Rógvi Johansen boðaði hóskvøldið frá, at hann verður við, tá FM í einkultstarti skal avgreiðast leygardagin.
Rógvi hevur áður víst á, at tað so at siga var ógjørligt hjá sær at koma heim til FM kappingarnar, tí hesar vóru spjaddar um fleiri vikuskifti, og at tað tí gjørdist ov kostnaðarmikið hjá sær at ferðast.
Heimbygdin hjálpir
Nú hava so fleiri vágbingar, saman við Fa. Ellen Dahl, traðkað til, soleiðis at fremsti súkklari okkara aftur kann verja FM-heitið. Eitt heiti, sum hann hevur havt seinastu seks árini.
Rógvi sigur annars, at hann framhaldandi er av teirri áskoðan, at FM-kappingarnar áttu at verið avgreiddar um eitt vikuskifti. Møguliga skipað saman við einum umfari av Grand-Prix kappingini.
At Rógvi leggur stóran dent á at verja heitið, er eingin ivi um. Hann hevur nevnliga givið avboð til eina Post-Danmark kapping, sum hetta vikuskifti verður á Sælandi, tí hann tekur FM kappingina fram um hetta.
At hann er harmur um, at hann ikki fekk vart heitið á 100 km teininum er eingin loyna, men vón hansara er, at hetta kann lata seg gera komandi ár.
- Eitt FM. eigur og skal verða nakað serligt. Eitt FM. eigur og skal hava so nógvar av av okkara bestu súkklarum við og tað verður ikki gjørt við at draga kappingarnar, út yvir fleiru vikuskifti, sigur Rógvi Johansen, sum annars vónar, at uppmøtingin til kappingina verður fjølment.










