tilvild, at sálmurin Mær er sagt um ein stað í tí høga var sungin í kirkjuni við jarðarferðina. Hvørt eitt orð í sálminum er grundað á tað trúgv, sum hevði so sterkar røtur í Linhild og sum hon bygdi sítt lív [...] Mær er sagt um ein stað í tí høga soleiðis byrjaði fyrsti sálmurin í Glyvra kirkju týsdagin 11. apríl henda dagin, vit skuldu siga farvæl við Linhild, okkara starvsfelaga. Sjálvt um dagurin var so dapur [...] lív á saman við síni kæru familiu. Vit í dagrøktini vilja við hesum minnast ein góðan og hjálpsaman starvsfelaga, ein høgt virdan og góðan dagrøktara og sum hevði stóra umsorgan fyri okkum øll. Tankar
badmiton í nógv ár, og arbeiðissamur, sum hann var, kom hann skjótt í fleiri nevndir, m.a. í Tórshavnar Ítróttarráð, Lions og var eisini formaður í Havnar Klubba í nógv ár. Kurt hevði kanska ikki lagt í at verið [...] sanniliga taka undir við – ein trúgvur starvsfelagi ígjøgnum 38 ár er ikki okkara ímillum longur. Ein hoyrir ofta, at lívið er í pørtum, og kom hesin arbeiðisdagurin at gerast ein stórur partur av lívsskeiði [...] hann væntaði, at tey blivu í Føroyum, og um so var, um hann kundi hugsað sær eitt starv í Skálabúðini. Tey giftust í 1971, og fingu tey døturnar Ann og Lis. Kurt arbeiddi í Skálabúðini, har foreldur okkara
21. februar andaðist svágur mín, Jógvan Egholm, 85 ára gamal. Hann var føddur og uppvaksin í Jónas Broncksgøtu í Havn, og var sonur Eriku, fødd Justinussen, úr Leirvík, og Alfred Sonne Egholm, vanliga nevndur [...] eg eitt stutt tíðarskeið fyrst í 60’unum var dekksdrongur har umborð, komu vit at kennast. Tá Jógvan gavst við sjólívinum, fór hann at arbeiða ymiskt á landi, og var hann í nógv ár hjá Demich og seinni á [...] og Jógvan vóru eini fyrimyndarlig hjún í allar mátar. Altíð fryntlig, stillfør og arbeiðssom, og sera trúgv ímóti familju og vinum. Blíðskapurin hevur verið stórur í hugnaliga heiminum á Traðarvegnum, og
øll børn í familjuni, minnið eftir hann standa sterk. Tað verður undarligt at koma inn í heimið á Toftum, hvar tann yngsti beiggin ikki er at hitta. Hanni, Essemi, Meinhard og Poula hava mist ein góðan beiggja [...] Eg var eftir nátungum í ár ,og hann spurdi um teir ikki kundi fáa eitt kók, hann mungaði so nógv eftir einum kóki, jú tað var gamaní, teir fingu eitt kók. Tá sigur Jens Reinold, ”ein havhestaungi er nokk [...] beiggja og ein góðan vin, tað hava okur øll gjørt. Jens Reinold visti sjálvur hvønn veg tað bar nú, og vildi bert sleppa foldum frá, hann bað bróðursonin leggja streym í gangin, so at Hanni kundi fáa jólaljós
arbeiddu saman í urtagarðinum í Greve í 1995. Tá vóru tit júst flutt úr Noreg, har tú saman við familjuni hevði búð í nøkur ár. Tú skuldi í skúla og hava starvsroyndir í Danmark sum ein liður í tínari útbúgving [...] ikki ert okkara millum longur. Bert 41 ára gomul og í fagrasta blóma hvarv tú í havsbrúnni, har sum hav og himmal møtast, sum prestur tók til henda dagin í kirkjuni. Hví títt ljós skuldi sløkkjast nú, er ringt [...] minnunum um teg og tey eru bjørt. Eins bjørt og hin bjarta sól, sum bræðir ísin, ið tikið verður til í sanginum “Here comes the sun”, og sum so meistarliga var framførdur í kirkjuni henda dagin. Tankarnir
hangar-bygningurin í Vága Floghavn. Í Danmørk var hann t.d. eisini við til at tekna Ítróttarparkina Nýggju í Keypmannahavn. Sum Marjun Bæk prestur so væl segði tað í talu síni yvir Igga í Vestmanna Kirkju [...] eisini í vaksnamannaárum sæst av og á. Deyðsboðini um hann vóru tí tung at taka. Vit búðu eitt skifti saman í Lucas Debesargøtu, hjá Katrinu og Pola í Havn. Hetta var meðan vit gingu í skúla í Hoydølum [...] leið inn í arkitektoniska heimin, har hann fann sítt lívsstarv. Kemur tú framat einum prýðiligum, bláum bygningi í Vesturbýnum í Havn, er talan um Blindaheimið, sum Iggi legði nógva arbeiðsorku í at tekna
Høgni sum prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Síðani virkaði hann í 13 ár sum prestur í Vága prestagjaldi. Frá 1976 og til hann legði frá sær vegna aldur, hevði Høgni starv sum prestur í Suðurstreymoyar [...] hann var í Danmark undir útbúgving, giftist hann við Elini av Tvøroyri. Í 1957 komu Høgni og Elin aftur til Føroya. Høgni hevði tá tikið gudfrøðiligt embætisprógv og virkaði hann sum prestur, til hann [...] eitt nú Meinigheitshúsinum í Havn og innan Bláa Kross, var Høgni eisini sera virkin innan Kirkjuligu Heimamissiónina. Í 1964 heitti Heimamissiónin á Høgna um at gerast limur í Samfelagsráðnum, sum tað tá
okkurt er fest á blað, m.a. í bókunum “Teir sigldu úti” hjá Niels Juel Arge, sála. Petur Wilhelm Jacobsen, systkinabarn okkara, uppi í Geil í Hvalvík var sjómaður burturav og staddur í Danmark, tá landið var [...] aug. Fyrst í november vórðu teir riknir upp í neytavognar og koyrdir 14 dagar eftir jarnbreyt um Volga og Ural-fjøllini til aðra fangalegu í Aktjubinsk, har tað tann veturin frysti niður í 46 stig. 2. [...] at enda varð yvirkoyrdur har í býnum. Nakað inn í februar hildu Petur og hinir fimtan, sum enn vóru á lívi, fram leiðina úr Teheran um Bagdad í Irak til Palestina – ein túrur m.a. gjøgnum oyðimørkina
kvøldið eftir til ein døgurða í samband við, at mamma og babba høvdu brúdleypsdag. Hesin dagur bleiv tó ikki sum væntað, men ein sorgardagur ístaðin. Tú vart ein KÍF- fjeppari um ein háls, gekk tað gott [...] góða tíð – um tað var ein býtúrur ella okkurt annað hon/tit skuldu. Tað vísir bara hvussu góður tú vart við hana. Eisini dámdi tykkum at fara í summarhúsið í Gásadali, í oktober mánað í fjør hjálptu tit til [...] líkamikið hvat var, tók tú eina hond í. Tú og Leif vóru ofta og vitjaðu í Mammulág, í kjallaranum hjá Karinu og Suna, har høvdu tit mangar góðar løtur saman, spældu spøl og ótu ein góðan bita, tað dámdi tykkum
tær, so røddin bæði í kirkjuni og í tí dagliga viknaði í hvørjum; men onkran dag, vit møttust í kirkjugarðinum, kundi tú gleðast og siga, at í dag orkaði eg nokkso væl at syngja. Ein dagin, vit sótu og [...] nólsoyingin smíða ein bát og bjóðaði Gilstein og mær at verða við. Hesin bátur var okkum til stóra gleði í húsarhaldinum. Eftir at vera forlovaður í nøkur ár, giftist tú við Odvør Viderø av Sandi í 1957. Tit gleddust [...] minnast teg. Sum prestur segði í gravtaluni, so høvdu vit eitt sera trygt og gott heim. Av seks systkjum eru vit nú bert tveir eftir, og so Sigurd, sum eisini vaks upp hjá okkum. Tú var mær ein góður bróður