Øll í Íslandi kenna nú Føroya Bjór

– Vit selja við fullari ferð, og sakførararnir samskifta eitt sindur

– Vit selja við fullari ferð, og sakførararnir samskifta eitt sindur.

 

Tað sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, tá vit spyrja hann, hvussu sølan av Føroyar Bjór gongur í Íslandi, eftir orrustuna fyri sløkum tveimum mánaðum síðani, tá íslendska bryggjaríð, Egils, brádliga kravdi, at Føroya Bjór Gull varð tikið av hillunum í íslendsku rúsdrekkasøluni, tí at Egils metti seg hava pantent upp á navið »Gull«.

 

Einar Waag sigur, at tað síðsta, sum Føroya Bjór frætti frá Egils umvegis sakførara var, at tey spyrja, um Føroya Bjór ikki kann broyta navnið – bara eitt lítið sindur.

 

– Men tað søgdu vit nei til. Vit halda fast upp á okkara rætt at nýta navnið, og vit mæla samstundis til, at vit bara gloyma hetta intermesso'ið, sigur Einar Waag.

 

Nógva umtalan av Føroya Bjór í Íslandi er komin sera væl við hjá Føroya Bjór. Sølan er økt munandi, og hon er framvegis nógv størri, enn hon var áðrenn orrustuna.