Tað var ein av teimum betri vekingarfundunum. Einki uttanumtos. Ongar ógreiðar ella ótýðiligar útmeldingar. Eingin innpakking, sum skuldi gera tað alt eitt sindur meira munnbært. Ikki nakað við, at ein jú ikki »má stoyta nakran burtur«, og tí at ein ikki má »stoyta nakran«, so sigur ein ikki tað, ið sigast skal.
Nei, uttan umvending ert tú ikki longur við á liðnum. Tú setir nevniliga ikki sjálvur treytirnar fyri at vera við á liðnum. Tað ger ein annar. Gongur tú ikki undir treytirnar, so er avleiðingin í síðsta enda, at tú verður settur av liðnum. Landsliðið hoyrdi ikki teir góðu vekingarprædikumenninar, men tað gjørdu vit onnur. Men man landsliðið ikki seinni hava fingið ella fær dystin at síggja á sjónbandi og koma til vekingarfund við sær sjálvum og viðmerkjarunum.
Boðskapurin var greiður frá teimum, ið gjørdu viðmerkingar. Tað er ósambæriligt at vera á landsliðnum og ganga við kenning. Tað skyldast ikki bara spurningin um fysiska formin hjá landsliðnum, nei, viðmerkjararnir góvu tvær stjørnuklárar grundgevingar.
1) Teir eru umboð fyri Føroyar, og kunnu vit ikki verða umboðað av rúsdrekkaávirkaðum leikarum.
2) Teir eru fyrimyndir fyri onnur, og tað kann ikki vera góðtikið við rúsdrekkaávirkaðum leikarum sum fyrimyndir.
Ein skuldi trúð, at viðmerkjararnir høvdu lisið Jesus (Matt. 18), Paulus (1. Kor. 5), Luther og tey luthersku játtanarritini sum fyrireiking til dystin. Tann leikari, ið gongur við kenning, setir seg sjálvan av liðnum, og verður hann tí settur av liðnum. Man tað ikki vera møguleiki fyri at iðra seg og bøta um og framyvir gera øðrvísi. Tað er tað nevniliga, tá ið vit lesa Jesus, Paulus, Luther og tey luthersku játtanarritini. Men greið tala: Tann, sum ikki vil angra og bøta um, men heldur fram við at koma við kenning, hann verður settur av liðnum.
Sum ein ikki er á landsliðnum, bara tí at ein sigur seg vera á landsliðnum, soleiðis er ein heldur ikki kristin, bara tí at ein sigur seg vera kristin. At vera kristin er at fylgja Kristusi eftir. Tað hevur tvey viðurskifti við sær:
1 Fyrigeving av øllum teimum líkunum, vit øll sleipa við í lastini. Fyrigeving fyri Kristi skuld.
2 At liva í lýdni móti boðum Krists. Ikka bara fyri ?formsins? skuld, men eisini tí at ein kristin er umboð Krists og ein fyrimynd fyri onnur. Tí kunnu vit ikki vera ?á liðnum?, um vit vilja liva ímóti boðum Krists. So seta vit okkum sjálv av, og verða sett av. Livir ein t.d. saman uttan at vera giftur ella gift, so setir ein seg sjálvan av liðnum, og verður settur av (6. boð).
Stuðlar ein politikari fosturdrápi, herundir at geva leysa søluna av angribollum, kanska bara við einki at gera, so setir ein seg sjálvan av liðnum og verður settur av (5. boð). Ein er ikki kristin, bara tí at ein sigur seg vera kristnan. Og tað er munur á at vilja vera ein kristin og at vera tað. Tað er ikki okkara egni mátistokkur, sum ger tann spurningin av. Avgerðina kunnu vit lesa í Halgubók. Men eisini her er tað møguleiki fyri iðran og bót, og í dag at fara undir eitt nýtt lív, hvar ið tað verður gjørt øðrvísi.
Tøkk til teirra, ið gjørdu viðmerkingar til landsdystin, tí at teir lærdu okkum um tað heilt grundleggjandi í kristnu trúnni.!!! Tað høvdu vit fyri neyðini og hava fyri neyðini. Munnu teir fáa loyvi til at gera viðmerkingar aftur? Vit síggja fram til tað!










