sjálvstýrissamgongan sleppur veruliga at royna seg í hesum døgum, nú fíggjarlógaruppskotið er til 1. viðgerð. Og tað er synd at siga, at stevið er gott. Eftir øllum at døma - og hetta vistu vit frammanundan [...] tjóðveldisflokkin, at ein hevur ilt við at síggja, hvussu hesir flokkar megna at halda saman í samfull fýra ár. TAÐ tykist sum flokkarnir bert eru samdir um eitt, og tað er, at tað er gott at vera í Tinganesi [...] hetta ikki fyri at seta kílar í hjólið. Flokkarnir vunnu valið og teir hava tí sín fulla demokratiska rætt til at standa fyri landsins leiðslu - tó at teir áttu at gjørt meira fyri at fingið eisini hin
mennist, at nýggj konsept sleppa framat, nýggjar mátar at gera sendingar uppá, og nýggjar mátar at viðgera evnið uppá. Og ikki minst, at miðilin hevur ein starvsfólkapolitikk, sum syrgir fyri, at alt hetta [...] hava og tað er best at halda fast við tað. - Men eg hómi nýggjar tónar, tí tað er kunngjørt, at vit skulu hava ein føroyskan mentapolitikk ár 2000. So er bara at vóna, at tað fer at eydnast, tí vandi er [...] ein sending við country-tónleiki. - Einki er stuttligari enn at gera tónleikasendingar, men eftir sendingina Opið hús fekk eg hug at royna at halda fram í vetrarskránni og gera eina sending, sum fór frá
heldur fram at granska fer tíðin at vísa. - Tað tekur rúma tíð at koma fyri seg aftur eftir eina slíka verkætlan, men samstundis verður sagt, at ein eigur at halda fram beinanvegin fyri ikki at koma heilt [...] og kaj. Tí eiga vit at satsa og seta okkara álit á nýggja ættarliðið og loyva teimum at koma framat, soleiðis at tilfeingið verður nýtt betri og verulig gongd kemur á. Og eg haldi, at hetta ættarliðið er [...] upp á allar mátar at vera heima hjá henni, tá ið hon var lítil. Tað skuldi verið lógarkravt, at pápar kundu verið heima fyrsta árið, meðan barnið er lítið. Í dag síggja vit, at páparnir í nógv størri mun
Men áðrenn vit fara at viðmæla fólki at keypa nýggju eplasløgini, skulu fleiri royndir gerast, sigur Peter T. Haahr. - Eplagrøðin í ár hevur verið betri enn vanlig, og tað er tí, at tað hevur regnað minni [...] alla staðni. So at siga eingin svartaspilla hevur verið í ár, eitt sindur í Suðuroy. Og har spillan hevur verið er hon komin so seint, at tað hevur ikki munað vøksturin. Besta tíðin at taka epli upp er [...] Allegro og hini bæði stutt aftaná. - Ætlanin við royndunum er at koma fram á betri eplasløg. Á hvørjum ári útvega vit okkum nýggj eplaset, og royna tey í minsta lagi tvey ár. Eru tey ikki góð rúka tey út aftur
dag. Herfyri skrivaðu vit, at KÍF helst noyddist at taka sítt lið úr kappingini, men nú er greitt, at kollfirðingar ætla sær at royna. Jákup Dam, næstformaður í KÍF, sigur, at hóast umstøðurnar eru truplar [...] lið í deildini dreingir 16, og ætlanin er at royna at klára seg sum frægast, inntil hesir eru nóg gamlir at taka yvir hjá teimum vaksnu. ? Nú eru útlitini fyri, at vit fáa eina ítróttarhøll í Kollafirði, [...] tykjast at trívast væl millum føroysku spælararnar. Tað eru teir báðir Hjalmar Petersen og Kristian Johansen úr Neistanum, sum skulu døma dystirnar á Hálsi. Aðrastaðni í blaðnum stendur at lesa, at av hvørjum
Martin Knudsen veit at siga okkum, at tgað er ikki óvanligt, at íslendingar, sum spæla við Leiftri, fáa kjans við trolarunum, sum stuðlarnir hjá fótbóltsliðnum eiga. Summir spælarar royna seg uttanlanda, tá [...] sum eru áhuga í at stuðla, at leita sær ráð hjá íslendingunum. Nógvir teirra, sum koma henda vegin, eru royndir vinnulívsmenn, og teir hava mest sum allir havt við sjógvin og fiskivinnuna at gera. Fleiri [...] fótbólti. Tá tú skalt ganga nýggjar leiðir, er altíð gagnligtg at fáa góð ráð og vegleiðing frá teimum, sum eru komnir longri í tí, tú hevur í hyggju at fara undir, og í hesum sambandinum hevði tað ikki verið
er heilt nógv, sum bendir á, at hann komandi ár hvørki fer at spæla við HB ella nøkrum øðrum føroyskum felagi. ? Eg havi fingið at vita frá Leiftri, at teir eru áhugaðir at tosa við meg um sáttmála, og [...] teir komandi vikuskifti koma at vitja B36. Men eg dugi ikki at siga, hvar eg fari at spæla. Í vikuni aftaná, at Leiftgur hevur verfið her, fari eg til Skotlands og Onglands at ro0yndarvenja, og eg havi ongantíð [...] Bosnia, og tá stóð hann seg so mikið væl, at tað var upplagt, at hann aftur var millum teir fyrstu ellivu, tá Kekkia vitjaði, og einki er at taka seg aftur í, at nýklækti FM vinnarin er millum mest uppløgdu
Orsøkin var, at tað var ov veikt, og tað komst av, at teir, sum høvdu við tað at gera, ikki vóru nóg nógv at sær komnir at skrúva nóg nógv frá. Virksemið var stórt, tá tað vísti seg, at alt var ikki, [...] Einki er at ivast í, at teir tríggir sjónvarpsmenninir, sum eru í Aberdeen bæði gleða seg og stúra fyri degnum í morgin, tá teir aftur skulu royna at vísa og siga føroyingum frá einum fótbóltslandsdysti [...] eydnaðist at fáa myndir frá gott og væl fyrsta hálva tímanum, bóðu teir litavisku starvsfelagarnar um at fáa eitt band av tí, sum varð sjónvarpað í Litava, soleiðis at møguleiki var fyri seinni at vísa í
slagi, at tú trðrt ikki, at tað skal bera til at bjarga. ? Fyri ein málverja hevur tað stóran tðdning, at hann sleppur upp í part beinanvegin. Teir vóru nær við beinanvegin, og tað hevði við sær, at eg so [...] men Jákup dugdi væl at taka bestikk av, nær hann skuldi royna at halda bóltinum, og nær hann skuldi boksa. Ta einu ferðina í 1. hálvleiki hálvbjargaði hann, og tað var um reppið, at ein av álopsmonnunum [...] Allan Simonsen valdi enn eina ferð at geva Jákupi Mikkelsen møguleikan millum stólparnar, og harvið er tað staðfest, at Jens Martin Knudsen, nú hann tykist vera betri fyri, enn hann nakrantíð áður hevur
burtur og royna okkurt annað, tímdi hvørki í starvsvenjing í Klaksvík ella Havn, sigur Gunnhild. Hon letur væl at túrinum, fólkini umborð vóru ógvuliga fitt og fyrikomandi, og skipið gott at sigla við [...] skúlagongd velur sjólívið so ella so, er nakað tíðliga at siga nakað um enn. Tað kundi verið, sigur hon, men nú hevur hon heystfrí og ætlar sær at njóta frítíðina. [...] Føroya, tað rullaði illa og sjóverkurin gjørdi um seg. Men hon var onga løtu bangin. - Eg visti ikki av, at eg var so ring í sjóverki fyrr enn nú, sigur Gunnhild. Hon er 15 ár og gongur í 9. flokki í skúlanum