fara við fólki sum fáur. Náttúrugivin evni. Altíð bar til at fáa góð orðaskifti í lag við hann, og tey vóru gevandi. Tað bar til at tosa við hann um alt. Babba [...] vitjanirnar í Vági vóru fáar. Hann gekk íðin til fótbóltsdystirnar hjá VB, sum vóru spældir norðanfjørðs, og hann duldi ikki fyri, hvørjum hann helt við. Varð farið norður á Mølina á Eiði at hyggja eftir EB/Streymi [...] djúpastu samkenslu. Hann átti tykkum, og tit áttu hann. Øll vóru tit glað og góð saman. Niðan til Justu mól babba um hurðina næstan hvønn dag, til Bjarmu støkk hann inn á gólvið, tá ið hann var í Havn, og væl
Tað búði einki ónt í hesum fitta drongi. Hann elskaði øll síni medmenniskju og um onkur særdi ella skuffaði hann, so bar hann altíð yvir við teimum, tí sum hann segði »tey vita ikki hvat tey gera« ella [...] Hann øvundaði ongum nakað, tí hann vildi bara øllum tað allarbesta og hann gleddist yvir at tað gekk hinum væl. Seinastu ferð eg sá Hávard, áðrenn vannlukkuna, var tá ið hann búði hjá okkum á veg til [...] innspæla eitt lag í upptøkuhølinum hjá Gulla. Hetta var fyrstu ferð hann skuldi royna seg í einum studio. Hann var sera so øgiliga spentur áðrenn hann fór norður og eg minnist hvussu hann um kvøldið fortaldi
smáfisk, so royndi hann altíð at fáa lív í hann aftur við at blása í hann ella leggja hann í kjølsvatnið, og ernaðist fiskurin, so slepti hann honum útaftur, og bað alt gott fylgja honum á leið. Einaferð, [...] 13 ár, táið hann forstóð á øllum brøgdum, at als einki var til matna í húsinum til dagin eftir. Og hetta nívdi hann niður allan dagin, tí hann fann ongan útveg. Móti kvøldi fór hann upp á kamarið, og sum [...] bara lesa, hvat ið Matt. 5. byrjar við: Táið Hann nú sá fólkið, fór Hann niðan á fjallið, og táið Hann hevði sett Seg, komu lærisveinar Hansara til Hansara. 2 Hann læt tá upp munnin, lærdi teir og segði: 3