Ferðafrásøgn
Auckland, Ný Sæland:
Onkuntíð hevur verið tikið skemtandi til, at um ein hyggur at einum globusi, so munnu ný sælendarar ganga á høvdinum. Tað er tó ov nógv sagt, men nógv er tó beint mótsatt tí, sum ein vanliga kennir í Føroyum.
Meðan kuldin heima allarhelst kemur og fer allatíðina nú, kunnu fólk hesumegin køttin gleða seg til eitt summar, sum er væl ávegis.
Heima ganga øll og hugsa um ein langan og drúgvan vetur, sum liggur fyri framman. Jólini, nýggjár og so ein langur, myrkur januar mánaður, sum oftani kann tykjast nærum óendaligur at koma ígjøgnum. Serliga um illveðrið leikar á. Men á hvørjum ári koma øll ígjøgnum januar eisini, og so gongur av sonnum móti ljósari tíðum.
Her er tað umvent, og skal beinanvegin leggjast afturat, at januar mánaðar sum í Føroyum, upplivir ein ikki her á leið. Her gongur sjálvsagt eisini móti jólum og nýggjárinum. Men januar er alt annað enn langur og kaldur ella merktur av illveðri. Januar mánaður er tann heitasti mánaðurin á árinum her sum leiðir. Tað er ljóst langt úti á kvøldarnar ? tó ikki líka longi sum í Føroyum. Men so verður tað heldur ikki líka skjótt myrkt um veturin.
Vártekin
Umframt góða veðrið og lýðkuna, so eru eisini onnur tekin um, at tað gongur móti sumri. Páskaliljurnar, sum av góðum orsøkum ikki eita páskaliljur her, standa í fagrasta blóma, og smálombini eru komin. Bæði tekin um, at várið er komið. Men tað løgna fyri ein heimsborgara heimahoyrandi hinumegin knøttin er jú, at tað er november, og tað er aðru ferð í ár, at ein sær hesu bæði.
Ný Sæland hevur fyri stuttari tíð síðani flutt klokkuna ein tíma fram, tí tað nú er summartíð. Og føroyingar hava flutt klokkuna aftur. Hetta ger, at tíðarmunurin er trettan tímar, sum ný sælendarar eru framman fyri føroyingar. Hetta kann eisini hava nakrar løgnar hendingar við sær.
Til dømis um ein meylur verður sendur úr Ný Sælandi til Føroyar tann 10. november um morgunin, so fær móttakarin í Føroyum hann tann 9. november.
Heit jól
Men her er jólastákið í handlunum eisini so smátt við at fara ígongd. Tey byrja rættuliga tíðliga her. Onkrir handilsgluggar eru prýddir til jóla longu, og á teim ymsu sjónvarpsrásunum eru nógvar jólalýsingar saman við lýsingum fyri hoyfepurheilivági til dømis.
Jólatrø eru her, men tey hava sera stutta livitíð, orsakað av hitanum. Jólaaftan er tað onki sum eitur at stákast í køkinum í fleiri tímar við mat. Alt ov heitt til tað. Men tó er ein kalkun heilt vanlig á borðinum jólaaftan kortini. Munurin er tó helst tann, at tey eta úti. Fyrsti jóladagur, sum er ein av teimum trimum halgidøgunum um árið, sum verða hildnir her, fer aloftast við at sóla sær og at slappa av.
Tað man vera strævið at vera jólamaður her í nógva hitanum, sum vanliga er í desember. Og tí er tað ikki óvanligt at síggja ein jólamann í shorts og sólbrillum.
Sólin brennur
Her er ongin Karlsvognur at síggja um kvøldarnar, tá myrkrið leggur seg. Ei heldur nøkur Norðstjørna. Tað eru nógvar vakrar stjørnur og stjørnumyndir at síggja, men saknurin í Karlsvogninum, hann svitast ikki. Ferð eftir ferð fangar ein seg sjálvan í at skimast eftir honum millum allar stjørnurnar eitt vakurt og klárt kvøld.
Sólin er tann eina og tann sama. Men hon er nógv sterkari her enn nakra aðrastaðni í heiminum ? sigst. Hetta kemur av, at holið í ozonlagnum er tættast við Ný Sæland. Og ein følir eisini beinanvegin styrkina av sólini, tá ein traðkar útum. Eftir lítlari løtu byrjar tað at stinga og prika í húðini. Og tískil er nýtslan av sólkremi sera høg. Børn fáa sokallaða ?sun-blocking? á seg. Hóast tað, so verða tey avbera sólbrend gjøgnum summarið, so tað man vera eitt tað týðuligasta tekninið upp á, hvussu sterk sólin í veruleikanum er í hesum landinum.
Og gott er fyri tey, sum elska at liggja og slikka sól, at vita, at ein verður sólbrendur her, sjálvt tá tað er nakað yvirskíggjað. Um bara ljósið frá sólini kemur í gjøgnum skíggini, so má ein ansa sær.
Ný sælendarar eru av tí sama sera umhvørvisvinarligir. Ganga høgt upp í ikki at dálka ov nógv og so framvegis. Samstundis eru teir illir inn á restina av heiminum fyri ikki at verja umhvørvið nóg væl. Tey siga her, at meðan heimurin dálkar meira og meira, líða ný sælendarar undir, at holið í ozonlagnum gerst alsamt størri og størri. Ein sera stórur prosent partur av ný sælendarum hevur húðkreft, og tað kemur av sólini, verður sagt.
Ongin sentralhiti
Fjálgu stovurnar í Føroyum eru tær bestu í verðini. Tað finnur ein eisini út av, tá ein er her á leið, har sentralhiti er ein býur í Sibiria.
Tá sólin er sett um kvøldið, er øskukalt í stovunum her. Tó ikki hægst á sumri. Tey flestu hava elektriskar hitarar ella blásarar, tí tað er neyðugt.
Nógv er øðrvísi herniðri, men ikki tann bítandi húsakuldin hóast alt. Hann er tann sami. Men tann vanligi ný sælendarin merkir hann ikki á sama hátt, sum ein, ið er vanur við sentralhita. Tærnar, fingrarnir og nøsin ? serliga ? gera hvørt kvøld vart við húsakuldan. So tað fær ein at hugsa, um hvussu tað man vera kaldastu tíðina á árinum her. Tað er frá apríl til august, tá hitin einans liggur um tey 10-12 stigini. Tá munnu elektrisku hitararnir hava úr at gera?
Men Ný Sæland er eitt deiligt land, har føroyskir útisetar uttan iva trívast væl. Ikki tí at her endiliga eru so nógvir, men heldur orsakað av landslagnum og tí avbera gestablíða fólkaslagnum.
Landið er ikki ov stórt, og ei heldur ov lítið. Eitt grønt land við nógvum vøkrum blettum. So hóast tað, sum vendir niður heima, vendir upp her, so ber tað meira enn væl til at fella til her.










