Taka nú eitt stórt stig fyri at fáa golfvøll á Glyvursnesi

Eftir at hava bíðað í nógv ár, er eitt rættiligt frambrot í eygsjón

 

Nú eru tey við at koma yvir ein tann størsta snávingarsteinin í sambandi við ætlanina at gera golfvøll á Glyvursnesi. Tey í Tórshavnar Býráð hava tosað í nógv ár um at gera golfvøll á Glyvursnesi, men tað hendi ongantíð nakað, og í 2013 varð ætlanin mestsum løgd á hillina.

 

Ein orsøk til, at stígur kom í, er, at semja fekst ikki um endurgjald fyri lendið, har golfvøllurin skal vera. Men í 2017 varð samtykt at taka uppaftur samráðingarnar um lendi til golfvøll á Glyvursnesi og á býráðsfundi í Havn hóskvøldið, upplýsti Marin Katrina Frýdal, forkvinna í býarskipanarnevndini hjá býráðnum, at nú er ein avtala um lendið rættiliga við at koma undir land.

 

Hendir tað, er ein tann størsta forðingin fyri at gera ein golfvøll, fingin av vegnum – Í hvussu so er tann formiliga forðingin, tí enn er tann fíggjarliga avbjóðingin eftir. Í 2013 varð nevniliga mett, at ein fullfíggjaður golfvøllur við 18 holum, kostar 55 milliónir krónur.

 

Men í fyrstu syftu ætlar býráðið at gera ein hálvan vøll við níggju hølum, har trý hol skulu gerast um árið, men seinni fer so at bera til at byggja hann út til 18 hol. Eftir eini ætlan, sum varð løgd í 2017, verður farið undir arbeiðið, so at tey fyrstu níggju holini verða klár í 2021 ella í 2022, men tann ætlanin fer neyvan at halda.

 

Men eftir byggisamtyktini ber ikki til at gera golfvøll á Glyvursnesi og tí er fyrsta stigið at broyta byggisamtyktina, so at golfvøllur kann gerast, og tað samtykti býráðið hóskvøldið.

 

Marin Katrina Frýdal sigur, at stórir møguleikar eru at byggja upp eina golf – ferðavinnu, tí tað eru ferðafólk, sum leggja rættiliga nógvar pengar eftir seg.