var í hesi sigling í 14 mánaðir. - Vit sigldu á Miðalhavinum, eitt nú við leysum svávulpulvuri millum Jugoslaviu og Marokko. Seinni sigldu vit í Norðurevropu, eitt nú við wc-pappíri, sigur hann og smílist [...] høvdu vit farið beina leið til Íslands, høvdu vit komið har beint uppundir eitt vikuskifti, tá eingin lossing hevði verið kortini. So, vit mistu onga tíð við at leggja í føroyska havn. John fór nú á línuveiði [...] fram á skipið norður úr Mýlingi. Maðurin, vit tosa um, er sumbingurin, John Kjærbo eystan Á. Vit møttu honum av tilvild á vestaru bryggju týsdagin. So skjótt, vit tóku myndatólið fram, tók hann Shell-keppin
tollaksmessudag! - Hetta hevur verið ein góð tíð. Fólk eru komin aftur og aftur, og tað má væl vera besta tekin um, at tey hava verið væl klipt, sigur tann nú 70 ára gamli, Eigil Lyngsø. Byrjaði ein mánadag Sjálvur [...] - Vit hava tosað um nógv ymisk viðurskifti. Ofta um veður og vind. Onkutíð eitt sindur um fótbólt, men annars hava vit ofta minst aftur á gamlar dagar. - Fyrr hevði eg áhuga fyri fótbólti, men nú dámar [...] Klippir sum ein ynskir “Traditionen tro” var Djóni aftur og klipti sær hjá Eigili í morgun, nú bert 13 dagar eru til jólar. Kl. 9 hevði hann fingið tíð, og hann møtti stundisliga, eisini til heiður fyri
Í Italia ætla politisku myndugleikarnir nú, at øll, sum eru 50 ár og eldri, skulu lata seg koppseta móti koronuvirus frá 15. februar í ár at rokna. Kravið verður galdandi fram til hin 15. juni í ár. Tað [...] Nýggju krøvini, sum gerast galdandi frá 15. februar at rokna, fevna bæði um fólk, sum eru til arbeiðis og fólk, sum ikki eru til arbeiðis. Sambært Ritzau verður einki sagt um, hvør sektin verður, um boðini [...] Tað upplýsir italska stjórnin í dag. - Vit ynskja at steðga smittuni og vilja mæla italienarum, sum enn ikki hava latið seg koppsett, um at fáa tað gjørt, sigur landsins forsætisráðharri, Mario Draghi,
ikki skal skiljast sum, at Fyribyrgingarráðið í Føroyum ikki vil samstarva við skeinkistøðini. - Vit eru altíð opin fyri øllum góðum hugskotum, ið hava sum endamál at forða skaðiligum avleiðingum av rúsandi [...] tingini ikki altíð líka skjótt, sum vit kundu ynskt. Hinvegin stendur tað einum og hvørjum øðrum frítt at taka fyrsta stigið til fyribyrgjandi átøk. Og sum sagt, vilja vit fegin samstarva ? eisini við ske [...] Í blaðnum leygardagin greiddu vit frá, at bryggjaríini og gistingarhús- og matstovufelagið undraðust yvir, hví tey ikki vórðu boðin við á norðurlendsku rúsevnaráðstevnuna, sum Fyribyrgingraráðið var vertur
eftir setanarrøðuna ringdi vit til landsstýrismannin fyri at fregnast, hvussu honum nú hevði gingist millum norðoyingar og vitjandi annars á sjómannadegnum. - Jú, klaksvíkingar eru ógvuliga blíðir og fyrikomandi [...] in leggur fram uppskot um fiskidagar, soleiðis at hesir eru samtyktir á Føroya løgtingi, áðrenn nýtt fiskiár byrjar 1. september. - Nú hava vit so stundir til at fremja tær tillagingar, sum skulu til fyri [...] mett hevur verið um umstøðurnar. Nú setanarmorgunin kom, hildu vit útlit vera til, at alt fór at spæla friðarliga av, sum tað eisini gjørdi, sigur ein av løgreglumonnunum, vit tosaðu við.
báðum pørtum og eftir fundin við formannin í sosialu nevnd er, at øll eru sinnað at loysa trupulleikarnar á økinum. Tí vænta vit, at vit fara at síggja nakrar varandi loysnir uppá akuttu trupulleikarnar á [...] Felagið tók Heðin uppá orðið og í fyrrakvøldið var fundur. ? Fundurin var ógvuliga positivur. Vit høvdu væntað, at nú andstøðan hevur meirlutan í sosialu nevnd og samgongan hevur minnilutan, fór at verða eitt
14.30. Ikki minst fyri eldri fólk, ið búgva á stovni og eru rørslutarnað, er hetta ein kærkomin møguleiki at koma til gudstænastu undan jólum. - Vit hava havt eldragudstænastu annan mikudag í advent á hvørjum [...] hvørjum ári, síðan Hoyvíkar kirkja varð tikin í nýtslu, og uppmøtingin hevur verið góð. Fólk eru glað fyri hesa jólagudstænastu, har tey samstundis hava møguleika at møta fólki tey kenna, men ikki møta [...] Hoyvíkar kirkju í dag fer Theodor E.D. Olsen, prestur, at prædika, og aftaná verður ein drekkamunnur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Katrin Dahl sigur, at Hoyvíkar kirkja er stak væl egnað til tiltøk fyri fólk,
rlitið og Fíggjarmálaráðið eru upphav til, fáa vit dag og dagliga at vita, hvat ikki má ella kann gerast. Vit hava ein her av embætisfólki og øðrum úr sama ættarliði, ið eru kvik at fortelja politikarum [...] økonomiska mannin, ella hvørji onnur ástøði, man nú einaferð grundar seg á. Í tí veruliga lívinum, má man onkuntíð taka avgerðir, ið bert hugsa um tíðina frá nú av og frameftir, uttan at heingja seg í, hvør [...] hevur flestu teoretisku argumentini, ið vinnur. Vit hava brúk fyri fólki, ið duga at síggja fimm loysnir fyri hvønn trupulleika, men tíverri sær út til, at vit verða stýrd av fólki, ið síggja fimm trupulleikar
viðurskifti. - Løgmaður hevur boðað frá, at arbeitt verður við bygnaðinum í miðfyrisitingini. Vit halda tí, at nú er høvið at skipa soleiðis fyri, at øll vinnumál verða umsitin av einum og sama aðalráði. Á [...] vinnumál undir sama aðalráð, soleiðis at umsitingin av vinnumálum verður so munadygg sum gjørligt. Nú er høvið at skipa soleiðis fyri, at vinnumál verða savnað í einum aðalráði. Tað heldur Føroya Arbe [...] urin verður ofraður, heldur felagið. Dømini um, at sundurlagað umsiting av vinnumálum er óheppin, eru fleiri. - Eitt hitt feskasta er ferðavinnan, sum í málsbýtinum í sambandi við seinastu samgongusamráðingar
núverandi skipan, har fólk eisini ringja inn. Tí fáa vit ikki reiðiliga sammett søluna hesa ferð við aðrar dystir. Men eg fái sagt somikið, at vit eru væl nøgd við áhugan frá áskoðarunum, sigur Ísak Mikladal [...] Atgongumerkini til Skotlands-dystin eru eisini sett til sølu. Og nøkur hava nýtt høvið at keypa sær sess til báðar dystirnar. Tó eru hesi ikki eins nógv í tali, sum tey eru til Italia-dystin, sigur Ísak Mikladal [...] longu nú tykist púrasta greitt, at Tórsvøllur verður stúgvandi fullur. Ísak Mikladal, aðalskrivari, sigur, at hendan fyrsta dagin seldu teir 2.500 atgongumerki. - Hetta er fyrsta ferðin, at vit selja