Á, kundi á tíðarhavi...

Theodor Eli Dam Olsen
----



Steðgaði herfyri við eina bensinstøð. Skalt tú fram her í verðini, mást tú hava brennievni.
Á hurðini stóð lýst, nær opið er á páskum: Allar dagar frá 7 til 23.

Helst man tað nøkta tørvin á persónligum frælsi at sleppa at keypa sær eitt rundstykki og ein bensindropa skírismorgun. Vit ráða jú yvir okkum sjálvum, ikki so? Kundin hevur jú altíð rætt!!
Og hví skal ein gomul halgidagslóg gera av, nær vit skulu binda frið?

Ikki tí, neyvan man nakar hava spurt limirnar í S&K eftir. Og hví skulu vit partú minnast at keypa ein litur av mjólk í vanligari upplatingartíð? Skulu børnini sita tyst langafríggjamorgun, um mamma ella babba hava gloymt at keypt inn?

Hinvegin er afturlatingarlógin helst tann lógin, ið eina mest vísir okkum, nær hátíðirnar eru.
Hátíðirnar. Tað kalla vit tær, tí tær eru hægri enn aðrar.
Tað var helst ikki av tilvild, at sjálvur Várharra hvíldi seg sjeynda dagin, eftir at hann hevði skapað heimin. Ikki tí, at Hann hevði brúk fyri tí sum so, men tí Hann visti, at hetta var skilagott.
Vit hava brúk fyri høgtíðunum.

Hann, sum fann upp á frídagin, valdi at gerast ein av okkara á jólum.
Tað var á páskum, at Hann veruliga gjørdist menniskja, tá Hann vísti, hvussu sorg, pínsla og niðurtúrar ávirka okkum – og ikki minst at úr aldudalinum er ein vegur niðan aftur á slætt!

Tær flestu av týdningarmestu hendingunum í lívinum verða staðfestar við einum rituali.
Ritual verða eisini kalla yvirgongdarritual og eru kend í flest øllum mentanum. Vit markera, tá vit verða fødd, verða vaksin, fara frá at vera eitt til tvey, tá vit doyggja o.s.fr.

Tað sær kortini út til, at jú frælsari, frílyntari og fjølbroyttari samfelagið gerst, meira mainstream og ritualleyst verður tað.
Vit prædika tó javnan um frælsi. Men hvat skal man brúka tað til? Dansurin gongur jú væl um gullkálvin, og bara tú riggar, elska vit teg jú nokk, tað er fólkafrøði fyri framhaldsflokkar, sum onkur kundi sungið!

Men vit leggja ritualini av, og lata allar dagar verða eins, so vit allar dagar í árinum skulu náa at keypa djúspakkan, vit annars neyvan høvdu gloymt at keypt.
Vit hava ikki tíð at steðga á til djúptøkni, meditatión og bøn, tí vit skulu náa tað, vit ikki taka okkum tíð til.
Skulu vit realisera okkum sjálv, krevst, at vit renna líka skjótt sum hini og fáa somu møguleikar at keypa smyrjiostin páskamorgun, sum grannin eisini ger.
Skulu vit vera serlig, mugu vit vera sum hini!

Hetta er andsøgnin. Vit eru øll viðskiftafólk í einum stórum marknaði, ið einki mark hevur. Vit rekast øll aftur og fram, so vit náa eins skjótt til málið og grannin.

Sum rekandi á tíðarhavi kunnu vit lata allar tíðir vera eins. Alt árið, allan sólarringin.
Í hesum tíðum skal alt jú vera flatt, hví ikki eisini tíðin, høgtiðir sum aðrar tíðir, so tær vera eins. Kundar, sum vilja sleppa til handils, tá vit vilja!
Eingin grund til at koyra eftir síðstu oljuni, tí hana fært tú altíð! So skuldi tað gliðið betri. Og 2. páskakvøld, er eingin grund at halda, tí vit skulu jú til arbeiðis dagin eftir. Vit lata runda kirkjuárið mala í klingur, so kann restin av tíðini vera líka og peika beint fram eftir beinari linju..

Har koma marknaðarkreftirnar inn – og frælsið er jú at velja, hvørjum ein vil verða bundin at. Vælgagnist!


Gleðiligar páskir!