tykist vera sloppin rímiliga væl frá óhappinum, sum væl kundi verið størri. Hákun Djurhuus rósar teimum, sum vóru á staðnum fyri a bera skjótt og rætt at, soleiðs at maðurin fekk ta fyrstuhjálp, sum skuldi [...] yvirhøvur var brúktur nakrastaðni í námind, sigur løgreglan, sum metir hendingina sum »eitt av teimum ekstremu tilfellunum«, tá óhappið bara hendir. Maðurin brendi seg nakað í andlitið og um hondina og [...] ábending um, hvat kann vera hent, men kortini onga greiða niðurstøðu í skrivandi stund. Tað er soleiðis, greiðir Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum frá, at streymasndi veskur sum eitt nú bensin og
Dalsgaard Sum flestu tilkomin fólk vita, men langt frá allur okkara ungdómur, so er 18. september ein heilt serligur dagur í okkara nýggjastu søgu - ( nýggj" søga er fyri seriøsar søgumenn alt, sum er yngri [...] terror-søguna, sum hon er. So mugu tey sjálvi hugsa og døma! Sjálvt fólkaflokkurin kann í dag ikki hava nakað ímóti, at hesin terrordagur verður markeraður, tí allir teir steinøru loysingarmenninir, sum tá vóru [...] samd um, at so uppøstur og ógvisligur sum politiski terror-stemningurin varð blivin í sambandi við tey hatsku álopini á Danmark og føroysk samríkisfólk, var valla ivi um, at hetta var ein attentatroynd
í Sandoynni hevur Sofus Olsen tryggjað, at málingarnir verða verðandi ein eind og ein heild fyri alla tíð. Týdningurin av hesum kann ikki yvirmetast. Við síni avgerð hevur Sofus Olsen sett fokus á eitt [...] Sandi fer ikki bara at hava stóran mentanarligan týdning. Savnið fer eisini at hava stóran búskaparligan týdning við tað, at savnið fer at draga til sín hópin av innlendskum so væl sum útlendskum ferðafólkum [...] avgerð og eina stórfingna verkætlan, sum seint fer at vera gloymd. Hetta at vit kjósa Sofus Olsen til ársins mann er fyri at takka honum og fyri at sýna honum ein væluppibornan heiður fyri sína djørvu
eitt summar, sum er væl ávegis. Heima ganga øll og hugsa um ein langan og drúgvan vetur, sum liggur fyri framman. Jólini, nýggjár og so ein langur, myrkur januar mánaður, sum oftani kann tykjast nærum [...] jóladagur, sum er ein av teimum trimum halgidøgunum um árið, sum verða hildnir her, fer aloftast við at sóla sær og at slappa av. Tað man vera strævið at vera jólamaður her í nógva hitanum, sum vanliga er [...] ikki á sama hátt, sum ein, ið er vanur við sentralhita. Tærnar, fingrarnir og nøsin ? serliga ? gera hvørt kvøld vart við húsakuldan. So tað fær ein at hugsa, um hvussu tað man vera kaldastu tíðina á árinum
øll aftur og fram, so vit náa eins skjótt til málið og grannin. Sum rekandi á tíðarhavi kunnu vit lata allar tíðir vera eins. Alt árið, allan sólarringin. Í hesum tíðum skal alt jú vera flatt, hví ikki eisini [...] eisini tíðin, høgtiðir sum aðrar tíðir, so tær vera eins. Kundar, sum vilja sleppa til handils, tá vit vilja! Eingin grund til at koyra eftir síðstu oljuni, tí hana fært tú altíð! So skuldi tað gliðið betri [...] sjálv, krevst, at vit renna líka skjótt sum hini og fáa somu møguleikar at keypa smyrjiostin páskamorgun, sum grannin eisini ger. Skulu vit vera serlig, mugu vit vera sum hini! Hetta er andsøgnin. Vit eru øll
Sjálvt um stýrisskipanarlógin bara hevur góða fjórðingsøld á baki – og sjálvt um menninir (tað vóru bara menn), sum skrivaðu hana, enn eru virknir løgfrøðingar í Føroyum, so er orðið »kvinna« als ikki til [...] Undir viðgerðini hevurnevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Í gjár varð álitið í málinum lagt fyri tingið, og har sigur meirilutin í grein 25 nevndini, sum hevur við gjørt málið, (Bjørt Samuelsen [...] maður ella kvinna. Vit tosa um eina løgtingskvinnu ella ein løgtingsmann, ein landsstýrismann ella eina landsstýriskvinnu, eina forkvinnu ella ein formann. Minnilutin heldur, at henda broyting í málinum
- Vit sluppu so uppí ein lastbil, sum skuldi koyra okkum til næsta bý, har vit fingu ókeypis hjálp frá fyritøkuni, sum eigur tuktuk prutlini, sigur Eyðun víðari. Men ikki gongur altíð sum prestur prædikar [...] nei og máttu so taka tuktukkin avaftur lastbilinum. Har stóðu vit so strandaðir. Koyrdu so fýra kilometrar í fyrsta geari, til vit komu til ein lokalan mekanikara í bygdini Uripa. Tað var ein 21 ára gamal [...] givið okkum skeiv skjøl, so nú høvdu vit knappliga ólógligar tuktuks við okkum, sigur Eyðun. So inn aftur í Bolivia, men eisini tá vóru trupulleikar, so vit sótu sum kánus sum í ongamannalandi. Eftir drúgvar
ójavnt frá barni til barn, sum hava autismu, hvussu væl tey eru fyri. Bjarni má sigast at vera sera væl fyri, og hendan dagin er lagið so avbera gott. Og hann er so kerligur, at ein hvør fellur fyri honum [...] smílist, meðan hann eygleiðir drongin, sum nú situr við einum hálvbygdum robotti í aðrari hondini , meðan hin hvílir á myndatólinum. Men tað gongur bara ein lítil løta, so setist hann aftur við uppgávuni hjá [...] piktogrammum, sum arbeitt verður eftir, er ein almenn skipan, sum upprunaliga stavar úr USA. Hon er sera einføld, men krevur, at tað verður arbeitt miðvíst við tí einstaka barninum. Hendan skipanin kann sostatt
kanska bara við einki at gera, so setir ein seg sjálvan av liðnum og verður settur av (5. boð). Ein er ikki kristin, bara tí at ein sigur seg vera kristnan. Og tað er munur á at vilja vera ein kristin [...] Tann, sum ikki vil angra og bøta um, men heldur fram við at koma við kenning, hann verður settur av liðnum. Sum ein ikki er á landsliðnum, bara tí at ein sigur seg vera á landsliðnum, soleiðis er ein heldur [...] Krists. Ikka bara fyri ?formsins? skuld, men eisini tí at ein kristin er umboð Krists og ein fyrimynd fyri onnur. Tí kunnu vit ikki vera ?á liðnum?, um vit vilja liva ímóti boðum Krists. So seta vit okkum
amerikanskar fyritøkur hava kunngjørt fyri fyrsta ársfjórðing í ár, eru teir sum heild rættiliga góðir og tað er so bara eitt tekin afturat um, at vit hava verið á botni og eru á veg uppeftir aftur. Nógvar fyritøkur [...] ikki sparingar, sum fáa tølini í roknskapunum at síggja penari út. Tað er tvørtur ímóti økt søla sum ger tað. Jan Otto Holm sigur, at vanliga er gongdin tann, at búskaparlig framgongd í USA so líðandi forplantar [...] londunum, sum hava skumpað búskapin ígongd aftur. Ábendingar eru um, at spírandi framgondin í ein ávísan mun hevði staðið við, hóast hjálparpakkarnir verða avtiknir. Men kortini sníkir tað seg altíð ein ivi