kann hava 24 kjarnorkurakettir umborð. Hann er gjørdur til at vera undir vatni í 120 dagar og kann fara niður á 500 metra dýpi. Kursk er 154 metrar til longdar. Tað er fleiri ferðir komið fyri, at kavbátar [...] av bjargingararbeiðnum seinastu tíðina. Tá kavararnir so komu niður á Kursk fyri middag í gjár, bar til hjá teimum at staðfesta, at sjógvur var innanfyri neyðlúkuna, og tí var eingin vón um at finna nakran [...] á lívi eftir óhappið. Bjargingararbeiðið hevur tó gingið sera striltið, tí veðrið ikki hevur verið til vildar at fremja nakað munagott bjargingararbeiði. Kursk er ein lutfalsliga nýggjur kavbátur, sum varð
nú er farin undir at føra út í lívið. Enn er endaliga konseptið ikki gjørt, sigur hann, og kanska verða ymsar broytingar gjørdar, sum tað líður út. Fyrstu upptøkurnar til røðina verða gjørdar í Suðuroy [...] Suðuroy um dagarnar. Farið verður fyrst til Fámjins og síðan til Hvalbiar, sigur Zacharias Hammer, sjónvarpsmaður. Hann sigur, at ætlanin er í fyrstu syftu at gera tríggjar upptøkur, nú so væl er liðið á árið [...] Hammer sigur, at ein bági er tó, at fleiri av heimildarfólkunum eru komin so væl til árs, at tey líkasum halda seg ikki til at ganga allar gøturnar, so tí verður neyðugt at gera fleiri av upptøkunum aðrastaðni
klokkan 15.00 og 19.30. Atgongumerkjasølan til konsertina byrjaði longu í gjár. Áhoyraraplássini til hesa konsertina verða ikki so nógv í tali, sum vanligt er til konsertir í Norðurlandahúsinum. Hetta kemst [...] Tiltakið »Vælskapt brek« sum ein áhugabólkur hevur tikið stig til til tess at skapa eina betri fatan av umstøðum hjá brekaðum og teirra avvarðani, var í gjár evni á einum tíðindafundi, har sagt varð frá [...] stólarekkjur tiknar burtur fyri at geva betri pláss til koyristólar. Fólk, ið hava brúk fyri at hava hjálpara við sær, fáa hendan ókeypis inn við til konsertina, og MBF bussurin syrgir fyri at tey, ið vegna
eitt tíðaravmarkað loyvi afturat til kvotu við Eysturgrønland. Men fiskimálaráðharrin hevur tó nýtt sína heimild at økja um veiðuorkuna til rækjuveiðu, við at veita loyvi til útskifting av fyrrverandi "South [...] tí at tosa við fiskimálaráðharran um málið í eini vón um, at ætlan hansara verður løgd til viks til hon er búgvin til støðutakan. Nevndin Jákup Egholm Hansen Jóhan Joensen Olaf Olsen [...] brádliga komu fleiri ára gomul loyvi til sjóndar, sum ongin visti um, og sum eru endað við at blíva ein handilsvøra burturav, umframt at øll hesi loyvi helst koma at føra til, at svartkjaftakvoturnar koma at
sum smádrognur. Har var einki hjá pápanum at gera annað enn at taka drongin við til skips. So lítli Christian á Fløtti fór til skips við pápanum,11 ára gamal. Og varð verðandi á sjónum alla sína tíð. »Tað [...] gjøgnum stovuvindeygað, har Stórá fer skundandi framvið. Nú eru bara tvey skúlabørn í bygdini. Annað lívið var, tá hon gekk í skúla. Tá vóru út móti 50 børnum í trimum flokkum, sigur hon. Lærari var bara ein [...] giftist við, var sannførdur sjálvsstýrismaður. Bóndansmaður. Tað gav at býta, tá Jóannes Patursson kom til Gjáar at halda politiskan fund. Eingin vildi lata honum hús. Tá helt Christian á Fløtti, at tað skuldi
sum smádrognur. Har var einki hjá pápanum at gera annað enn at taka drongin við til skips. So lítli Christian á Fløtti fór til skips við pápanum,11 ára gamal. Og varð verðandi á sjónum alla sína tíð. »Tað [...] gjøgnum stovuvindeygað, har Stórá fer skundandi framvið. Nú eru bara tvey skúlabørn í bygdini. Annað lívið var, tá hon gekk í skúla. Tá vóru út móti 50 børnum í trimum flokkum, sigur hon. Lærari var bara ein [...] giftist við, var sannførdur sjálvsstýrismaður. Bóndansmaður. Tað gav at býta, tá Jóannes Patursson kom til Gjáar at halda politiskan fund. Eingin vildi lata honum hús. Tá helt Christian á Fløtti, at tað skuldi
kaggum skal flytast úr einum staðið til annað, og hetta skal sjálvsagt gerast so skjótt sum yvirhøvur gjørligt. Vónandi hevur Regin staðið seg væl, tá komið er til hesa kappingargrein, tí fáur, um nakar [...] og Regin. Eitt nú verður á heimasíðuni hjá sterku monnunum tikið til, at eingin í heiminum tekur Regin á hesum øki. Hetta kom eisini til sjóndar í fjør, tí hóast bæði Jouko Ahola og Magnus Samuelson vóru [...] øki, við undir eini kapping, og fyri teir áskoðarar, sum sóu hetta, var talan um eitt minni fyri lívið. Slík framførsla hevði ongantíð áður verið sædd í Føroyum, og verður tað neyvan aftur í bræði. Hesu
hann. Hesin gamli maðurin í føroyskari húgvu og við stavi var vorðin ein gerandismynd, sum hoyrdi til lívið. Okkara lív verður hesa myndina fátækari. Henda mynd varð tikin í maj. Veðrið var av tí besta og [...] Símun hoyrdi til her í Nesi, og mong av okkum hildu, at so fór altíð at vera. Torført er tí at skilja at hansara dagar nú vóru taldir. Hann hevði líkasum ongan aldur og kundi práta við øll. Frá barnbeini
taka eina ávísa ábyrgd av sínum egna lívi. - Á hesum økinum er vit heilt einfalt eftirbátur í mun til hini Norðurlondini, sum vit sammeta okkum við, sigur Jóna Dahl. Tað eisini tíð uppá, at hetta evnið [...] verið vanligt at lata tey menningartarnaðu taka avgerðir í tann mun, sum hetta skeiðið leggur upp til. Tí eru starvsfólkini eisini ein týðandi partur av skeiðnum, men tað er tó fyrst og fremst fyri tey [...] menningartarnaðu mugu eisini læra, at tað er teirra ábyrgd, at teirra ynskir verða framborin og førd út í lívið. Tað er ikki okkurt hjálparfólk ella onkur stuðul, sum skal syrgja fyri, at tey fáa teirra vilja.
traðkað til, soleiðis at fremsti súkklari okkara aftur kann verja FM-heitið. Eitt heiti, sum hann hevur havt seinastu seks árini. Rógvi sigur annars, at hann framhaldandi er av teirri áskoðan, at FM-k [...] avgreiðast leygardagin. Rógvi hevur áður víst á, at tað so at siga var ógjørligt hjá sær at koma heim til FM kappingarnar, tí hesar vóru spjaddar um fleiri vikuskifti, og at tað tí gjørdist ov kostnaðarmikið [...] At Rógvi leggur stóran dent á at verja heitið, er eingin ivi um. Hann hevur nevnliga givið avboð til eina Post-Danmark kapping, sum hetta vikuskifti verður á Sælandi, tí hann tekur FM kappingina fram