Í dag fara tólv ungdómar av landinum at royna síni evni sum sjónleikarar. Tað er Dramaverkstaðið hjá Hjørdis Johansen í Havn, sum fer til Svøríki í eina viku, har tey skulu framføra ein leik.
Føroysku sjónleikararnir skulu vera við á eini norðurlendskari sjónleikarastevnu, sum verður í døgunum frá 1. til 7. august í svenska býnum Västerås.
Á stevnuni verða sjónleikarabólkar úr øllum teimum norðurlendsku og baltisku londunum, og tað eru bæði vaksin og ung, sum fara at framføra leikir á hesi stevnuni.
Speedy Gonzales aftur á skránni
Á stevnuni fara sjónleikararnir at framføra leikin ?Speedy Gonzales setur ferð á?. Leikurin er leysliga umsettur úr donskum av Hjørdis Johansen. Síðani hava sjónleikararnir og leikstjórin improviserað, áðrenn tann endaligi leikurin hevur verið klárur.
Leikbólkurin hevur fleiri ferðir áður framført henda leikin á palli á Meiarínum í Havn. Tað var í juni mánað í fjør, at ungdómsbólkurin framførdi henda leikin.
Leikurin snýr seg um misnýtslu av narkotika, og um hvussu tey ungu fólkini sjálvi royna at sleppa burturúr hesum haftinum.
Persónarnir í leikinum siga frá sínari lívssøgu, og tað verður víst í flashback, hvussu lív teirra vóru, áðrenn tey hittust og blivu vinir. Leikurin varar ein góðan tíma.
Býráðið, Sansir, Mentanargrunnur Landsins, Føroya Sparikassi, MáF, Mentamálráðið og Nar hava stuðlað ferðini.
Leikarar:
Sofía Nolsøe Mikkelsen: Speedy Gonzales
Heidi Borum Hansson:Pisa
Rannvá Simonsen: Julia
Aleksandra Neshamar:Tornurósa
Sjúrður Simonsen: Soldátur
Martin Andreas Kruse:Hamlet
Marin Djurhuus:Snjóhvíta
Rannvá undir Kletti:7 skiftandi leiklutir
Sára Finsdóttir: 7 skiftandi leiklutir
Absalon Lydersen Jacobsen: 8 skiftandi leiklutir
Birna Heinesen:7 skiftandi leiklutir
Durita Dahl Andreasen: 7 skiftandi leiklutir
Leikstjóri: Hjørdis Johansen
Tónleikur/ljóðmyndir: Sára Finsdóttir og Marin Djurhuus
Búnar: Hjørdis Johansen og Leikarafelagið
Pallmynd: Hjørdis Johansen og Brynjolfur av Heygum
Ljóð: Christian Kruse
Ljós:Turpin Djurhuus.