Hondbóltur-kvinnur
Eftir at fleiri lið høvdu meira ella minni frí seinasta vikuskifti, tykist nú verulig gongd vera komin á hondbóltin.
StÍF hevði frí seinasta vikuskifti, men tær skulu nú av álvara royna seg, tá Kyndil skal fáa ferð á, eftir at tað fyri teirra viðkomandi kiksaði í frumframførsluni móti Neistanum. Spennandi verður at vita, hvørt tað verður nú, at Kyndil veruliga kemur ígongd. Í øllum førum var hugburðurin hin rætti, tá tær nærum stríddi seg inn aftur á Neistan fyri viku síðani.
Júst Neistin skal eisini aftur royna seg um vikuskiftið, tá tær fara til Klaksvíkar, har Stjørnan í ár hevur sett sær væl lægri mál, enn tær annars hava gjørt seinnu árini. Tó at tær siga setningin bert vera at yvirliva, so er lítið at ivast í, at tær fara at geva flestu mótstøðuliðunum mótstøðu, og Neistin fer helst á ongan hátt at rokna við nakrari lættari uppgerð sunnudagin.
Seinasti dysturin hjá kvinnunum verður í Vági, har Tjaldur kemur á vitjan. Eins og hjá Stjørnuni, so eru vónirnar skrúvaðar munandi niður í Vági í ár, og tí er dysturin móti uppflutta Tjaldri helst ein góður mátistokkur hjá VB, soleiðis at tær kunnu peila seg eitt sindur inná, hvar tær flóta í ár.