snávingarsteinin í sambandi við ætlanina at gera golfvøll á Glyvursnesi. Tey í Tórshavnar Býráð hava tosað í nógv ár um at gera golfvøll á Glyvursnesi, men tað hendi ongantíð nakað, og í 2013 varð ætlanin [...] kom í, er, at semja fekst ikki um endurgjald fyri lendið, har golfvøllurin skal vera. Men í 2017 varð samtykt at taka uppaftur samráðingarnar um lendi til golfvøll á Glyvursnesi og á býráðsfundi í Havn [...] vegnum – Í hvussu so er tann formiliga forðingin, tí enn er tann fíggjarliga avbjóðingin eftir. Í 2013 varð nevniliga mett, at ein fullfíggjaður golfvøllur við 18 holum, kostar 55 milliónir krónur. Men í fyrstu
Tá Marine Harvest í vár setti fisk út á Sandsvág, var frammanundan gjørt av, at fiskurin skuldi takast aftur nú í heyst. Eftir nakrar miseydnaðar royndir at ala á vánni, var ætlanin ikki at taka nøkur [...] Laksurin, sum varð tikin í fyrstu tøkuni, sum var um 250 tons, lá um fýra kilo, og vit eru væl nøgd við vøksturin í hesum tíðarskeiði. Tað tók sína tíð, áðrenn fiskurin, sum vit settu út í vár, byrjaði at eta [...] nøkur óráð fyri hesaferð, tó at tað kundi verið freistandi at havt fiskin í ringunum í eina tíð aftrat, soleiðis at fiskurin gjørdist enn størri fyri tøku. - Tað hevur eisini verið uppi og vent, um vit kanska
sínar egnu meiningar um eitt og annað, ið var uppi í samfelagnum ella okkara millum í Kiwanis felagsskapinum. Helge møtti stundisliga til fundirnar og átók í Kiwanis felagnum væl fyrireikaður, og tók mangt [...] var ættaður úr Danmørkini, men hann fall sera væl til í Føroyum og føldi seg allar vegir at vera vælkomnan okkara millum. Helge og konan Marin búðu í einari perlu av Havnini. Nevniliga ovast uppi á S [...] ymisleikan í náttúruni. Ymsir fuglar áttu í runnum kring húsini. Tjøldur høvdu reiður undir vindeygunum og vóru so spøk, at tey ótu úr hondunum á teimum. Helge velti eplir á hvørjun ári, uttan nú í seinastuni
vit fara at leggja ringar út í báðum støðum við ongum fiski í, og so fara vit at eygleiða økið, bæði við alduhædd og streymi. Hans Jákup Mikkelsen vísti á, at í vár fer Marine Harvest Føroyar síðan at velja [...] bygdarráðsfundi á Sandi í gjárkvøldið greiddi Hans Jákup Mikkelsen hjá Marine Harvest Føroyar frá teimum ætlanum, sum alifyritøkan hevur á Sandi. Hann greiddi eisini frá, hvussu felagið í samstarvi við Delta [...] Delta Seafood kann virka fyri, at fiskavirkið í Skopun verður latið uppaftur í næstum sum saltfiskavirki. Tað eru tvey aliøki sett av út fyri bygdini á Sandi, eitt úti við Salthøvda og eitt á sjálvari Sandsvág
Í dag fara tólv ungdómar av landinum at royna síni evni sum sjónleikarar. Tað er Dramaverkstaðið hjá Hjørdis Johansen í Havn, sum fer til Svøríki í eina viku, har tey skulu framføra ein leik. Føroysku [...] klárur. Leikbólkurin hevur fleiri ferðir áður framført henda leikin á palli á Meiarínum í Havn. Tað var í juni mánað í fjør, at ungdómsbólkurin framførdi henda leikin. Leikurin snýr seg um misnýtslu av narkotika [...] sjónleikararnir skulu vera við á eini norðurlendskari sjónleikarastevnu, sum verður í døgunum frá 1. til 7. august í svenska býnum Västerås. Á stevnuni verða sjónleikarabólkar úr øllum teimum norðurlendsku
grundarlagi í eini so breiðari umboðan av borgarum í Tórshavnar kommunu sum til ber. Eitt skilagott nevndarbýti var í bestu semju gjørt millum flokkarnar. Við hesum býti fingu allir flokkar umboðan í fíggjarnevndini [...] at fíggjarnevndin skuldi virka sum politiskt sambindingarlið millum flokkarnar í samstarvinum. Eisini Marin Katrina Frýdal skrivaði undir hesa samstarvsavtalu, sum m.a. tryggjar, at borgarstjórin ikki [...] býráðsfundinum, um Marin Katrina Frýdal hevur virðing fyri og framhaldandi ynskir at vera partur av breiða samstarvinum, ella ikki. Eg havi tí biðið um skrivliga váttan fyri hesum áðrenn kl 10 í morginárini,
byggi- og býarskipanarnevndin sær í fjør og samtykti síðani at leggja eina ætlan fyri, hvussu súkkling kann verða ment í kommununi. Marin Katrina Frýdal er forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini. – [...] flytføri, ger tað skjótari at koma fram, fremur betri heilsu og reinari umhvørvi, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanardeildini. Ætlanin er at gera fleiri átøk, sum betra um súkkluleiðir [...] eisini skráar, har súkklur skulu koyra um. Og súkklur skulu sleppa í bussarnar ávísar tíðir á degnum. Hetta og nógv annað er liður í arbeiðinum at gera Tórshavnar kommunu til eina kommunu við alsamt betri
Sosialurin skrivaði fyri tveimum vikum síðan, at Allan Mørkøre fer at spæla við FC Hoyvík í 2011. Allan Mørkøre hevur áður verið høvuðsvenjari hjá AB og B36. [...] Allan Mørkøre er, umframt at spæla við, knýttur at venjaratoyminum hjá FC Hoyvík. Fyrrverandi landsliðskempan verður hjálparvenjari hjá Jan Mølvad Laursen, sum hevur evstu ábyrgdina av liðnum. Sosialurin
koyra í sambandi við broytingarnar. Marin H. Gaardlykke sigur, at eftir veðurkortunum at døma, verður tað um níggju tíðina í kvøld, at hann brestur á av álvara, so ætlanin er at fáa Smyril trygt í havn [...] broytingar verða sum heild. Marin Hentze Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at fyrstu broytingarnar verða longu í dag. Smyril, sum skuldi fara av Havnini klokkan 13 í dag, fer longu klokkan [...] sigla ein túr í morgin, men tað verður neyvan fyrr enn eina ferð út á seinnapartin. Ferðslusamskiparin sigur, at hetta verða neyvan tær einastu broytingarnar um vikuskiftið, bæði í sigling og í koyring, men
burturvið at geva fólki ta fatan, at ein býráðslimur - sum ynskir tað - ikki hevur innlit í fíggjarliga virksemi í kommununi. At pástanda, at tað "eigur at vera ein ørgrynna av slíkum dømum, har rokningar [...] Frýdal um at ”tað fer nógv yvir raksturin, sum vit politiskt ikki hava ánilsi av” er tí ikki í tráð við veruleikan – í øllum førum ikki, um býráðspolitikarar ynskja hetta innlit. Tað áliggur ábyrgdarpersónum [...] dygdin er í lagi, áðrenn ein annar ávísir. Roknskapurin hjá kommununi ligur frammi til alment eftirlit, og býráðslimir hava, sambært kommunustýrislógini, eisini møguleika at biða um innlit í øll viðurskifti