Strandferðslan væntar nógvar broytingar og avlýsingar

Tær fyrstu broytingarnar eru longu í dag

 

Tað verður rættiligt illveður um vikuskifti við hvirlum væl oman fyri 30 metrar um sekundið og tískil er væntandi, at Strandferðslan fer at avlýsa fleiri túrar, og at nógvar broytingar verða sum heild.

Marin Hentze Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at fyrstu broytingarnar verða longu í dag.

Smyril, sum skuldi fara av Havnini klokkan 13 í dag, fer longu klokkan 11 og so fer hann norður aftur klokkan 14. Túrurin av Havnini, sum skuldi verið klokkan 18.30, er framskundaður ein tíma, so hann verður sigldur klokkan 17.30 ístaðin. Bussarnir hjá Bygdaleiðum koyra í sambandi við broytingarnar.

Marin H. Gaardlykke sigur, at eftir veðurkortunum at døma, verður tað um níggju tíðina í kvøld, at hann brestur á av álvara, so ætlanin er at fáa Smyril trygt í havn á Krambatanga áðrenn tað. Men so verður hann lagdur til tað hæsar av aftur. Ætlanin er at sigla ein túr í morgin, men tað verður neyvan fyrr enn eina ferð út á seinnapartin.

Ferðslusamskiparin sigur, at hetta verða neyvan tær einastu broytingarnar um vikuskiftið, bæði í sigling og í koyring, men at tey nú sita og royna at fáa eitt yvirlit yvir støðuna.

 

Seinasta nýggja

Fleiri avlýsingar eru komnar seinastu løtuna. Hesa ferð eru tað bussar hjá Bygdaleiðum, sum avlýsa fyri veður. Leið 400 koyrir seinasta túrin úr Havnini og úr Klaksvík klokkan 16.20.

Leið 401 koyrir seinasta túrin úr Havnini klokkan 16.15 og leið 410 Koyrir seinasta túrin úr Fuglafirði og úr Klaksvík klokkan 16.20.

Leið 500 koyrir seinastu ferð úr Klaksvík klokkan 15.50 og av Viðareiði klokkan 16.30 og leið 504 Koyrir fyri seinastu ferð úr Klaksvík klokkan 17.10, men tað er ein tilkallitúrur.